Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 72 - 16. apríl 2005 Tabu Sinnissjúka og psyki- atri eru framvegis í dag evni, sum fleiri fólk ikki tosa hart um, hóast tað at ger- ast sinnissjúkur ikki er øðrvísi enn at ger- ast forkølaður ella at bróta beinið, sigur formaðurin í Sinnis- bata SINNISSJÚKA Edvard Joensen Sinnissjúka er ikki eitt evni, fólk tosa nógv um, sigur Soffi Egholm. Tað eru nógv tabu í samband við sinnissjúku og psykiatri. Og tað er skeivt, at so er, tí hetta er ikki øðrvísi enn at gerast sjúkur á einhvønn annan hátt. Brýtur tú eitt bein ella missir eitt nýra, verður tos- að um tað sum eitthvørt annað forkølilsi. Men gerst sinnið sjúkt, verður tað tagt burtur, og í ikki so fáum førum verða hesi fólkini tí- verri eisini beind av vegn- um. Og tað er heilt forferdiligt, heldur formað- urin í Sinnisbata. – Men her skal vend koma í, staðfestir hon. Sinnisbati fer ikki at helma í, fyrr enn hetta verður tikið í álvara, og politikararnir eru farnir at raðfesta hetta økið hægri, enn gjørt verð- ur. Tí har hevur staðið illa til í so máta, sigur Soffi Eg- holm. – Tá økispsykiatriin er farin á rull, fer sosialpsyki- atriin eisini at vika, sigur formaðurin í Sinnisbata. Og sosialipsykiatrin er neyðug, sigur hon. Tí hend- an mannminknadi støðan, har fólk kunnu liggja inn- løgd og gjørd passiv á eini psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum eitt heilt lív, er ikki haldbar. Og so er hon so ókristiliga dýr eisini, at tað líkist onguum. – Eg veit ikki, hvussu nógv fólk hava hugsa um tað, og um eitt nú politikar- arnir vita tað, men ein psykiatriskur sjúklingur, sum liggur innlagdur á deildunum á Landssjúkra- húsinum, kostar 3.500,- krónur um samdøgurði, sigur Soffi Egholm. Tað er jú heilt óhugna- ligt. Líka so óhugnaligt sum tað, at fólk í upp til 40 ár liggja á hesum deildum uttan møguleika at flyta í egnan bústað, har tey kanska høvdu goldið 3.500,- krónur um mánan fyri at búð. Sambýlini Sambýlini eru góð og eitt stórt framstig í mun til tær deildirnar, vit kenna og vilja sleppa av við, sigur Soffi Egholm. Men vit eiga ikki at koyra allar sálarsjúk- lingar í sambýli, men geva teimum møguleikar at sleppa í egna íbúð at búgva. Tað menniskjansliga virði hjá fólki verður nógv størri, og tey verða nógv aktivari í geradisdegnum, um tey fáa hendan møgu- leikan, staðfestir Soffi Eg- holm. Vit tosa um manna- rætt her, sigur hon. Tað er tí alneyðugt at fáa økisfeløgini at virka, so- leiðis at tey kunnu vera við til at upplýsa um psykiatri- ina og hjálpa til at fáa fólk flutt í egnar íbúðir og soleiðis, sigur hon. Økisfelag er stovnað í Suðuroy, og nú kemur tað næsta í Vágum. Og hesum væntar Soffi Egholm sær nógv av. Tí hava tey í Sinn- isbata økisfeløgini so høgt raðfest. Og tey hava framhald- andi stórar uppgávur at loysa. Eitt nú hetta, at tað framvegis fara fólk til Dan- markar til pysikiatriska viðgerð. – Tað eigur ikki at koma fyri, sigur Soffi Egholm hørm á málinum. Tað er ein skamblettur fyri hetta landið, at vit framvegis noyðast at gera so. Hon sigur, at tað er ikki nøktandi, tá hon á Norður- lendskum fundum í hesum samanhangi árliga bara kann siga frá, at støðan í Føroyum stendur í stað. Hon skal jú batna. Týskvøldið skipar Sinnisbati fyri fundi í skúlanum á Giljanesi, har ætlanin millum annað fer at stovna økisfelag hjá Sinnis- bata PSYKIATRI Edvard Joensen Sinnisbati skipar fyri fundi í Miðavágs-Sandavág skúla mikukvøldið. Á skránni verður millum annað upp- lýsing um psykiatri og stovnan av økisfelag hjá Sinnisbata, sigur Soffi Eg- holm, formaður í Sinnis- bata. Fundarskráin á Giljanesi týskvøldið fjølbroytt, sigur Soffi Egholm. Fyrst fer hon sjálv at bjóða vælkomin og helst at sig eitt sindur um felagið Sinnisbata. Síðan fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumál- um, at tosa um framtíðar psykiatri. Eftir landsstýrismannin fer Tormóður Stórá, lækni, at tosa um psykiatri á ein- um vegamóti. At enda fer Inga Poulsen Dam, prestur, at hava eitt innlegg, hon kallar Menn- iskja í miðdeplinum. Sámal Ravnsfjall og vinmenn fara at undirhalda við Vágatónleiki, sigur Soffi Egholm, sum fegnast um ta vælvild, og tann positiva vilja, tey hava møtt í samband við tiltakið, tey skipa fyri. Hugskotið til at hava hetta tilltakið á Giljanesi er komið frá teimum, sum arbeiða í sambýlinum fyri sinnisveik í Sandavági. Tey ynsku at skipa fyri einum- hvørjum, sum kundi greiða fólki frá, hvat pysikiatri er fyri nakað, og hvat tað inniber. – Samstundis gingu vit við ætlanum um at stovna økisfeløg kring landið, greiðir Soffi Egholm frá. Eitt felag er stovnað í Suð- uroy, og ætlanin var so at fara í Norðoyggjar, Eyst- uroy og so vestur í Vágar. Nú hetta tiltakið verður fyriskipað, varð hildið rímiligt at stovna eitt økis- felag samstundis, sigur hon. Sostatt komu Vágar nú fram um í røðini. Tað er skammiligt, at vit framhaldandi í 2005 noyðast at senda summar pysikiatriska sjúklingar til Danmarkar at fáa viðgerð, sigur Soffi Egholm, formaður í felagnum Sinnisbata Mynd: Jens Kristian Vang Sinnisbati fær økisfelag í Vágum Hugskotið til at hava ein fund í Vágum, har greitt verður frá sálarsjúku, kom frá starvsfólkunum á sambýlinum fyri sinnisveik í Sandavági Mynd: Edvard Joensen