leygardagur 16. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2005
5
– Nú eri eg enn meiri
sannførd um, at ein
føroysk skaðanevnd
má koma. Tað er al-
neyðugt, at vit fáa
kannað hvørja van-
lukku sær, soleiðis at
vit gerast betri til fyri-
byrgjandi arbeiðið,
heldur Rúna Sivert-
sen, forkvinna í Ráðn-
um fyri Ferðslutrygd
FERÐSLUTRYGD
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
í fyrilestrinum, sum hann
helt, kom formaðurin í
donsku skaðanevndini, Sven
Krarup Nielsen, m.a. inn á,
hvussu stóra ávirkan danska
skaðanevndin hevur havt á
tryggleikan á donsku veg-
unum. Til hvørja álvarsama
ólukku ella vanlukku verða
teir fráboðaðir, og gera so
eina djúptgangandi kanning.
Út frá upplýsingunum, teir
fáa, gera teir síðani hagtøl og
tilmæli.
Nógv
av
tilmælunum eru blivin fylgd,
og hava harvið bøtt munandi
um ferðslutrygdina.
Men í Føroyum er eingin
tílík ferðsluskaðanevnd, ið
kannar ólukkur og vanlukk-
ur,
hóast
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd í fleiri ár
hevur gjørt vart við tørvin.
Skaðanevnd er
alneyðug
Rúna Sivertsen, forkvinna í
Ráðnum fyri Feðrslutrygd,
er, eftir fyrilesturin, enn
meiri sannførd um, at ein
slík nevnd er alneyðug her
á landi.
– Tað, at teir fara inn og
gera djúpar kanningar av
hvørji einstakari vanlukku
sær, og síðani kunnu gera
konkret tilmæli og hagtøl,
hevur havt stóran týdning
fyri donsku ferðsluna.Og
hetta manglar veruliga í
Føroyum, slær Rúna Siv-
ertsen fast.
Hon sigur, at hon kennir
seg aftur í tí, sum Sven
Krarup Nielsen legði fram,
um høvuðsorsøkirnar til
vanlukkurnar.
Størstu
vandarnir eru teir somu í
Føroyum sum í Danmark,
m.a. vantandi trygdarbelti
ella ov høg ferð.
– Men tað er so ómetaliga
nógv, sum føroyingar ikki
vita, eftir at ein ferðslu-
vanlukka er hend her heima,
tí ongar umfatandi kanning-
ar verða gjørdar. Um van-
lukkur henda á sjónum, fer
ein skaðanevnd og kannar
alt, men tað verður ikki
gjørt á landi, og tað ger, at
tað er nógv, sum vit ikki
vita, sigur Rúna Sivertsen.
Politiskur óvilji
Spurd, hvar ynski um eina
skaðanevnd strandar, svarar
Rúna Sivertsen, at tað frá
politsikari síðu ikki verður
gjørt nóg mikið fyri at fáa
nevndina á føtur.
– Tað tykist, sum um fólk
hugsa, at ȇh, ikki ein
nevnd afturat. Vit hava nóg
mikið av nevndum sum er«.
Og vit vita eisini, at tað í
løtuni verður gjørt nógv
fyri at minka um almennu
fyrisetingina, so hví seta
eina nevnd afturat. Men
man má duga á at skyna
týdningin á nevndunum,
vísir Rúna á.
Hon sigur, at ferðsluvan-
lukkur kosta føroyska sam-
felagnum útvið 200 milli-
ónir kr. árliga, um øll oyði-
løgd virði verða gjørd upp í
pengum, eisini mannalív.
Og hon hevur ógvuliga ilt
við at góðtaka nakað argu-
ment ímóti at seta eina
nevnd, ið kundi spart nakað
av teimum 200 milliónun-
um, harímillum mannalív.
– 200 milliónir er jú ein
óhugnaliga stór upphædd.
Vit mugu seta inn við fyri-
byrgjandi arbeiði á teimum
røttu støðunum, har tað veru-
liga ger ein mun, sigur Rúna.
Hon er sannførd um, at
ein føroysk skaðanevnd er
besta loysnin.
–Tað vísir seg so, at tað
mugu kanningar og tøl til,
áðrenn fólk taka ávaringar-
nar til eftirtektar. Tey
trúgva teimum ikki, um tær
ikki verða tengdar at tølum
og kanningum. Vit mugu
hava okkurt at vísa á, fyri at
kunna siga, »tað er so, vit
vita tað og vit hava tølini
sum kunnu prógva tað«.
Tástani gera ávaringarnar
ein veruligan mun, sigur
Rúna Sivertsen at enda.
– Vit hava fingið løg-
regluna at broyta ar-
beiðsmynstur, fólka-
tingslimir at broyta
onkrar ferðslulógir,
vegamyndugleikar at
broyta onkrar vegir,
vanlukkurnar eru
fækkaðar við 40%
o.s.fr. Tað hevur av-
gjørt havt ávirkan at
hava eina skaðanevnd,
sigur Sven Krarup
Nielsen, formaður í
donsku skaða-
nevndini
FERÐSLUTRYGD
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í donsku skaðanevndini sita
fólk, ið á ein ella annan hátt
eru tengd at ferðsluvanlukk-
um. Fólk frá vegamynd-
ugleikunum, ein lækni, ein
sálarfrøðingur, limir frá
løgregluni, fólk frá bil-
eftirlitinum og vegaverk-
frøðingar.
Danska
ferðsluskaða-
nevndin verður boðsend um
álvarsamar
vanlukkur
henda, t.v.s. um í minsta lagi
eitt fólk verður innlagt á
sjúkrahús.
