leygardagur 16. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 72 - 16. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
11. apríl kom hesin
drongurin í verðina
á Nykøbing Falster
hospital. Foreldur
hansara eita
Charlotta Kristensen
og Jógvan Kárason
Hansen. Hann
vigaði 3500 gr. og
var 54 cm langur.
Tey búgva í Holeby
á Lollandi.
7. apríl fingu Arnóra Thomsen og Kári Johansen,
Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3200 gr.
8. apríl fingu Jacobina Heinesen og Finnbogi Olsen,
Vágur, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði
4450 gr.
10. apríl fingu Jenny og Høgni á Lakjuni,
Fuglafirði, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3650 gr.
10. apríl fingu Annelisa og Jens Kristian Ras-
mussen, Strondum, ein son. Hann var 60 cm langur
og vigaði 4350 gr.
11. apríl fingu Marita og Jógvan Vilhelm, Klaksvík,
ein son. Hann var 48 cm langur og vigaði 2900 gr.
11. apríl fingu Anna Maria Petersen og Vagnur
Streymoy, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3225 gr.
12. apríl fingu Maiken og Ib Mohr Olsen, Sandi,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4200 gr.
12. apríl fingu Lydia og Jan P. Jacobsen,
Søldarfirði, ein son. Hann var 56 cm langur og
vigaði 4150 gr.
Dagurin
16. apríl. Mariana. Teir vita onga halga konu við hesum navni. Dagurin hevur eisini verið róptur magnusarmessa,
til minnis um Magnus Erlendsson. Hann var jallur yvir helvtini av Orknoyggjunum, men systkinabarn hansara
Hákun Pálsson, sum hevði hina helvtina, søkti at honum, og Magnus varð halshøgdur tann 16. apríl í 1115.
Magnus varð seinni skírdur halgimenni, og dómkirkjan í Kirkjubø er vígd honum. Í halgilutaskápinum í múrinum
eru bein av Magnusi.
17. apríl. Anicetus, deyður umleið ár 166. Hann var pávi. Í Føroyum hevur mansnavnið Setus verið brúkt.
18. apríl. Eleuterius, biskupur í Illýriu, tikin av døgum um leið ár 200. Dagurin verður eisini skrivaður Elenterius.
Andlát
6. apríl
Aksel Christiansen í Lerivík, 82 ár.
7. apríl
Jytta Jacobsen, Glyvrar, vanliga nevnd Jytta á
Bakka, 90 ár.
Marna úr Konoy frá Gøtugjógv, 84 ár.
9. apríl
Asaf Olsen úr Søldarfirði, 77 ár.
Ottar Jacobsen, fyrrverandi skúlastjóri, Tórshavn,
73 ár.
10. apríl
Sofía Gaard, Oyndargjørður, ættað úr Norðragøtu,
88 ár.
12. apríl
Elsa Klakkstein, Klaksvík, 98 ár.
13. apríl
Jóhanna Katrina Johannesen, Kunoy, 93 ár.
Ellen Elisabeth Olsen, fødd Nolsøe, Neslíð, Vágur,
85 ár.
75 ára føðingardagur
Sunnudagin 17. apríl verður Klæmint Nónklett,
Søldarfirði, 75 ár. Kaffimuður verður uppi í Toft í
Søldarfirði eftir kl. 15.00.
Fátæksligt kennist tað, tá vin-
ur, ið er farin um sýn, skal um-
røðast, men eg fari at royna
Góða Anna, tað er ikki lætt at
seta orð á tað, sum hjartað
floymir yvir av, tí Anna, tú fylti
so nógv í okkara dagligdegi.
Fimmti ár eru ikki fimmti
dagar. Fyrst nú veit eg, hví tað
var so umráðandi, at vit vin-
konurnar skuldu hittast 22/5-
2004 í Keypmannahavn. Góða
Anna, tú visti tað, men einki tú
segði, so stolt sum tú altíð var.
Tú hevði kortini nevnt okkurt
um, at tú føldi teg ikki so væl,
hví so til Danmarkar? Tú
hevði eisini sagt við onkran,
sum stóð tær nær, at hetta bleiv
helst tín seinasta Keypmanna-
havnarferð, og so varð.
Tá tú setti upp á at fara at vitja Bussi í Roskilde, sum
tá var so sjúk, royndi eg at siga tær, at tað var ov stræv-
ið, men einki hjálpti, gott tað sama. Tú fekst sagt
farvæl. Tað blivu bert fjúrtan dagar, frá tí Bussi fór, til
tú fór sama veg, har eingin kemur aftur.
