leygardagur 16. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at kæra mamma og systir okkara
Ellen Elisabeth Olsen,
fødd Nolsøe, Neslíð,Vágur
andaðist í heiminum 13. apríl, 85 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju
leygardagin 16. apríl kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Hans
Poula, Jákup og Hans
Tey, ið vilja minnast Ellen við blómum ella kransi, kunnu ístaðin
lata eina peningagávu til Eldrasambýlið í Vági.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum
at okkara elskaða mamma, vermamma og omma
Katrina Gregersen,
fødd Thomsen, Syðrugøta
andaðist á Landssjúkrahúsinum
hósdagin 14. apríl, 78 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
sunnudagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju
mánadagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Alma, Jón, Edit og Palli
Gávur kunnu latast til sambýlið í Gøtu
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálptu, tá okkara elskaða
mamma, vermamma, omma og langomma
Sigga Katrina Signhild Johannesen
(Signhild á Hædd)
Klaksvík
doyði og varð jarðað.
Tøkk til dagtilhaldið, heimarøktina og røktarheim.
Tøkk til kirkjutænarar, prest og til Sigurd fyri góð
orð í kapellinum.
Tøkk til tykkum øll sum hava stuðla við gávum
til Føroya Blindafelag.
Fyri tey avvarandi
Børnini
The sound of your voice as you spoke on the phone
The bundle of papers under your arm
The ever half-filled coffee cup in front of you
The concentrated look on your face as you studied some paper
With your glasses perched on your head
They were all a part of you.
The light step, the twinkling eyes
The charming smile as you spoke to someone
The laughter in your voice as you shared a joke at a party
Your actions as you read the story from tarvafelagið
Of the cow Stjørnueyga being led to the bull
They were all a part of you.
The single voice raised in protest at some injustice
The endless time spent discussing issues of importance
The courage and determination you showed
The keen interest in your work
The dedication to Føroya Handilsskúli
They were all a part of you.
But what I most cherish about you Klæmint
Is the love and loyalty you showed your friends
The unquestioning faith you had in them
The ready listening ear, the comforting hand on the shoulder
The willingness to listen to another’s distress and the care you gave
The principled way in which you treated people
The gentleman you were to those who least deserved it
That is what I most cherish about you.
You enriched my life with yours
For that I thank you
The image we friends carry of you in our hearts is here to stay
Our dear Klæmint, farewell
Rest in peace in God’s sweet embrace.
Kalpana
A Tribute to a Trusted Friend and a Respected Colleague,
Klæmint Olsen -
Written on 21.12.2004
Leygardagin 18. desember 2004 um middagin var sein-
astu ferð eg sá Klæmint. Vit hittust inni í SMS og prát-
aðu um leyst og fast. Dagin fyri høvdu næmingar á
skúlanum latið høvuðsuppgávu inn, og hann fegnaðist
um, at øll høvdu latið inn til tíðina; soleiðis var hann.
Hann ynskti gleðilig jól við tí eyðkenda smílinum, og
vit skiltust.
Mánamorgunin 20. desember frættist, at Klæmint var
farin. Nógvir tankar fara framvið eina sovorðna løtu:
Tú hugsar um familjuna, sum hevði so stóran týdning
fyri hann. Eisini leita tankarnir aftur í tíðina um
tilburðir og hendingar.
Hann kom á handilsskúlan seinnapartin av 80’árun-
um. Hann var ikki ein maður, sum imponeraði við síni
framferð, men hann vann við tíðini. So við og við komu
vit at kennast, og virðingin vaks, og sum frá leið eisini
álitið. Tá ið tú spurdi hann til ráðs, so visti tú, at hann
tók ikki støðu til ein spurning eftir, hvat var lætt og
bekvemt. Eingin kundi skuldseta hann fyri at vera
opportunistiskan. Tað kann vera, at hann fór skeivur
viðhvørt, men hann royndi at finna eitt slag av rættvísi
í øllum viðurskftum. Gavst tú honum mótspæl, so lurt-
aði hann eftir og var ikki fastlæstur. Tí var hann hollur
í ráðum.
Tað er ein stríðsmaður, sum er farin, segði ein starvs-
felagi henda dagin. Nógv dømi eru um tað. Eitt skifti
var Klæmint formaður í LH. Tá fall tað honum í lut at
ganga á odda í stríðnum um sjálvan samráðingarrættin,
sum var komin í vanda. Hann stóð sum drangur í brimi
og vann hetta stríð fyri okkum. Hann spardi seg ikki,
men stríddist fyri liðið. Hann hevði virðing fyri mót-
støðumonnunum. Men tá ið vandi var á ferð, var hann
kompromileysur og avgjørdur, men hann fór eftir bólt-
inum. Hann sá tað sum sína skyldu at tala at, tá ið
myndugleikar ikki bóru seg rætt at, og hann gjørdi tað
eisini.
Yrkingin, sum Janus Djurhuus yrkti í 1944 um M. A.
Jacobsen, sum doyði hetta árið bert 52 ára gamal,
hóskar væl til Klæmint, sum náddi sama aldur. Her er
annað ørindi:
Bjart var títt skygni og skarpt títt vit,
sterkur tú tóktist í sessi,
snøggliga komu so boðini: flyt,
klokkurnar ringja til messu.
Til familju og næstringar – tit, sum eru rakt av einum
brotasjógvi – er ringt at finna nakað at siga, sum hevur
meining. Men sálmaskaldið Albert B. Simpson hevur
skrivað hesi orð til tey, sum eru í somu støðu sum tit:
Hann, sum millum vreiðar bylgjur trygt á sjónum gekk,
stillar stormin harðasta, sum vald á okkum fekk.
Hann, sum græt og bað í angist í Getsemane,
deilir hvørja sorgarskál, ið sett er fyri teg.
Vit minnast Klæmint við takksemi.
Olav
Til minnis um Klæmint Olsen