leygardagur 16. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
15
Nr. 72 - 16. apríl 2005
Hin 16. apríl 1955 gingu
tveir eysturoyar ungdómar
saman í hjúnarlag í Marstal
Kirkju. Arnbjørg Gregersen
úr Syðrugøtu og Joen Jacob
Frantz Jacobsen av Glyvr-
um. Soleiðis eru hálvt
hundrað ár runnin síðani
hesa hending, suðuri á
oynni Ærø, og tað er ikki av
tilvild, at tey hava leitað
sær hagar aftur, nú gull-
brúðardagurin fer framvið.
Kanska ein máti at koma
aftur til rótina, greina og
peila av, líta aftur á hvussu
hegnisliga tað hevur gingist
eftir festingina á oynni,
sum fekk so stóran týðning
í hugaheiminum hjá teim-
um og børnunum. Endur-
støðið til nógv góð ár aftur-
at í felagsskapi verður tikið
í býnum, har alt byrjaði.
Arnbjørg er dóttir Suffíu
og Joen Elias Gregersen.
Tvey kend fólk í samtíðini.
Hann var keypmaður og
fiskakeypari. Hóvligur, ró-
ligur, mentaður, autoriterur
í positivari merking - óvik-
andi grundsúlan í familj-
uni. Mamman Suffía var av
øðrum stoypningi. Á trem-
ur av lívi, engasjemangi,
initiativi, mentan, hjálp-
semi og sosialari tilvitan.
Tað var hon, sum byrjaði
skipaðu tøtingina í sínum
egna kjallara úti í Grógv.
Har sótu gøtukonur frá
morgni til myrkurs og tøttu
og kring landið sótu hundr-
aðtals konur og framleiddu
føroysk pløgg til Suffíu,
sum keypti, og skipaði tað
mesta til útflutnings.
Hetta var ikki hissini um-
hvørvi at vaksa upp í. Av
sær sjálvum gjørdust børn-
ini ein partur av hesum
virkna depli. Uppald í
arbeiðssemi, Guðstrúgv og
radikalari tjóðskaparpolit-
iskari sannføring. Hartil
vóru gøtufólk so heppin, at
tey í gamla lærara, S. P. úr
Konoy, áttu ein hin mest
kveikjandi læraran í landin-
um. Arnbjørg gekk barna-
skúlan yviri við Gjógv.
Seinni legði hon leiðina til
Keypmannahavnar. Á hús-
arhaldsskúla. Eftir loknan
skúla tænti hon hjá kamar-
advokatinum Kemp og frú í
Hellerup. Eftir tilmæli frá
skúlanum. Har var hon í
tvey ár – í 50 og 51 – og
eftir at hava verið heima í
eitt ár fór hon aftur at tæna
hjá teimum í eitt ár. Kemp
hjúnini
vóru
hendinga
hampa- og skilafólk, og
hesa tíðina kom Arnbjørg
m.a. at kenna hin seinni so
kenda Erik Hoffmeyer. Ein
legenda í europeiskum bú-
skapar- og valutapolitikki.
Maðurin sum stjórnaði
danska tjóðbankanum, við
sjáldsamum hegni, í meira
enn ein mansaldur. Hann
var í fyrru giftini giftur við
Evu, dóttir tey bæði Arne
og Gudrun Kemp. Bræva-
skifti og telefonisamband
hevur verið ímillum familj-
urnar fram til hendan dag.
Jóan Jakku er sonur
Suffíu og Napoleon á
Glyvrum. Eisini kend fólk í
samtíðini. Suffía var dóttir
Poul Nikláa við Ryggja-
garð úr Nólsoy og Kristinu
av Oyrareingjum. Tey búðu
í Heiðunum. Í Saltangará,
sum tað nú kallast. Suffía
var ein klassisk føroysk
kona. Sum løgmaður sigur í
viðtalu, í seinasta Blákross-
blaðnum, tá ið hann verður
spurdur, hvør týdningar-
mesti persónurin er, sum
livað hevur í Føroyum:
»Tann arbeiðssama mamm-
an, sum var álitið í heimin-
um.« Betri kann tað valla
sigast um føroyskar fiski-
mannakonur, sum fingu
stórar barnaflokkar undan
og at kalla høvdu ábyrgdina
av øllum - ímeðan menninir
syrgdu fyri innløguni á
skipabunkum. Suffía var
ein av hesum. Heimið á
Langanesi var opið fyri
øllum, høgum sum lágum.
Eitt savningarstað har fólk
komu og fóru. Og blíðskap-
urin var tiltikin.
Napoleon – Glyvra Poli –
sum hann var nevndur mill-
um manna, tørvar ikki
størri umrøðu. Hann var
alkendur í landinum sum
rokskipari, reiðari og keyp-
maður. Ræddist onki, hel-
dur ikki fyri at siga sína
meining, líkamikið hvør ið
annars stóð fyri. Gløggur,
karismatiskur og harður.
