leygardagur 16. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2005
7
Landssjúkrahúsið:
Stríðið um føðideildina er harðnað
Sjúkrarøktarfrøðing-
ar góðtaka undir
ongum umstøðum, at
ein ljósmóður skal
vera leiðari á eini
deild, har sjúk pinku-
børn og sjúkar barna-
konur liggja og krevja
serkøna røkt
UMLEGGINGAR Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Stríðið um føðideildina á
landssjúkrahúsinum er heilt
avgjørt ikki av.
Forkvinnan í Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktar-
frøðingar er rættiliga greið,
tá ið vit spurdu hana, hvat
hon sigur til, at leiðslan á
Landssúkrahúsinum
nú
hevur gjørt av at seta um-
stríddu umleggingarnar á
føðideildini í verk.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
hava alla tíðina sagt, at teir
góðtaka undir ongum um-
støðum, at tað fakøkið, sum
eitur sjúkrarøkt, verður tik-
ið frá sjúkrarøktarfrøðing-
unum og lagt undir ljós-
møðurnar.
Kortini avgjørdi leiðslan
á Landssjúkrahúsinum hós-
dagin, at umleggingarnar
verða settar í verk, helst frá
1. mai at rokna.
Men tað, sum rættiliga
hevur fingið bikarið hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum at
flóta yvir, er, at tað eru eis-
ini gjørdar kollveltandi
broytingar í sjálvari leiðsl-
uni á føðideildini.
Higartil hevur ein sjúkra-
røktarfrøðingur verið leið-
ari á føðideildini.
Men tað er alt broytt, so
at tað nú verður ein ljós-
móður, sum verður ovasti
leiðari á føðideildini.
Men undir henni skulu so
sita tveir tveir javntsettir
undirleiðarar
leiðarar,
nevniliga ein sjúkrarøktar-
frøðingur og ein ljósmóður.
– Vit kunnu undir ongum
umstøðum góðtaka, at ein
ljósmóður verður leiðari á
eini neonatalari deild, sigur
Jana H. Dalsgaard, for-
kvinna í Felagnum Føroysk-
ir sjúkrarøktarfrøðingar.
Ein neonatal deild, er ein
deild, har sjúkar barnakonur
og sjúk pinkubørn liggja.
hesi hava brúk fyri nágreini-
ligari røkt og tí er tað als
ongin ivi um, at leiðarin skal
vera sjúkrarøktarfrøðingur,
tí sjúkrarøkt er serøkið hjá
sjúkrarøktarfrøðingum.
ana H. Dalsgaard, sigur,
at støðan á føðideildini er
nú tann, at leiðandi sjúkra-
røktarfrøðingurin er lækk-
aður í tign, samstundis sum
at ljósmóður hevur yvirtik-
ið leiðarastarvið.
Samstundis
eru
ein
sjúkrarøktarfrøðingur og
ein ljósmóður javntsettir
undirleiðarar.
–
Hetta
merkir,
at
sjkúkrarøktarfrøðin er í
greiðum minniluta í leiðsl-
uni og tað góðtaka vit undir
ongum umstøðum.
Ongin sparing
Forkvinnan í Felagnum før-
oyskir sjúkarøktarfrøðingar
sigur, at umleggingin ber í
sær, at tað nú verða tríggir
leiðarar í skipanina, har tað
áður vóru tveir.
Tað er eisini greitt, at
ætlanin er, at ósett størv og
komandi leys røktarstørv,
verða ikki sett aftur.
– Her er talan um størv til
sjúkrarøktarfrøðingar.
Samstundis kann longu
staðfestast,
at
tríggir
sjúkrarøktarfrøðingar eru
longu farnir úr starvi og
fryktandi er fyri, at enn
fleiri fara.
– Sostatt sær svart út fyri
røktarfakliga førleikanum á
føðideildini, sigur Jana. H.
Dalsgaard.
Hon sigur, at Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktar-
frøðingar stendur sostatt
fast við sínar útsagnir her-
fyri um, at umleggingin á
føðideildini á Landssjúkra-
húsinum fer at seta trygd-
ina hja sjúkum pinkubørn-
um og sjúkum barnakonum
í vanda.
– Í veruleikanum er úr-
slitið av umleggingunum á
føðideildini uppaftur verri
enn lagt varð upp til í fyrst-
uni, tí nú er sjúkrarøktar-
fakligi leiðarin lækkaður í
tign, eins og deildin er við
at verða drenað fyri sjúkra-
røktarfrøðinar, sigur for-
kvinnan í Felagnum Før-
oyskir
Sjúkrarøktarfrøð-
ingar.
Hon tvíheldur eisini um,
at talan er ikki um nakra
sparing, tí nú eru tríggir
leiðarar, har tað framman-
undan vóru tveir, sam-
stundis sum ljósmøður fáa
hægri løn enn sjúkrarøktar-
frøðingarnir.
Stjórin á Landssjúkra-
húsinum sigur, at
nógv umstríddu um-
leggingarnar á føði-
deildini verða settar í
verk og hann vónar at
tað kann gerast um
ein mánað
UMLEGGINGAR Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at føðideild-
in á Landssjúkrahúsinum
verður umskipað, soleiðis
sum leiðslan hevur ætlað.
Sostatt er tað eisini greitt,
at harðligu mótmælini frá
sjúkrarøktarfrøðingunum
rinu ikki við leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum.
Poul Geert Hansen, stjóri
á Landssjúkrahúsinum, sig-
ur, at gongst sum ætlað,
verða umleggingarnar sett-
ar í verk 1. mai.
