Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 72 - 16. apríl 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mikudagin 13. apríl fylti Petry seksti ár. Hon hevur starvast í útvið 36 ár á psykiatrisku deild og har seinastu mongu árini sum deildar- sjúkrasystir. Sostatt var hon blaðung og lutfalsliga nýútbúgvin, tá hon kom sær upp í tað upprunaliðið, sum knæsetti veruligt og varandi psyki- atriskt virksemi í Føroyum. Og um eitt kall, so hevur hon verið sera trúføst í sín- um kalli og verið bert lítið burturfrá í sínum lívsyrki. Av undangonguliðnum frá fyrsta degi hugsi eg, at bert Petry nú er eftir, ella eisini er hon bara sjálv onnur eftir. Seinastu mongu árini hevur Petry verið leiðari fyri psykiatrisku deild 6 (áður Pensionatið), sum mestsum burturav hevur verið varandi bústaður fyri langtíðar sálarsjúk fólk, og sum sostatt hevur verið teirra veruliga heim her á fold. Og hóast óhóskandi og y v i r h ø v u r kargar umstøð- ur hevur Petry saman við síni m a n n i n g megnað væl at fjálga og hugna um búfólkini og viðvirka væl í at veita sjúkl- ingunum sum mest av við- gerð, umsorg- an, fløva og lívsdygd undir verandi umstøðum. Tað, sum vit onnur gjøgnum eitt heilt arbeiðs- lív saman við Petry, eisini minnast hana fyri, hevur verið hennara altíð fúsa, blíðliga og fyrikomandi háttarlag. Á heimafrontinum hevur Petry eins og so mong onnur ikki bara verið spard, og eitt nú doyði maðurin í enn góðum árum, men sjálv vísir Petry at halda sær sjáldsama væl, er óskerd glaðlynt og fegnast um børn og ommubørn. Góða Petry, hjartaliga tillukku og halt tú bara fram í sama lag, tí aldur sæst ikki á tær. Ey Jo Í morgin, sunnudagin 17. apríl, verður Olaf Olsen á Glyvrum 70 ár. Olaf hevur verið sjómaður og nógvu tey seinastu árini vinnulívsmaður í fiskivinnuni, og hann hevur eisini verið løgtingsmaður og landsstýrismaður. Olaf er ættaður úr Søldarfirði. Foreldrini vóru Agnas og Jákup Olsen. Tey fingu átta børn. Olaf var elstur, og so kom Rosa. Hon doyði sum smágenta. So kom ein Rosa afturat, og hon var ung genta, tá ið hon doyði. So vóru tað Jafet, Maria, Kristianna, Inga Olivia og Hansa. Jafet doyði fyri fáum árum síðani. Maria býr á Glyvrum, Kristianna á Skála, Inga Olivia í Fuglafirði og Hansa í Søldarfirði. Olaf fór blaðungur til skips, og hann var sjómaður inntil fyrst í sjeyti árunum. Hann tók stýrimansprógv á Føroya Sjómansskúla í 1959, og hann leyk skipsføraraprógv í Marstal í 1965. Í 1967 las Olaf á Danmark Tekniske Høj- skole, har hann leyk prógv. Hann ætlaði at verða sjó- mansskúlalærari. Tað var hann í nakrar fáar mánaðir, men so fór hann aftur í vinnuna. Sambandið við navigatións- skúlan slepti Olaf ikki beinanvegin, tí hann var í mong ár próvdómari á skúlanum. Frá 1959 og fram til 1969 sigldi Olaf sum stýrimaður og skipari. Hann var í DFDS, og hann var við Vágbingi og Ólavi Halga. Í 1969 keypti Olaf saman við øðrum trolskipið Vónina, sum hann sjálvur førdi tvey tey fyrstu árini. Í 1971 fóru teir undir Trolvirkið Vónina í Fuglafirði. Olaf var stjóri í Vónini 1971-81 og 1983-89. Seinni var hann nevndar- formaður í Vónini, sum umframt í Fuglafirði, har teir hava bygt út fleiri ferðir, hevur deildir og stórt virksemi í Havn- ini, Grønlandi og eisini í Canada. Í fleiri umførum hevur Olaf verið stjóri í P/F Beta, sum Skipafelagið eigur. Virksemið var upprunaliga Cuba