leygardagur 16. apríl 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2005
11
Leygardagin verður
móttøka í einum øðr-
vísi nýggjum handli í
Havnini. Talan er um
handilin »Listir«, har
fimm kvinnur selja
ymiska list, sum tær
sjálvar hava virkað
LISTIR
eydna@sosialurin.fo
– Tað hendir jú ógvuliga
lítið á handvirkisøkinum í
Føroyum, hvat í sølu við-
víkur. Vit hava Glugga-
glæmu og Hendur og Hug-
flog nakrar dagar um árið,
og har koma fólk kanska
serliga fyri at hyggja. Ofta
gloyma tey at keypa. Tí
hava vit gjørt av at lata
»Listir« upp, so vit hava ein
møguleika at selja tað, vit
gera, greiðir ein av eigar-
unum, Àrna Helmsdal frá.
Hon sigur, at tær allar
hava kenst í eina tíð, og at
tær allar hava gingið og
smáhugsað um at lata ein
tílíkan handil upp, har tær
kunnu selja egna list. Nú
hava tær so sligið seg
saman.
– Vit meta at hetta er júst
rætta tíðin og rætta staðið at
lata ein tílíkan handil upp.
Tí slógu vit til. Tað er eisini
ein stórur fyrimunur at
arbeiða saman, tí tað ger
úrvalið breiðari og handilin
meiri livandi, sigur Árna.
Tær hava allar arbeiði við
síðuna av, og fara tí at skift-
ast um at vera í handlinum
hvønn gerandisdag frá kl
13 og leygardag frá kl 9.
Fyrsti dagur verður
Gestasýnarar
Eitt, sum kanska er serligt
við »Listir«, er, at teir
fimm eigararnir eisini fara
at loyva gestasýnarum inn í
nýggju hølini.
– Vit ætla at hava
útskifting í úrvalinum, og tí
fara vit at loyva ymiskum
gestasýnarum at vera hjá
okkum í styttri ella longri
tíðarskeið. Tað eru jú so
ómetaliga nógv fólk, sum
gera ótrúliga flotta og ser-
liga vøru runt um í krókun-
um, men sum fólk als ikki
vita nakað um. Teimum
ætla vit at bjóða framat,
greiðir Árna frá.
Hon sigur, at »Listir«
bert selir serligar og øðrvísi
unika–vørur, og at tað er
slíkum vørum, tær sóknast
eftir hjá gestasýnarum.
– Fyrstu gestasýnararnir
verða Glarlist av Eiði, Elin
Lindenskov, sum plantulitar
tógv og ger sápu, og Arndis
Lindberg og Marita Gutte-
sen, sum virka ymiska heilt
serliga klædnavøru. Vit
ætla ikki at hava siðbundu
føroysku
mynstrini
og
pløggini í okkara handli, tí
tað er líkasum økið hjá
Heimavirkinum, og tað
ætla vit okkum ikki inn á,
greiðir Àrna frá.
Fyribils hava tær leigað
handilshølini Bøgøtu í eitt
hálvt ár.
– Vit vita einki um tørv
ella áhuga hjá fólki at
keypa slíka vøru. Vit hoyra
tað ofta, at okkurt tílíkt
manglar í Havnini, men vit
vita allíkavæl ikki, um fólk
vilja brúka pengar uppá
hetta, tá alt kemur til alt.
Nú fara vit so at seta
fingurin á pulsin í eitt hálvt
ár, og so fáa vit at síggja
hvat hendir víðari, sigur
Árna Helmsdal at enda.
Suðuroyar Sparikassi
og VB-Sumba hava
skrivað sponsorsátt-
mála, ið fevnir um
fremstu liðini hjá
felagnum
STUÐUL
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Suðuroyar Sparikassi er
høvuðsstuðul
hjá
VB-
Sumba. Mikukvøldið skriv-
aðu partarnir undir sátt-
mála, ið fevnir um fremstu
liðini hjá felagnum, nevni-
liga 1. deild hjá monnum í
fótbólti og 1. deild hjá
kvinnum í hondbólti. Sátt-
málin er galdandi frá 1/1-
2005 og til 31/12-2005.
Suðuroyar
Sparikassi
hevur verið stuðul hjá VB í
mong ár og hildið verður
nú fram við VB-Sumba.
