Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 72 - 16. apríl 2005 Tingið tók eina argháttliga avgerð hósdagin, sum hevur við sær, at nú skulu bakarahandlar og bensinstøðir lata aftur sunnudag millum klokkan 10 og 14. Grundgevingin fyri hesum er, at hesa tíð sunnudag skulu fólk "kopla úr". Frá tingsins røðarapalli varð sagt, at hetta var ikki fyri at hava frið í kirkjutíð. Men sunnudagur skal ikki vera sum allir aðrir dagar við stressi og materialistisku trongdini! Hetta er eitt sjónarmið, og sjálvandi skulu øll sjónarmið virðast. Men hevði ikki verið rættari at sagt: vit halda, at friður skal vera í kirkjutíð og tá ymisku samkomurnar hava møti? At kalla ein spaka fyri ein spaka? Upprunaliga uppskotið hjá Vinnumálaráðnum miðjaði eftir at liberalisera afturlatingarlógina og fáa gjørt tað lóg- ligt, sum í dag er ólógligt. Men endin er - um uppskotið ikki verður broytt við 3. viðgerð - at afturlatingarlógin verður strangari og minni liberal. Og tað var ikki meiningin. Sjálvandi hava øll eina meinging um, um tað er neyðugt at hava opið ella ikki. Annaðhvørt kunnu fólk keypa fyri klokkan 10 ella eftir klokkan 14. Tað er einfalt. Men ringt er at at fáa fólk at góðtaka eitt afturstig. Hinvegin fer lóg- in, um hon verður endaliga samtykt, at skapa ruðulleika, og harafturat osar hon av dupultmorali. Sum víst varð á í Degi og Viku hóskvøldið, eru allar aftur- latingartíðir prentaðar í ferðafólkabóklingar. Ein slík broyting ørkymlar bæði tey, sum varða av, og ferðafólk. Harafturat verða bakaravirki og bensinstøðir noydd at broyta skelti, vaktir o.tl. V.ø.o. hurlivasi! Men tað ringasta er dupultmoralurin. Harafturat verður munur gjørdur á vinnum. Nú skulu handlarnir steingja, men eingin forðar grann- anum at stoypa, mála, smíða ella gera okkurt heilt annað. Heldur ikki forðar lógin, at fiskiskip fiska millum kl. 10 og 14 sunnudag. Matstovur kunnu hava opið, so spurning- urin er bara, um ella nær tær fara at selja rundstykki ella tað, sum manglar, tá døgverðin skal gerast sunnudag, tí okkurt er gloymt í leygardasinnkeypinum. Sambært formanninum í vinnunevndini skulu sølubúð- irnar á strandfaraskipunum hava loyvi at selja ferðaseðlar, men spurningurin er, um tær skulu hava loyvi at selja bomm ella kanska eitt sunt súrepli. Matstovan - kafeterian - á Smyrli fær loyvi at hava opið, men skal hon hava loyvi at selja gajol? Hóast viðgerðin var margháttlig og láturlig í løtum, við- gjørdi hon ikki ivamálini og allar spurningarnar, hetta óumhugsaða broytingaruppskotið setir. Tey flestu virða gamla siðin og binda frið í kirkjutíð. Vildi tingið fáa hetta staðfest, skuldi tingið latið lógina galda alt, so einki virksemið varð loyvt sunnudag. Men tá høvdu vit nærkast tí totalitera - tí fundamentalistiska! DAGSINS MEINING Sosialurin Dupult moralur,hurlivasi og fundamentalisma VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Rættleiðing til Hergeir Nielsen løgtingsgrannskoðara Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður Saman við hinum trimum løgtingsgrannskoðarunum, Olav Enemoto (sum er formaður), Sverra Midjord og Óla Breckmann, frøist Hergeir Nielsen um ta positivu vend, sum eru hend, síðani teir lótu teirra síðstu frágreiðing til løg- tingið í mars í fjør (tvs. stutt eftir at nýggja sam- gongin hevði tikið við): "Løgtingsgrannskoðar- anir hava í áravís átalað, at rúgvan av óloystum málum undir almanna- og heilsu- mál veksur. Løgtingsgrann- skoðararnir fegnast um, at henda gongd er vend". M.a. hetta skriva teir í frágreiðing til løgtingið frá 18. mars 2005 í samband við góðkenning av lands- roknskapinum fyri 2003. Meginparturin av viðmerk- ingunum snýr seg tó ikki um sjálvan roknskapin fyri 2003, men um hvat er hent við ymiskum fyrisitingar- ligum málum, sum teir um- røddu í teirra síðstu frá- greiðing frá mars 2004. Viðvíkjandi øllum teim- um fyrisitingarligu málum, sum teir skriva positivt um - hvørjum einasta einum - at tey nú eru loyst, ella eru um at verða loyst, ella tað verður arbeitt við at loysa tey - har vísa teir beinleiðis til lógir, kunngerðir, reglu- gerðir og mannagongdir, sum eru gjørdar síðani teirra síðstu frágreiðing í mars 2004, tvs frá tí at henda samgongan tók við og til nú. Tí er tað ikki rætt, tá Her- geir nú í bløðunum roynir at billa fólki inn, at tær positivu viðmerkingarnar í grannskoðarafrágreiðingini ikki snúgva seg um árini 2004 og 2005, men bert um roknskaparárið 2003. Tíverri fyri Hergeir, Páll og Bill snúgva tey góðu orðini seg sostatt ikki um teirra vælmaktsdagar í und- anfarnu samgongu. Tey sum vilja hava prógv fyri hesum kunnu bara lesa síð- urnar 15-21 í løgtingsmáli nr. 45-6/2004: Grannskoð- an av almennum roknskap- um, Uppskot til samtyktar, undirskrivað av løgtings- grannskoðarunum, har- ímillum Hergeir sjálvum. Har vísa teir eisini bein- leiðis til síðutal í frágreið- ingini hjá landsgrannskoð- aranum, sum er ein ná- greinilig viðgerð av somu málum og nógv fleiri aftrat. At teir eisini nevna eina rúgvu av málum, sum enn ikki eru loyst ella lítið og onki er gjørt við, er púra rætt. Men munurin er tann, samanborið við árini tá Hergeir og hansara felagar ráddu, at nú byrjar hendan rúgvan at minka. Og tað er at "fegnast um", sum Her- geir skrivaði í frágreiðing- ini til løgtingið. Eyðun Egholm Fólk mugu fáast at halda seg til í mesta lagi 80 km/t, tað er ríkiligt, um tú skal koma trygt fram, og 50 km/t er eisini nokk í bygd- um øki, onkustaðni ov nógv. Meiri eftirlit við ferð í eitt tíðarskeið og lýsing- arherferð er eitt uppskot, tí ferðin er avgerandi faktor- urin í at fáa vanlukkurnar burtur. At hastverk er lastverk, er onki nýtt. Tað er ikki lætt at broyta hetta, men tað letur seg gera, og so fara vit at síggja, at tað hjálpti, og øll koma fram, kanska 2 minuttir seinni. Men hetta er jú sera einfaldur boð- skapur, sum øll skilja, sum vilja. Ferðin niður