Hann sigur, at endamálið
við umleggingunum er at
fáa eina betri góðsku og
samanhang í samlaðu tæn-
astuna hjá føðideildini og
ljósmøðraskipanina og sam-
stundis fáa ein meiri ration-
ellan rakstur av deildunum.
– Ongi røktarstarvsfólk
verða søgd upp, men ósett
og komandi leys størv,
verða ikki sett aftur fyrrenn
vit eru komin niður á
starvsfólkatalið sum ætlað.
Hann sigur, at leiðslan á
samanløgdu deildini verður
skipað soleiðis at bæði
sjúkrarøktarfakliga
og
ljósmóðurfakliga økið er
væl umboðað.
– Leiðarastørvini verða
fyribils sett fyrstu syftu,
men áðrenn eitt ár er farið,
verða tey lýst leys.
Leiðarin skal vera antin
ljósmóður,
sjúkrarøktar-
frøðingur ella ein við báð-
um útbúgvingunum.
Í hesum sambandi kann
viðmerkjast, at Annika
Hoydal, ljósmóður, er sett-
ur sum ovasti leiðari á
føðideildini.
Undir henni eru so tveir
javntsettir millumleiðarar
settir. Sólfríða Helmsdal,
sum varð leiðari á føði-
deildini, er lækkað í tign og
er nú settur millumleiðari
fyri røktarfakliga økið og
JoanVang, ljósmóður, sum
er settur undirleiðari fyri
ljósmóðurfakliga økið.
Poul Geert Hansen sigur,
at nú fer leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum at leggja til
rættis út í æsir, hvussu ar-
beiðið á føðideildini skal
skipast
– Vit leggja stóran dent á,
at hetta verður væl skipað,
so at øll starvsfólk verða
tikin við í tilrættalegging-
ina og kunnu føla seg trygg.
Vit fara eisini at leggja
nógva orka í at samansjóða
starvsfólkini, soleiðis at tey
sum skjótast kunnu kenna
seg, sum hoyrandi til eina
og somu deild.
Poul Geert Hansen sigur,
at ætlanin er at spara 1,7
millión um árið við hesi
umleggingini. Samstundis
skulu 5,6 ársverk av sjúkra-
røktarfrøðingum sigast úr
starvi og ljósmøður yvir-
taka størvini.
Felagið Føroyskir sjúkra-
røktarfrøðingar meta, at
hetta svarar til átta sjúkra-
røktarfrøðingar, tí tað eru
so nógv, sum arbeiða hálva
tíð og 3/4 tíð.
Poul Geert Hansein held-
ur, at tað er væl skilligt, at
sjúkrarøktarfrøðingarnir
kenna seg ótryggar, tí tað er
ikki óvanligt, tá ið um-
leggingar verða gjørdir á
einum arbeiðsplássi.
– Men vit fara at gera
okkara ítarsta fyri at fáa
umleggingarnar at ganga so
væl sum gjørligt.
Ljósmøð-
urnar fingu
sín vilja
Tað er greitt at ein
orsøk til umlegging-
arnar á føðideildini,
er at ganga ynskjum
frá ljósmøðrunm á
møti
UMLEGGINGIN Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Orsøkin til umleggingar-
nar á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum, er,
at fáa eina betri góðsku
og samanhang í samlaðu
tænastuna hjá føðideild-
ini og ljósmøðraskipan-
ina og samstundis fáa ein
meiri rationellan rakstur
av deildunum.
Tað er almenna frá-
greiðingin frá leiðsluni á
sjúkrahúsinum til, hví
føðideildin skal umskip-
ast.
Men tað er eisini greitt,
at umleggingarnar verða
gjørdar eftir ynski frá
ljósmøðrunum.
– Tað hevur leiðslan á
Landssjúkrahúsinum
beinleiðis váttað fyri okk-
um, sigur Jana H. Dals-
gaard, forkvinna í Felagn-
um Føroyskir Sjúkrarøkt-
arfrøðingar.
Almenna orsøkin til
ynskið frá ljósmøðruum
er, at tær vilja sleppa at
fylgja sjúklingatilgongd-
ini frá byrjan til enda fyri
sostatt at styrkja saman-
hangin í viðgerðini.
Jana H. Dalsgaard vísir
eisini á, at í eini grein í
Sosialinum herfyri, skriv-
aði nevndin í Ljósmøðra-
felagi Føroya, at tær vilja
fegnar taka sær av røktini
av barsilskvinnum og
nýføðingum.
Harafturat ger forkvinn-
an í ljósmøðrafelagnum
greitt í samrøðu við
Dimmalætting longu 30.
august í fjør, heilt greitt,
at ljósmøðurnar fara ikki
at góðtaka at arbeiða á
føðideildini undir einum
sjúkrarøktarfrøðingi sum
leiðara.
– Nú er so ein umlegg-
ing framd, sum til fulnar
gongur ljósmøðrunum á
møti. Tær eru komnar inn
á deildina at arbeiða,
samstundis sum sjúkra-
røktarfrøðingurin
er
koyrdur frá sum leiðari og
ljósmóður sett ístaðin,
sigur Jana H.Dalsgaard.
– Úrslitið av umleggingun-
um á føðideildini á Lands-
sjúkrahúsinum er uppaftur
verri enn upprunaliga uppl-
eggi var, sigur felagið fyri
Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar. Her er nevndin í
felagnum
Avgerðin tikin:
Um ein mánað verður føðideildin
umskipað
–Vit fara at gera okkara ít-
arsta fyri at fáa arbeiðið á
føðideildini at ganga so væl
sum gjørligt, sigur Poul Geert
Hansen,stjóri á Landssjúkra-
húsinum