Tað ger mun
– Higartil hava vit hava
gjørt ymiskan statistik yvir
vanlukkurnar, m.a. kunnu
vit staðfesta at nógvir av
teimum bilførarunum, sum
verða raktir av vanlukkum,
eru fólk, sum frammanudan
eru kend av løgregluni,
greiðir Sven Krarup Niel-
sen frá.
Skaðanevndin hevur
higartil bólkað arbeiðið í
trý. Vanlukkur á motorveg-
um, vanlukkur við ungum
undir 25 ár og vanlukkur
við stórum vøruvognum.
Higartil eru tvær umfatandi
rapportir komnar út, og
tann triðja er í løtuni til
prentingar.
– Tað er heilt víst, at ar-
beiðið, sum vit higartil
hava gjørt, hevur gjørt ein
stóran mun á donsku veg-
unum. Vit hava fingið reist
eitt kjak í fólkatinginum
um neyðugar broytingar av
ferðslulógini
og
koyri-
kortinum, ferðslulógin er
nú broytt, og vit hava fingið
vegamyndugleikarnar
at
broyta nøkur vegastrekki,
sum vórðu staðfest at vera
serliga vandamikil, greiðir
Sven Krarup Nielsen frá.
Víðari sigur hann, at
nevndin eisini hevur fingið
løgregluna meiri út á vegir-
nar um næturnar og um
vikuskifti, tá flestar van-
lukkur henda ímillum tey
ungu. Eisini hava teir
fingið myndugleikarnar at
beina fyri vandamiklum
deyðsfellum framvið veg-
unum, m.a. trøðum.
– Okkara málsetningur
var, at tølini fyri ferðslu-
vanlukkur skuldu dala við
40%. Tað málið er nú nátt,
og vit eru enntá komin
undir tað. Við at finna útav
øllum smálutunum í sam-
bandi við hvørja vanlukku
sær, hava vit fingið nakrar
góðar linjur at arbeiða eftir,
fyri at bøta um trygdina á
vegunum, sigur Sven Krar-
up Nielsen.
Tá vanlukkur henda
Tað, sum nevndin ger tá
vanlukkur henda, er í fyrsta
lagi at skunda sær út á
vanlukkustaðið og kanna
hvat er hent. Bæði hvat
hendi tímarnar áðrenn van-
lukkuna, hvat hendi sek-
undini beint frammanund-
an, hvat hendi undir sjálvari
vanlukkuni og at enda
verður eisini kannað hvat
hendir eftir vanlukkuna.
Kanningarnar
umfata
allar síður av vanlukkuni.
Læknin ger kanningar av
tí skadda ella deyða, soleið-
is, at tað kann staðfestast
júst hvat tað var, sum voldi
meinið.
Sálarfrøðingurin tosar við
tann skadda, tey sum møgu-
liga vórðu við í bilinum og
vitnir annars. Eisini tey, sum
tann skaddi kendi væl og
tey, sum hann seinast tosaði
við. Hetta gevur virðismikl-
ar upplýsingar um sinnis-
støðu, persónligheit o.a. hjá
førarinum.
Fólk frá bileftirlitinum
kanna bilin. Á tann hátt ber
til at síggja júst hvussu
vanlukkan er hend, hvar
bilurin hevur tikið fyrst
o.s.fr.
Bremsuspor– og longd
verða máld. Hetta gevur
ábendingar um ferð og rætn-
ing, tá vanlukkan hendi.
Verkfrøðingar kanna veg-
strekkið
har
vanlukkan
hendi. Er tað eitt vandamik-
ið sving har á leiðini, vant-
andi autoverja ella annað
vegtekniskt, sum kann hava
havt ávirkan á vanlukkuna,
og sum kann broytast at
forða fyri fleiri vanlukkum?
M.a. alt hetta verður tikið
við í kanningina av ein-
støku
vanlukkuni
ella
ólukkuni. Harafturat koma
so politirapportir og rættar-
avgerðir, ið so fall, at tær
eru frá hondum greiddar
áðrenn rapportin frá skaða-
nevndini.
Álítandi tøl
– Allir upplýsingar, sum vit
savna í sambandi við eina
vanlukku, verða avgreiddir
í trúnaði. Sjálvt ikki løg-
reglan fær nakað at vita av
tí, sum vit t.d. hoyra frá
vitnunum. Tað, vit gera, er
at savna allar upplýsing-
arnar frá øllum vanlukk-
unum og síðani gera vit tøl
og statistikk. Tá fólk tosa í
trúnaði, tora tey betur at
siga frá, júst hvat tað var
sum hendi, staðfestir Sven
Krarup Nielsen.
Tí eru úrslitini av kann-
ingunum eisini sera eftir-
farandi.
Spurdur hvat tað kostar at
reka donsku skaðanevnd-
ina, svarar formaðurin, at í
Danmark eru 8 ársverk sett
av til arbeiðið. Umframt
tað, kemur so nakað av
rakstrarkostnaði, m.a. ein
vælútgjørdur bilur.
– Eg skal ikki siga um tit
eiga at seta eina slíka nevnd
á stovn ella ikki. Men eg
kann bara vísa á, hvussu
væl hon hevur hjálpt hjá
okkum, staðfestir Sven
Krarup Nielsen at enda.
Mugu hava skaðanevnd
Formaðurin í donsku ferðsluskaðanevndini:
Góð úrslit at vísa á
Talið á ferðsluvanlukum er
follið við 40% seinastu árini,
so tað er heilt víst, at ar-
beiðið hjá skaðanevndini ger
ein mun, staðfestir Sven
Krarup Nielsen, formaður í
donsku ferðsluskaðanevndini.
Hósdagin helt hann ein
fyrilestur um arbeiðið.
Mynd Jens Kr. Vang