Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 72 - 16. apríl 2005 Føroyar meira enn fiskur og handil - Eitt av endamálun- um við tiltakinum hjá løgmanni við fylgi í Belgiu, sum Sendi- stova Føroya í Brússel skipaði, var at lýsa og marknaðarføra Før- oyar úr øðrum sjón- arhorni enn fiski og handli, sum vit ann- ars eru kend fyri í ES- høpi. Hetta sigur Páll Holm Johannesen, sum er starvsnæm- ingur á føroysku sendistovuni í Brússel VITJAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Sendistovan í Brússel hevur fingið hópin av aftur- meldingum frá fólki, sum vóru við til móttøkuna í Brússel, bæði frá sendi- stovum her í býnum og gest- um annars, sum vóru við. Fólk hava sent brøv, og fólk hava ringt, og øll eru á einum máli um, at tiltakið var sera áhugavert og væl- eydnað. Páll Holm Johannesen, starvsnæmingur á Sendi- stovu Føroya í Brússel, heldur, at tað við hesum eydnaðist at marknaðarføra Føroyar úr einum øðrum sjónarhorni, enn landið vanliga kent fyri í ES-høpi. Føroysk mentan - Eini 70-80 fólk, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til ES-kervið í Brússel, vórðu við til móttøkuna. Við móttøkuna greiddi løgmaður frá um Føroyar og føroysk viðurskifti, og borð- reitt varð við alskyns før- oyskum brellabitum úr sjón- um, sum dugnaligi kokk- urin, Birgir Enni, stóð fyri. - Føroyski maturin hevði stóran áhuga og varð ógvu- liga væl móttikin av gest- unum, sum ikki hildu seg aftur. Gestirnir vóru eisini rættiliga hugtiknir av før- oyska ølinum, sum Føroya Bjór hevði latiðtil tiltakið. Páll sigur, at sum ikki einaferð bergtók Eivør gestirnar við sínum ser- staka sangi, eins og Kári Svensson og Sámal Tofta- nes settu sín dám á við teirra listarligu evnum og málningum. - Eg haldi, at tað við hes- um eydnaðist okkum ógvu- liga væl at lýsa og markn- aðarføra Føroyar á ein øðrvísi hátt, enn vit vanliga plaga at gera. Páll sigur, at við móttøk- una varð dentur lagdur á tann partin av okkara ment- an, ið snýr seg um før- oyskan mat, tónleik og list. Fleiri fundir Føroysku umboðini við móttøkuna vóru løgmaður, Jóannes Eidesgaard, Marj- un Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni, Her- luf Sigvaldsson, Sigmund- ur Isfeldt, Birgir Enni, Eivør Pálsdóttir, Kári Svensson, Sámal Toftanes og føroyingarnir á sendi- stovuni í Brússel, Hákun Djurhuus, sum leiðir sendi- stovuna og Páll Holm Jo- hannesen, starvsnæmingur. Óli Samró, sum kom úr Haag og Bjørn Kunoy, sum lesur í Belgiu, vóru eisini við til móttøkuna. Páll Holm Johannesen sigur, at løgmaður kom til Brússel sunnukvøldið, sum móttøkan var týskvøldið. - Jóannes Eidesgaard var á fleiri fundum mánadagin og týsdagin, har hann hitti ymiskar ES-myndugleikar, sum umsita millum annað fisk, gransking og útbúgv- ing. Somuleiðis hitti hann aðalskrivaran í Nato, Jaap de Hoop Scheffer og aðal- skrivaran í EFTA, William Rossier. Á vitjanini í Brússel fyrst í vikuni, hitti løgmaður, Jóannes Eidesgaard, týðandi fólk innan ES, EFTA og NATO VITJAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir fundin, sum løgmaður hevði við Laszlo Kovács, ES-nevndarlim, helt