Treytaleysur
tjóðskapar-
maður, stillari hjá Fólka-
flokkinum frá stovnan, og
mangar eru søgurnar um
hendan sjaldsama mannin,
sum ein skrivaði um hann,
hevði bæði kropp og høvd
til at koma sær fram í
samfelagnum úr at kalla
ongum.
Jóan Jakku gekk barna-
skúlan
hjá
Christiani
Bjarnadal á Glyvrum. Síð-
ani fór hann sum teir flestu
til skips. Fyrst við snurpu-
nótabátinum
»Sannu«,
síðani við »Columbus«, við
»Símun á Torkilsheyggi«
og vári 1948 fór hann við
Hans Paula hjá Mortani við
»Jóannes Patursson«. Hann
var við Bóndanum í 4 ár.
Tó var hann ein vetur á
Føroya Fólkaháskúla, og
veturin 49/50 tók hann
skiparaprógv í Havnini. Tá
ið Andrias hjá Mortani fór
at føra trolaran »Kallsevni«
bað hann Dáva inni í Bø á
Strondum og Jóan Jakku
hjá Glyvra Pola, teir vóru tá
21 og 20 ára gamlir ung-
dómar, um at vera ávikavist
fyrri og annar bestimaður
hjá sær. Tað var ikki hálv-
talað, og var hann við
Andriasi fram til 1953, tá ið
hann avgjørdi at fara niður
á Marstal Navigationsskole
at fáa sær stýrimans- og
skipsføraraprógv.
Tað
hongur eitt barometur á
bróstinum hjá honum, sum
prógv um, at hann var besti
næmingurin tað árið, hann
varð liðugur.
Tey bæði, Arnbjørg og
Jóan Jakku, vóru komin
saman nøkur ár framman-
undan og avgjørdu at gifta
seg í Marstal Kirkju hin 16.
apríl 1955.
Eftir lokið prógv fluttu
tey heimaftur, og hann fór
út at sigla. Búðu eitt stutt
skifti niðri í Vágsbotni, í
húsinum sum Sigmund
Petersen átti, og har Hanse-
mann Tórgarð tá hevði
radiohandil í kjallaranum.
Síðani fluttu tey til Syðru-
gøtu at búgva, fyrst inni hjá
Suffíu og Jóan Eliasi og
eftir tað í húsinum hjá Pól
Gregersen, sum tá búði og
arbeiddi á posthúsinum í
Klaksvík. Í fyrru helvt av
sekstiárunum bygdu tey á
Glyvrum, og tey hava búð
har síðani.
Jóan Jakku hevur fingist
við skipavinnu síðani. Í eini
tíggju ár sigldi hann sum
yvirmaður hjá stóra danska
útgerðarfelagnum J. Laurit-
zen. Um allan knøttin. Úr
Grønlandi til Suðurafriku
og úr New Zealandi til
Havanna. Lauritzen-menn-
inir høvdu fasta rutu mill-
um USA og Cuba áðrenn
og eitt stutt skiftið eftir
kollveltingina, síðani løgdu
teir rutuna um, soleiðis at
siglt var millum Kanada og
Cuba. Og tá ið onkur hevur
fregnast um serliga áhugan
hjá einum øðrum glyvra-
manni fyri cubansku koll-
veltingini og serliga komm-
andantinum Ernesto Che
Guevara, so kemst tað
kanska av tí sannroynd, at
Jóan Jakku helst er einasti
føroyingur, sum hevur hitt
og tosað við hesa politisku
legenduna.
Einu ferðina teir fóru úr
Kanada, varð avtala gjørd
um at flyta ein mann hagani
og til Havanna. Ongin visti
hvør maðurin var. Bara
skiparin og yvirstýrimaður-
in vistu, at hann var um-
borð, og teir mataðu hann
sum frægast hendan túrin.
Tá ið teir høvdu lagt til
bryggju á umstríddu karib-
isku oynni, var alt tað polit-
iska kremið troppað upp á
bryggjuni. Fidel Castro
stóð har ímillum aðrar, og
fyrsti maður umborð var
Che Guevara. Hann var
komin eftir kanadiumann-
inum, sum skuldi vísa seg
at vera ein kanadiskur
kommunistur,
ið
hevði
fingið politiskar trupulleik-
ar í heimlandinum, og sum
nú hevði fingið friðskjól
hjá kollveltingarstjórnini í
Havanna. Samrøðan við
Che, á dekkinum á danska
farmaskipinum, broytti nú
ikki politisku støðuna hjá
borgarliga loysingarmann-
inum av Glyvrum, men er
eitt lítið appendix til søg-
una um heimsgitna bylting-
armannin, sum gjørdist
ódeyðiligur, tá ið hann varð
skotin í Bolivia nøkur ár
seinni.