Tað kundi verið so nógv at trivið í. Eitt, sum gleddi
meg so ómetaliga nógv, var at sita í kirkjuni og síggja
tann stóra vinaskara, sum komin var at siga tær farvæl
fyri seinastu ferð. Somuleiðis gleddi tað meg at síggja
kirkjuna so vakurt skrýdda
við tínum yndislitum, men tú
manglaði. Gloymd er tú ikki
og verður tað heldur ikki.
Vit vitja teg á kirkjugarð-
inum, men tað riggar ikki.
Tú, sum var so livandi, hví so
vitja teg her. Vit standa bert
spyrjandi.
Eitt má eisini sigast, at tú
elskaði títt arbeiði á Føroya
Bjór, og tú var góð við allar
tínar kundar, altíð vinsæl, fyri
tær vóru øll eins, lágur sum
høgur, og ongantíð var tað
nakar, sum merkti á tær, at tú
var móð. Kortini skal sigast,
eg sum kendi teg so væl, at tú
var ongantíð tann sama aftur,
eftir at Martin var deyður,
men tað skilji eg so væl, tit
høvdu livað so leingi saman, so tað tómrúmið var
eingin førur at fylla. Hvíli í friði, tit bæði, og takk fyri
alt.
Eg hugsi ofta um tykkum Flemming, Petur og børn
tykkara, tit hava mist so nógv: Eina mammu og ommu,
sum bert livdi fyri tykkum og tykkara. Ein uggi er tað
tó, at hann, ið øllum ræður, hann uggar og styrkir
okkum øll.
Vinkona tín Grethe
Ein heilsan til minnis um vinkonu mína
Onnu Petersen
(Onnu í Føroya Bjór)
Sunnudagin 17. apríl fyllir
Klæmint
Nónklett
í
Søldarfirði 75 ár.
Hann
er
føddur
og
uppvaksin
í
Lamba
í
bóndahúsi, sonur Katrinu
(Trinu)
og
Jóhannus
Nónklett bónda í Lamba.
Hann er elstur av fimm
syskjum: Klæmint, Sama-
lena, Símun, Elsa og Karin.
Sum ungur var hann til
skips eina tíð, so koyrdi
hann lastbil, sum hann
ognaði sær úr Saltnesi.
Hann gjørdi vegarbeiði og
koyrdi eisini vøru út fyri
P.W. í Søldarfirði o.a.
fyrifallandi.
Í 1955 giftist hann við
Bergliott
(Begg)
úr
Søldarfirði, tey búsettust í
Lamba og fingu tvey børn,
Katrinu (Dinna), gift við
Eyðun
Jacobsen
úr
Klaksvík, tey eiga 3 gentir.
Pauli giftur við Frígerð
úr Runavík, tey eiga 3
dreingir.
Í 1960 fór Klæmint at
koyra gravkúgv hjá LV.
Hann var suðuri í Sumba til
at
gera
keiina
har,
oyggjarvegin og mangt
annað. Hann var bóndi
eisini, og ognaði sær eisini
blaðkúgv sjálvur, sum hann
koyrdi líka til 1980, tá hann
og Begg fóru niður á
Hirshólmin at passa fýr.
Har trivust tey ómetaliga
væl. Hann hevði fleiri bátar
hetta
tíðarskeiði
av
ymiskun slag, bæði plast
og træ. Hann royndi við
gørnum
eftir
sild,
reyðspettum, tungu, toski,
o.ø.
setti
állarúsur,
hummararúsur, roykti sild
og áll til turistarnar, sum
komu út á hólman um
summarið, so har lógu
nógvir lystbátar gjøgnum
alt summarið.
Tey keyptu sær eini hús
inni í Fredrikshavn. Tað
dámdi teimum væl, at
kunna fara inn har at halda
frí í nakrar dagar. Í 1993
doyði Begg. Eftir tað fór
hann at arbeiða við fýrin í
Skagen, til hann fór frá
sum 67 ára gamal. Í 1997
giftist hann við Ruth
Rasmussen úr Søldarfirði,
og fluttu tey til Føroyar
sama árið og búsettust uppi
í Toft í Søldarfirði. Hann
fekk sær bát, tá hann var
komin heim aftur. Hann
roynir eftir goggum, og
setur gørn eftir sild tá tann
tíðin er. Hann hevur eisini
eitt gásapar, so okkurt er at
tríva í, nú hann er komin
nakað upp í árini. Eisini
hevur hann fingið tveir
langabbasynir.
Tað
verður
ein
kaffimuður at fáa aftan á
kl. 15.00 uppi í Toft í
Søldarfirði.
Hjartaliga
tilukku við degnum.
Klæmint Nónklett 75 ár
Brúdleyp
Í dag, 16. apríl kl. 17.00 giftast í Vesturkirkjuni
Sanna Poulsen ogJóan Pauli Joensen, Tórshavn.
Veitslan verður í HB-húsinum kl. 19.00.