Jó- annes Eidesgaard, at góðir møguleikar eru fyri at víðka um samstarvið við ES. Tað er Laszlo, ið varðar av sáttmálanum millum Føroyar og ES. Á hesum fundi legði løg- maður serliga dent á møgu- leikarnar at víðka sam- starvið millum Føroyar og ES innan gransking, út- búgving og flogferðslu. Løgmaður spurdi eisini ES-nevndarlimin, nær skip- anin viðvíkjandi samsavn- an av uppruna – tann so- nevnda kumuleringsskipan- in – verður klár at seta í gildi. Í Brússel hevði løgmaður eisini fund við ES-nevndina um at víðka sáttmálan við ES, soleiðis at hesin eisini kemur at fevna um útbúgv- ing og gransking. Nevndin tók væl ímóti ynskjum løg- mans og er sinnað at virka fyri at fremja hesi mál saman við Føroyum. Handilsviðurskiftini millum Føroyar og ES sum heild vórðu eisini umrødd á fundinum við ES-nevndina. Umframt at skifta orð við Laszlo Kovács, ES-nevnd- arlim og ES-nevndina ann- ars, hitti løgmaður eisini ES-nevndarlimin í land- búnaðarmálum, Mariann Fisher Boel. Jóannes Eidesgaard og Mariann tosaðu eisini um framtíðarsamstarvið mill- um Føroyar og ES. NATO-aðalskrivarin Í Brússel hitti løgmaður NATO-aðalskrivaran, Jaap de Hoop Scheffer. Á hesum fundi kunnaði hann aðalskrivaran um før- oysku sjónarmiðini í sam- band við trygdar-og verju- politikk, og um hvussu før- oyingar meta seg í NATO- høpi. Hann greiddi eisini Jaap de Hoop frá "Fámjins- skjalinum", har danir stað- festa, at teir vilja virka fyri, at føroyingar fáa ein virkn- an leiklut í uttanríkis-og verjupolitiskum málum. Jóannes greiddi frá hernað- arsamtyktini í fjør vár, har løgtingið samtykti, at før- oyingar skulu hava meira innlit í hernaðar-og verju- mál. Jóannes Eidesgaard spurdi Jaap de Hoop um radarstøðina á Sornfelli, sum danir ætla at niður- leggja og vísti á, at radarin hevur týdning fyri sivilu loftferðsluna. Aðalskrivarin segði, at hetta er ein avgerð hjá donsku verjuni burtur av, og at føroyingar og danir mugu finna út av hesum í felag. Sonevnda SSSB-FAR- støðin, sum bretar hava um- hugsað at byggja, varð eis- ini umrødd á fundinum við aðalskrivaran. EFTA-fundur Á vitjanini í Brússel kann- aði Jóannes Eidesgaard eis- ini møguleikarnar fyri tætt- ari samstarvi við EFTA, og í hesum sambandi var fund- ur millum løgmann og aðalskrivaran í EFTA, William Rossier. Løgmaður greiddi aðal- skrivaranum frá, at lands- stýrið í løtuni kannar møguleikan at víðka form- liga samstarvið við bæði ES og EFTA. Á fundinum vísti Jóannes á, at nýggja uttanríkislógin kann gerast rættarliga støð- ið undir einum tættari sam- starvi við ES og EFTA í framtíðini. Hesum vísti aðalskrivarin ikki aftur. Teir báðir vóru á einum máli um at halda fram við at kanna møguleikarnar fyri einum formligum samstarvi. Løgmaður hitti týðandi fólk í Brússel Í Brússel hitti Jóannes Eidesgaard ES-nevndina og ES-nevndarlimir. Á myndini taka løgmaður og ES- nevndarlimurin, Laszlo Kovács, í hondina á hvørjum øðrum Mynd: Hákun Djurhuus - Fólk hava sent brøv, og fólk hava ringt. Øll eru á einum máli um, at tiltakið var sera áhugavert og væleydnað, sigur Páll Holm Johannesen á Sendistovu Føroya í Brússel