Miðskeiðis í trýssunum
fór Jóan Jakku frá J. Laurit-
zen. Bleiv skipari í danska
coastara-reiðarínum Holger
Andreasen. Har var hann
fram til tann dagin, tá ið
skipið, sum hann, pápi og
brøður hansara høvdu latið
smíðað
á
Tórshavnar
Skipasmiðju, fór í sigling.
»Norðvíkingur«.
Størsta
far, sum er smíðað í
Havnini. Seinni bygdu teir
frystifarmaskipini »Norð-
landiu« og »Vestlandiu« á
Skála Skipasmiðju. Hann
førdi øll hesi skipini. Av-
loysti eisini umborð í
»Halgafelli«, sum hann og
sonurin áttu saman. Í 1986
keypti hann einsamallur
Runavíkar Frostgoymslu
frá kommununi, og har
starvast hann framvegis, nú
hann gongur á 75. ári. Í
2001 var hann við til at
keypa
rækjutrolaran
»Napoléon«, og hann er
nevndarformaður í felagn-
um, sum eigur skipið.
Tað var John Smith, sum
einaferð skrivaði um hin
klassiska føroyska vinnu-
lívsmannin.
Líkamikið
hvussu tað gongur, so miss-
ir hann ongantíð mótið.
Jóan Jakku hevur verið í
egnari vinnu í 40 ár. Og tað
hevur gingist sum hjá teim-
um flestu. Upp og niður.
Gingið heilt væl til tíðir og
nøkur stór skrædl hava eis-
ini verið á lívsleiðini, men
drívmegin og vónin og vilj-
in um at lynna undir før-
oyskt vinnulív hevur verið
óvsikalig.
Persónligi
materielli ágóðin er undir-
orðnaður. Týdningarleysur.
Vinnan er hobby og arbeiði
sjeklað saman. Nøgdsemið
stórt og kravsemið onki.
Ein generatión sum er við
at hvørva. Nú sniðið á
frakkavelunum er meira
avgerandi enn slitnu ketils-
draktirnar
og
sárhentu
lógvarnir.
Øll árini, Jóan Jakku
sigldi, var Arnbjørg við
honum so ofta, sum tað bar
til. Hon hevði eisini børnini
við sær. Soleiðis komu eis-
ini tey at uppliva verðina,
áðrenn tað var vanligt at
ferðast, sum gjørt verður í
dag. Og hyggur man í sjó-
fartsbókina hjá henni so
sæst, at hon hevur siglings-
tíðina fleiri ferðir. Hon hev-
ur annars verið ein fyri-
myndarlig
kona
og
mamma.
Hevur
stóran
áhuga í samfelagsviður-
skiftum, politikki, lesur øll
bløðini á tamb, lurtar íðin
eftir útvarpi, vevar, tøtir,
íðkar fimleik í STØKK,
ferðast, er virkin í eldrafel-
agnum, kvinnufelagnum og
er ein hendinga gastronom-
ur. Saman hava tey havt eitt
ríkt og gott lív. Og tað eigur
kanska at vera lagt afturat,
at tey eru støðug á beink-
inum, tá ið guðstænasta
verður hildin í Glyvra
Kirkju, og eru bæði aktiv í
Eysturoyar Dansifelag.
Eftir hálvt hundrað ár á
felagskós eru tey aftur
stødd í Marstal. Kanska er
tað ikki av tilvild, at tey
hava lagt leiðina uttan-
lands. At vera í fokus hóvar
teimum ikki. Tí man eisini
hesin stubbin vera ein
herskin biti hjá teimum
báðum. Nú tey sita suðuri á
Ærø og filosofera um eina
hálva øld í stilli og væm-
ingum og vaggandi gjálvi.
Tey bæði eiga børnini
Tórbjørn, Valgerð, Brand
og Birnu. 10 ommu- og
abbabørn. Og eitt lang-
ommu- og abbabarn. Hjar-
taliga tillukku við degnum
og nógv góð ár framyvir.
it
Á felags kós í hálvthundrað ár
TÍÐINDASKRIV
Tjóðveldisflokkurin
Mikudagin tók Olaf í
Garði Joensen sæti á
tingi fyri Torbjørn Jacob-
sen, sum hevur biðið um
farloyvi í 10 dagar.
Olaf í Garði Joensen er
maskinmeistari og bóndi
á Eiði, og var næstvaldur
á lista Tjóðveldisfloksins
í Eysturoynni til løg-
tingsvalið 2004.
Olaf hevur einaferð
áður havt sæti á tingi.
Tað var í undanfarna val-
skeiði.
Hendan brúðarmyndin varð hildin at vera so mikið sjáldsom á
Ærø í 1955, at hon dagin eftir brúðleypið stóð á forsíðuni á
báðum teimum lokalu bløðunum
Olaf í Garði Joensen á ting