trol- ararnir, sum vórðu keyptir til Føroya í 1973, og sum rættu- liga fóru til fiskarí um tað mundið, tá ið sjómarkið í 1977 varð flutt út á 200 fjórðingar. Teir fiskaðu fyrst og fremst til Handils og Frystivirkið, sum Skipafelagið átti í Fugla- firði. Olaf var stjóri í Beta 1977-1981, 1983-1989 og síð- ani 1994 og inntil fyri stuttum, tá ið sonur hansara tók við leiðsluni. Í mong ár var virksemið hjá Beta í Fugla- firði, men nú eru nøkur ár síðani, at Beta flutti til Runavíkar. Olaf, ið altíð hevur verið tiltikin fyri likamliga og sinniliga styrki og fyri at vera sáttligur og fyrikomandi, hevur verið uppi í nógvum vinnuligum feløgum og nevndum. Eitt nú var hann í Fiskivinnuráðnum 1979-80, nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya frá 1993 og eini tíggju ár fram og í nevndini fyri Føroya Banka 1979-1989 og 1991- 1993. Í 1980 varð Olaf valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoy, og hann varð valdur aftur á øllum valunum fram til 1994. Olaf var landsstýrismaður í fiskivinnu- og handilsmálum í borgarligu samgonguni hjá Paula Ellefsen fyrst í áttati árunum. Olaf var landsstýrismaður og vara- løgmaður frá 5. januar í 1981 og fram til 14. februar í 1983, tá ið hann segði seg úr sessinum. 22. juni í 1989 skipaði Jógvan Sundstein samgongu millum Fólka- flokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin. Olaf var landsstýrismaður í heilsu-, ídnaðar og landbúnaðarmálum. Samgongan helt til 15. januar í 1991. Hóast Olaf nú røkkur teimum 70, so er hann framvegis virkin í vinnuni. Fyri nakað síðani gjørdist hann nevndar- formaður í Vestlax, sum stríðist við at fóta sær av nýggjum í alivinnuni. Olaf giftist 10. februar í 1962 við Honnu, fødd Sund- stein og ættað úr Havnini. Tey eiga fýra børn - Malan fødd í 1963, Ragnar føddur í 1965, Ester fødd í 1967 og Hanna fødd í 1974. Trý tey elstu búgva í Søldarfirði, og Hanna býr á Glyvrum. Olaf eigur sekstan abbabørn - átta dreingir og átta gentur. Ein av abbadøtrunum doyði av vanlukku fyri nøkrum árum síðani. Pápi Olaf, Jákup Olsen, ella Jakku í Søldarfirði, sum hann varð nevndur, var kendur prædikumaður í brøðra- samkomunum, og hann yrkti fleiri sangir og sálmar. Eitt nú yrkti hann Hvat var verðin uttan Jesus. Olaf hevur verið drúgvur og trúgvur í samkomunum, har hann hevur búð, og nú hava hann og konan í mong ár átt sítt fasta pláss í Berøa í Saltangará. Olaf er rættuliga belestur, og hann hevur stóran áhuga fyri trúboðan burturi og heima. Olaf Olsen 70 ár Petry Olsen seksti Jazzorkestrið »Triumf« var fyrsta jazzorkestrið í Havn, kanska í øllum landinum. Orkestrið hevði ymiska manning. Á myndini er so manningin í 1927, f.v.: Stig Heinesen, Erland Fosaa, Kaj Sponholst (dani), Andrias Restorff, Niels Restorff, Sigurð Michel- sen, og Andrias Restorff Jacobsen. Sum tað sæst á myndini er ongin »Hi-Hat«, men har afturímóti hava teir »triangle«. Jazztrumman er eisini tynnri enn vanligt er í dag. So framskygdir hava teir verið tá, at teir hava málað navnið »Jazzband Triumf« á skinnið á stóru trummuni. Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at við- merkja í hesum sambandi, eru hann ella hon vælkom- in at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168. Havnar leksikon: Jazzorkestrið »Triumf« Komandi viku byrja vit eina myndarøð við øllum studentunum frá 50-unum. Mynd Fornminnisssavnið