fríggjadagur 15. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 71 - 15. apríl 2005
Hesin ævisøguligi filmurin
snýr seg um tann so nógv
umstrídda skemtaran Andy
Kaufman. Hesin ameri-
kanski sjónleikarin kundi
finna uppá hvat sum helst
undir sínum framførslum.
Ongantíð visti áskoðarin at
siga, hvat hesin ørligi
skemtarin fór at borðreiða
við: at vísa teknifilm,
herma eftir Elvis Presley,
spæla kongatrummur, lesa
upp úr The Great Gatsby
ella at bjóða ta forvitnu
áskoðarafjøldina út við sær
at drekka mjólk og eta
smákøkur. Men Kaufman
kom væl á veg á síni yrkis-
leið, tá hann slapp at fram-
føra á kendu skemtileik-
røðini Saturday Night Live.
Eisini kom hann fram á
sjónvarpsskíggjanum
og
bleiv alment kendur í
skemtirøðini Taxi. Her var
hann í leiklutinum sum
tann sera løgni, russiski til-
flytarin Latka Gravas. Fyri
flestu áskoðarar bleiv tað tó
ov nógv av tí góða, tá Kauf-
man í sínum framførslum
valdi at brúka karakterin
Tony Clifton, sum ímynd-
aði ein sera óhøviskan per-
són við grovum atburði.
Skemti hjá Kaufman fekk
ein rættiliga absurdan dám.
So, tá hann í 1984 alment
trein fram og kunngjørdi, at
hann var raktur av deyði-
ligum lungnakrabba, hildu
vinir,
starvsfelagar
og
fjepparar hetta bert vera
enn
eina
m a r g h á t t l i g a
skemtisøgu.
Tv3 fer við hesi sendingini
í hernað ímóti ringum kost-
vanum. Hyggjarin hittir í
hvørji sending ein nýggjan
dana, ið hevur trupulleikar
við at fáa vektina niður á
eitt góðtakiligt støði. Yvir
eitt tíðarskeið á átta vikur
hjálpir kostráðgevin, Lene
Hansson, luttakararunum
við at hyggja nærri at hvat í
veruleikanum er í matin-
um, og samstundis eisini
hvørjar fylgjurnar eru, tá
lívsstílurin er ósunnur.
Síðan hjálpir Lene luttak-
arunum við at eta tað rætta,
soleiðis at teir tapa seg. Tað
er galdandi fyri øll, at ein
sunnari lívsstílur ger lagið
betri, gevur meiri orku og
hækkað lívsvirði. Í send-
ingunum finnast fleiri góð
ráð og snildir fyri at nærka
seg
einum
sunnari
lívsstíli. Sendingin snýr
seg
hesaferð
um
familjuna
Mads
og
Conni við børnum. Tey
bjóða nevniliga kostráð-
gevaranum vælkomnari,
tí tey kenna seg ikki
makta at stýra teirra
ósunna lívsstíli.
Man on the Moon
Ongantíð visti
áskoðarin at siga,
hvat hesin ørligi
skemtarin fór at
borðreiða við: at
vísa teknifilm,
herma eftir Elvis
Presley, lesa upp
úr The Great
Gatsby ella at
bjóða ta forvitnu
áskoðarafjøldina
út við sær at
drekka mjólk og
eta smákøkur
Jim Carrey í høvuðsleiklutinum sum Andy Kaufman
Á Kanal 5 sunnukvøldið kl. 22.25
Tú er tað
tú etur
Á Tv3 hóskvøldið kl. 20.00
Tv3 fer í hernað
ímóti ringum kostvanum,
og við einum kostráðgeva ynskja
tey at broyta matvanarnar hjá
luttakarunum í sendingunum
Kostráðgevin
Lene Hansson
vil vera við, at
tú er tað tú
etur