leygardagur 16. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2005
9
Brosandi postmaður til 242 húski
- Tað kemur meiri enn
so fyri at fólk bjóða
mær inn til ein
drekkamunn. Men
mær dámar tó hvørki
kaffi ella the, og tey
fægstu hava kako so
tíðliga á morgni, so
tað blívur ikki til so
nógv av tí, sigur Eli-
esar úr Pállsstovu
Joensen, postmaður á
rutu nr. 6 í Norðoyggj-
um. Hvønn dag vitjar
hann 9 bygdir og ein
bý har hann ber post-
in út til íalt 242 húski
POSTFLUTNINGUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Haraldsund: Tað er ein
vanligur hósdagur í apríl
mánaði í Haraldsundi. Tað
er kuldi í luftini, og ikki eitt
menniskja er at síggja
nakrastaðni.
Uttanfyri eini hús síggja
vit fleiri bilar standa. Mill-
um hesar er ein jeepur við tí
eyðkenda bláa litinum hjá
Postverkinum.
Vit standa eina løtu utt-
anfyri og bíða í kuldanum.
Henda løtan verður til tvær,
tí tað tekur óivað eina góða
løtu hjá postmanninum at
avgreiða síni ørindi í
húsinum.
At enda kemur hann út –
ein smílandi postmaður,
Eliesar úr Pállsstovu Joen-
sen – og fer beinanvegin
inn í næstu húsini.
- Bíða mær eitt sindur. Eg
verði skjótur aftur, sigur
hann.
Eliesar er júst byrjaður í
rutu síni henda dagin, -
fyrst í Kunoy og síðani í
Haraldsundi. Henda rutan,
sum førir hann gjøgnum trý
berghol, tvær oyggjar, 10
støð og íalt 242 húski.
- Hóast rutan er long, so
dámar mær sera væl mítt
arbeiði, sigur tann fryntligi
postmaðurin, Eliesar.
Ruta nr. 6
Hvønn einasta yrkadag eru
teir – postmenninir - tíðliga
á fótum. Tí klokkan sjey
hvønn morgun byrja teir í
arbeiði sínum.
Á posthúsinum gera teir
klárt við at sortera postin,
og tá tað er gjørt verður lagt
til brots. Hvør postmaður
fer á sína rutu, har teir
skulu inn á gólvið í hundr-
aðtals húsum.
Summar av rutunum hava
nógv húski í rímiliga av-
markaðum øki, meðan aðrar
rutur eru longri í kilometr-
um og hava somuleiðis nógv
húski sum vitjast skulu.
Ein av hesum rutunum út
frá Posthúsinum í Klaksvík
er rutan sum hevur heitið
"umdømi nr. 6" – tað er
rutan hjá Eliesari.
Tað sum er serstakt við
hesi rutuni er tað, at hon er
bæði long í kilometrum,
hevur nógv húski og fevnir
um ikki færri enn 9 bygdir
og ein bý á tveimum oyggj-
um.
Og so skal alt hetta røkk-
ast innanfyri ein og sama
dag fimm ferðir um vikuna.
Eliesar byrjar kl. 7 og er
sum oftast liðugur kl. 14.
- Í løtuni er rutan nakað
long, tí eg havi fingið meiri
aftrat. So tað blíva eitt sind-
ur langir dagar viðhvørt.
- Tí kann tað saktans
koma fyri, at eg fyrst eri
aftur við hús tá klokkuni
líður til fýra, sigur Eliesar,
sum kortini trívist væl í
sínum starvi.
Samband við fólk
Eliesar er ikki nýggjur í
fakinum, tí hann hevur
longu nógv ár á baki sum
postmaður í Klaksvík.
Hann átti tí at vita rætti-
liga nógv um lívið sum
postmaður, tí hann hevur
arbeitt sum slíkur líka síð-
ani 1. mars í 1988 – t.v.s. í
samfull 17 ár.
Tað eru sjálvandi nógv
viðurskifti, ið gera, at ein
maður heldur fram í slíkum
starvi ár eftir ár - eftir ár.
Eitt sum er serstakt fyri
starvið sum postmaður er,
at hann kemur í samband
við so nógv fólk hvønn
einasta dag.
Ein postmaður fer jú inn í
heimini hjá fólki, har tey
kunnu avgreiða síni ørindi
á staðnum.
Nógv fólk, sum Eliesar
hittir í samband við arbeiði
sítt, eru eisini sera fegin um
hesa dagligu vitjanina.
Trý berghol
Henda rutan hann nú gong-
ur er, sum nevnt rættiliga
long í kilometrum og í
fjarstøðu millum fyrsta og
seinasta húsið á rutuni.
- Eg byrji í Kunoy og fari
síðani norður til Norðdepils,
og endi so ikki fyrrenn Und-
ir Hálsi og Undir Brúnni í
Klaksvík, sigur hann.
