Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 15. apríl 2005 33 Ein kollfirðingur gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann sá, hvussu umhugsnir- havnarmenn eru. Tá teir asfalteraðu, syrgdu teir nevniliga fyri at gera ein inn- bygdan gásarhyl í túnið GÁSARHYLUR eydna@sosialurin.fo Nú Kollafjørður er blivin ein partur av Havnini, hava havnarmenn syrgt fyri at asfaltera vegirnar í Kolla- firði. Og kollfirðingar eru ógvuliga fegnir um hesar framúr dugnaligu havnar- menn, sum av álvara hava sett seg inn í bygdament- anina og – tørvin. Eigarin av hesi myndini vil við hesum senda eina tøkk til nýggju kommun- una, og takka fyri arbeiðið. Hann hevur nevniliga fingið ein so vælsignaðan innbygdan gásarhyl í túnið. Og gæsnar síggja eisini út til at stórtrívast. Húsaorkestrið í Hafnia Lounge hevur sínar røtur í Karda- mummubýnum, og kendu kardamummu løgini eru ikki heilt gloymd TÍÐINDASKRIV Fólk og dólgar í Karda- mummubýnum setti met í Sjónleikarhúsinum í vetur. Fólk fingu snøkt sagt ikki nokk av dólgunum og hin- um í kardamummubýnum. Ja, Kardamummubýur er so avgjørt besta stað í verð… Heili 62 ferðir vóru teir á palli við Fólk og dólgum í Kardamummubýnum. Finnur Jensen, sum spældi ein av dólgunum, hevur funnið saman við tveimum av tónleikarunum, Ronni Poulsen og Julian Rasmussen og skipa ein tónleikabólk, sum javnan spælir í Hafnia Lounge. Finnur og Ronni hava áður spælt heilt fitt saman. Teir hildu seg hava tørv á einum góðum klaverleik- ara, og tað var ógvuliga líkatil at spyrja Julian um at vera við. Og hann himpr- aðist ikki við at taka við avbjóðingini. Café tónleikur Og teir duga annað og meira enn at syngja: Her í kardamummu gongur alt sum best ber til. Tí er gott og hugnaligt, og ein ger tað, ein vil... Teir hava hvør í sær hollar royndir sum tónleik- arar og eru als ikki fremm- andir fyri at spæla tílík huganlig støð sum Hafnia Lounge. Tónleikurin hjá okkum kann kallast fyri café tónleik. Tað snýr seg um at spæla dygdargóðan tónleik, sum passar inn og skapar tað rætta huglagið, sigur Finnur Jensen. Júst hetta við huglagnum er oftani tað fólk leitar sær í Hafnia Lounge eftir. Tón- leikurin hjá teimum trimum hevur víst seg at passa framúr væl saman við eyð- kenda hugnaliga stemning- inum í Hafnia Lounge. Kunnu lokkast Teir tríggir, Julian, Finnur og Ronni, eru eitt slag av húsorkestri hjá Hafnia Lounge. Teir spæla reglu- liga teirra væl svingandi lætta tónleik og leggja stóran dent á at samskifta við gestirnar og føla seg oftani fram, hvat er rættast at spæla, siga teir tríggir. Og teir hava heldur ikki gloymt teirra røtur. Teir kunnu lokkast. - Er lagið gott, so kunnu vit eisini lokkast til at spæla kardamummusangin, sigur Finnur Jensen. Ronni, Julian og Finnur spæla í Hafnia Lounge aft- ur leygarkvøldið 16. apríl kl. 22:30. Kardamummu minnir í Lounge’ini Innbygdan gásarhyl Kollfirðingurin gleddist stórliga, tá hann sá hvussu umhugsnir havnarmenninir, sum høvdu asfalterað har á leið, høvdu verið. Og eisini gæsnar tóktust gleðast stórliga. Mynd: privatmynd