leygardagur 16. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 72 - 16. apríl 2005
Enn stendur leyvan av
karusellini hjá
Kristiani Martin
Rubeksen í trappuni í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni. Hon
prýddi eisini trapp-
urnar, bæði tá Zacha-
rias Heinesen og
Valdemar Lützen
handlaðu her. Synir-
nir hjá Williami
Heinesen eiga leyv-
una, sum Sosialurin
nú hevur í varðveitslu
KARUSELLIN
Jákup Lindenskov
Kristian Martin hjá Mou-
ritsi í Havn kendu fólk
flest, hann var skipari á
»Streymi« og seinni »Sig-
mundi« hjá mjólkaforsýn-
ingini.
Kristian Martin var fiski-
maður á yngri árum, sigldi
nógv við Klæminti í Syðra-
dali. Í 1928 hevur hann
vitjað systrina, sum býr í
Kjøpinhavn, ein túr eru tey
í Tivoli, og prátið er tá, at
stuttligt hevði verið _ ikki
minni hjá børnunum, um at
ein karusell var í Havn.
Heimafturkomin hevur
Kristian Martin óivað sagt
frá tí, tey høvdu sæð í
Tivoli.
_ Men tá pápi fær tele-
gram frá fastur, greiðir
Eiler frá, har stutt stendur,
at ein karusell er til sølu, er
hann skakkur - og ikki
minni kløkkur, tá hann fáar
dagar seinni aftur fær tele-
gramm - stutt og greitt: ER
KØBT.
Systurin
hevði
óivað
góðan hug á hesi vælsign-
aðu karusell, sum tey
kundu keypa brúkta. Men
Kristian Martin hevði onga
ætlan um at keypa nakra
karusell ella at gera nakran
handil. Men karusellin
kemur til Føroya við »Ros-
enhjem«, Kvívíks Tummas
var skipari.
Ymsar munnu søgurnar
vera um hesa karusell, sum
kom til landið í 1928. Tað
var forkunnugt hjá fólki at
síggja hesa ævintýrligu
karusell við øllumn hugs-
andi stórdjórasløgum, hest-
ar, elefantar, leyvur o. s. fr.
- og børnini flokkaðust í
garðinum
hjá
Kristian
Martin yviri í Ingutrøð.
Sum so mangan fekk
eisini hesin leikur bráðan
enda. Miðskeiðis í tríati-
árunum vitjaðu norskir
skótar í Føroyum. Eisini
teir vildu royna karusellina,
30 vóru teir í tali og allir í
senn upp á karusellina, tá
vildi hon ikki meir, onkur
ásur brotnaði ella bognaði
og eingin karusell fór aftur
at koyra.
Fritleif í Mattalá og
Ewald Kjølbro vóru treystu
og sterku dragarnir, og tá
ferð kom á, var frøi á børn-
unum.
Lirikassi var eisini partur
í hesi »cirkusmanesju«; tey
eru, sum enn minnast drag-
andi ljómanina úr lirikass-
anum. Og væl hoyrdist - til-
tikið er, at á lágætt hoyrdu
tey ljóman úr lirikassanum
niðan til Kaldbaks!
Atgongupeningurin fyri
túr í karuselluni var 10
oyra. Tá karusellin var
steðgað med alla, vórðu
karuselldjórini skift í ymsar
ættir,
Dreingirnir
hjá
Kristian Martin fingu hvør
sín hvítan hest, somuleiðis
Georg, bróðurin, sum búði í
Tróndargøtu, sum endaði í
Bergen, Georg flutti hagar
við húski eftir krígggið
1945.
Tá sjónleikir vóru fram-
førdir í losjuni í Havn, var
pallurin vakurt skríddur við
reyðum floyal og glitrandi
baldýring. Tað var tilfar av
fyrrverandi
karusellini.
Soleiðis vóru mangir karu-
sellutir til stóra gleði og
gaman ymsastaðni langt
upp í 1950-60 árini.
Børnini, sum búðu í
Ingutrøð fingu hvør sína
floytu, partar av lirukassan-
um - søgur gingu um
hvøllu floytuljómanina úr
Ingutrøð.
Leyvan, sum nú stendur í
trappuni í Miðlahúsinum í
Vágsbotni er ein av ævin-
týrlutunum úr karusellini
hjá Kristian Martin Rubek-
sen og verður hon vónandi
og framhaldandi til frøði og
hugvekjan.
Soleiðis kann ein karu-
sell, sum ongantíð var ætl-
að, fáa ávirkan sum ring-
arnir í sjónumn úr øld í øld.
Í telefonpráti við Ejler
Rubeksen festi eg hetta á
blað, okkurt skoytti eg upp
í eftir minninum.
Karusellin hjá
Kristian Martini Rubeksen
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og Heine Heinesen, sonur
William, bera leyvuna úr kjallaranum í heiminum hjá
Williami og Lisu Heinesen í Varðagøtu
Mynd: Jens Kristian Vang
Húsini í miðuni eru húsini, sum Kristian Martin Rubeksen átti í Lucas Debesargøtu. Her í
garðinum stóð karusellin, sum kom til landið í 1928
Mynd: Jens Kristian Rubeksen
Leyvan av karuselluni hjá
Kristian Martini Rubeksen
hevur verið í varðveitslu hjá
Williami Heinesen. Hon stóð
í nógv ár í handlinum hjá
Heinesen, og seinni eisini í
handlinum hjá Valdemar
Lützen. Hósdagin kom hon
aftur til heiður og æru í
gomlu trappuni, sum
Zacharias Heinesen lat
byggja í tjúgunum
Mynd: Jens Kristian Vang