Við so langari rutu er
skilligt at nógvar bygdir fáa
vitjan av Eliesari hvønn
einasta dag, ið postur
verður borin út.
Hann byrjar í báðum
bygdunum á Kunoynni, fer
síðani um byrgingina og
heldur hereftir fram á Borð-
oynni, har posturin verður
borin út á Strond og í
Ánunum.
Eftir hetta gongur leiðin
norður
gjøgnum
fyrsta
bergholið í oynni, tí nú fær
fólkið í Árnafirði vitjan av
Eliesari. Síðani fer hann
við postbilinum gjøgnum
seinna bergholið, tí nú
standa Norðtoftir, Depil og
Norðdepil á skránni.
Úr Norðdepli gongur
leiðin síðani aftur gjøgnum
bæði bergholini á Borð-
oynni og heilt út á Norðoyri
og eftir hetta nøkur húski
aftrat í sjálvari Klaksvíkini,
tá komið er nakað út á
seinnapartin.
Eitt er so talið av húskj-
um og bygdum, men talan
er jú eisini um rættiliga
langa fjarstøðu millum
fyrstu húsini í Kunoy og
seinastu húsini í Klaksvík.
- Ja, tá eg hyggi eftir
kilometurteljaranum,
so
vísir tað seg at rutan er
einar 70 km. til longdar,
sigur hann.
Avgreiðsla á staðnum
Tá ein áður tosaði um post-
menn, so bóru teir postin til
dyrnar hjá fólki, og fóru
síðani avstað aftur.
Men fyri nøkrum árum
síðani varð skipanin broytt,
soleiðis at teir postmenn-
inir, sum nevndust land-
postboð nú fingu annað
heiti og kallast í dag av-
greiðslupostboð.
Hetta ber so aftur við sær,
at teir hava fingið fleiri
onnur øki at røkja, tí nú
kunnu fólk á ávísum støð-
um í landinum fáa avgreitt
síni peningaørindi heima
við hús.
Ein fylgja av hesum er
tann, at eru nógv ørindi av
slíkum slagi at gera, ja, so
tekur tað longri tíð hjá
postmanninum at koma
víðari til næsta hús.
Og tí er ikki altíð so lætt
hjá teimum seinastu hús-
unum á rutuni at vita, nær
postmaðurin kemur og nær
tey kunnu fáa avgreitt
peningaørindini.
Men tey fyrstu húsini á
rutuni vita so nøkurlunda,
nær postmaðurin kemur, og
tí kunnu tey hava peningin
liggjandi kláran og fáa
goldið tað tey skulu, bæði
skjótt og væl.
Telefonrokning
Henda hósmorgunin í Har-
aldsundi steðgaði Eliesar
eina góða løtu í tveimum av
húsunum, beint niðan fyri
skúlan.
Í fyrra húsinum skuldi
ein inngjalding gerast, eins
og øll pappírini í samband
við ein pakka skuldu av-
greiðast. Tað tók eina løtu,
áðrenn brosandi postmað-
urin kom aftur til sjóndar
og fór inn í grannahúsið.
Í hesum húsinum kom
Eliesar við eini rokning fyri
nýtsluna
av
telefonini.
Rokningin verður borin út,
men fólk vilja gjarna gjalda
fyri hana beinanvegin, og
hava
tí
ofta
peningin
liggjandi kláran.
- Og júst tað er eisini ein
av uppgávum okkara – at
avgreiða inngjaldingar av
slíkum slagi beinanvegin,
sigur Eliesar.
Karamellur í lumman
Eitt slíkt vinsælt postboð
sum Eliesar er sum vera
man væl dámdur av teim-
um fólkunum, hann ber
postin til.
- Og hvussu er tað -
verður tú ofta boðin inn til
ein kaffimunn?, spyrja vit.
Eliesar er ein orðkringur
maður, og hevur eisini ver-
ið at sæð á palli, og tí er
hann knappur at svara
aftur:
- Ájú, tað kemur meiri
enn so fyri at tey bjóða mær
inn til ein drekkamunn.
Men nú er støðan tann, at
mær dámar hvørki kaffi
ella the.
- Og tey fægstu hava
kakao so tíðliga á morgni,
so tað blívur ikki til so
nógv av tí, sigur hann við
brosi á kinn.
Men fólk vilja fegin vera
blíð við fryntliga post-
mannin, og hann hevur tí
onkutíð etið døgurða hjá
fólki.
- Og onkutíð havi eg
eisini fingið okkurt gott
undir armin ella í lumman.
- Serliga uppundir jól fái
eg altíð í hópatali av
karamellum at koyra í
lumman, sigur Eliesar, og
skundar sær til seinastu
húsini í Haraldsundi.
- Tá eg hyggi eftir kilometurteljaranum, so vísir tað seg at
rutan hjá mær er einar 70 km. til longdar, sigur postmaðurin
Eliear úr Pállsstovu Joensen
Mynd: Bárður Lydersen