Líka síðani 1972 hevur
Suðuroyar Sparikassi verið
stuðul hjá VB og var VB
eisini fyrsta lið í Føroyum
yvirhøvur,
ið
hevði
sponsormerki
á
troyggjunum.
Øll
árini
hevur Suuroyar Sparikassi
verið stuðul, eitt ár und-
antikið og var tað síðst í
áttatiárunum.
Suðuroyar
Sparikassi
stuðlar dúgliga lokalt og á
ítróttarøkinum kann nevn-
ast, at stovnurin eisini
stuðlar kappróðrarbátinum
Smyrli.
Listir
Suðuroyar Sparikassi og
VB-Sumba skrivað sáttmála
Jóna Dalsgarð og Guðrið í Stórustovu
Gera barnaklæðir út bumull,høri,vaskaðum líni og
fleece. Gera eisini hondbundin pløgg til børn.
Elspa Petersen
Ger eksperimenterandi klædnapløgg í frískum
litum. T.d. sjal, turrikløð, húgvur, taskur og troyggj-
ur.Nýtir ymiskt serligt at pynta við,alt frá perlum til
frímerki.
Hildur Hermansen
Ger ymiska vøru úr keramikk. Koppar, kannir,
snapsagløs og skálir í modernaðum sniði.Øll vøran
er serstøk og drejað við hond. Nýtir alternativar
hættir at lita vøruna, m.a. øsku.
Árna Helmsdal
Bindir og tøvir í meturvøru, sniðgevur og seymar
síðani ymisk pløgg. Hevur higartil arbeitt í nátur-
litum, men er nú farin at nýta sterkar litir eisini.
Virkar t.d. troyggjur og niðurdeilir.
Eys
LISTIR ER:
Tær fimm kvinnurnar, sum mánadagin lata upp handilin »Listir«. Tær hava leingi sóknast eftir einum staði at selja sína
heimavirkaðu vøru, og hava nú avgjørt at lata upp egnan handil, fyribils í eitt hálvt ár
Mynd Jens Kr. Vang
Kendi bólkurin
Petra vitjar í Føroy-
um í næstum og øll
tekin eru um, at
hetta verður teirra
síðsta konsert í Eur-
opa og ein tann
síðsta yvirhøvur
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Kendi bólkurin Petra hev-
ur konsert í Føroyum tann
19. apríl og hetta verður
eftir øllum at døma ein av
teirra síðstu konsertum.
Bólkurin hevur ætlanir
um at gevast. Konsertin í
Føroyum verður sostatt
tann síðsta í Europa og
síðani fer Petra á ferð í
USA og síðani er ætlanin
at gevast.
Tað eru keldur nær
bólkinum, ið siga, at hetta
er tað, ið mennirnir í Petra
nú práta um og hava
ætlanir um.
Átoppinum
Símun J. Hansen er ein av
fyrireikarunum til før-
oysku
konsertina
við
Petra. Mikukvøldið var
hann til konsert við Petra
í Kolding.
- Hetta var ein hin besta
konsertin, eg havi verið til
og so avgjørt tann besta
við Petra og eg havi verið
til 5 konsertir við teimum,
sigur Símun og leggur
afturat, at teir ikki gevast,
tí tað gongst teimum illa,
men heldur er talan um
bólk, ið gevst á toppinum.
Og í práti við fyristøðu-
mannin hjá Petra fekk
Símun tíðindini um, at
bólkurin ætlar at gevast,
eftir Føroyaferðina og
ferðina í USA.
Petra hevur ætlanir um
at geva allar sínar 20 út-
gávur út í sonevndum
boks setti og síðani at fara
á endaliga ferð í USA
seinni í ár.
Og so er eftir øllum at
døma liðugt. Síðsta kon-
sert teirra í Europa verður
sostatt í Fuglafirði tann
19. apríl. Og tá teir síðani
hava vitjað USA, er ikki
meira.
Petra ætlanir um
at gevast
Vígdis Nolsøe, Vb-Sumba, og
Per Jacobsen, Suðuroyar
Sparikassi, skriva undir
sáttmála, meðan umboð fyri
liðini í bestu deildunum hjá
felagnum eisini eru til staðar
(Mynd: D. Olsen)