Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 72 - 16. apríl 2005 ALMANNASTOVAN TÓRSHAVN 1) – at stuðla og hjálpa einum 5 ára gomlum fjølbrekaðum drongi á allan hátt. Arbeiðið er m.a. at umlætta familjuna og verður arbeiðið gjørt í heiminum hjá barninum. Tímatali er 11 tímar annað hvørt vikuskifti,játtanin er fyribils galdandi til 31.12.05. Neyðugt er, at tann í settur verður hevur koyri- kort. 2) – at stuðla og hjálpa eini 14 ára gamlari gentu og fara við henni til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið hjá stuðlinum verður aftaná skúlatíð hjá gentuni seinnapartar og kvøld. Tímatalið er 20 tímar um vikuna, játtanin er fyribils galdandi til 31.12.05. NORÐURSTREYMOY 3) – at stuðla, stimbra og hjálpa eini 2 ára gamlari gentu málsliga og sosialt og fara við henni til venjingar. Arbeiðið hjá stuðlinum verður í Barnagarðinum í Hvalvík. Neyðugt er, at tann í settur verður hevur bil. Tímatalið er 30 tímar um vikuna, játtanin er fyribils galdandi til 31.12.05 EYSTUROY 4) - at stuðla, stimbra og hjálpa eini 4 ára gamlari gentu og virka til at hon fær ein innihaldsríkan gerandisdag. Arbeiðið verður gjørt heima hjá barninum,ella heima hjá stuðlinum. Tímatalið er 40 tímar um vikuna, játtanin er fyribils til 31.07.05 5) - at stuðla og fara við einum 11 ára gomlum drongi til venjingar og ymisk frítíðartiltøk og á hendan hátt vera við til at geva honum ein innihaldsríkan gerandisdag. Neyðugt er, at umsøkjarin hevur bil. Tímatalið er 25 tímar um vikuna, játtanin er fyribils til 31.12.05 6) - at stuðla,menna og hjálpa einum 10 ára gomlum drongi á ymiskan hátt. Tímatalið er 10 tímar um vikuna, játtanin er galdandi til 30.06.05 Stuðulsfólk Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki. Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv. Arbeiðið fevnir m.a. um: Fylgjarauppgávur Stimbran Umlætting Størvini eru hesi: NORÐOYGGJAR 7) - lýst verður eftir avloysara fyri stuðulsfólki í barnsburðarfarloyvið. -at stuðla, hjálpa og fara við einum 7 ára gomlum drongi til frítíðartiltøk. Arbeiðið er tveir dagar um vikuna í frítíðaransing í Klaksvík og annars aftaná skúlatíð hjá dronginum. Neyðugt er, at umsøkjarin hevur bil. Tímatalið er 30 tímar um vikuna. SANDOY 8) - at stuðla, stimbra og við miðvísari venjing hjálpa einum 2 ára gomlum fjølbrekaðum drongi. Arbeiðið er uml. 15 tímar um vikuna gerandisdagar og okkurt vikuskifti. SUÐUROY 10) - at stuðla,stimbra og við miðvísari venjing hjálpa eini 2 ára gamlari gentu. Arbeiðið fer fram í dagrøktini og er tímatalið 20 tímar um vikuna, játtanin er galdandi til 31.12.05 UMLÆTTINGARFAMILJA 11) - Søkt verður eftir umlættingarfamilju til 5 ára gamlan drong, eitt vikuskifti um mánaðin Umlættingarfamiljan skal helst búgva í Streymoy, Eysturoy ella í Vágunum. Játtanin er galdandi til 31.12.05 Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag í mun til uppgávuna. Nærri fæst at vita við at venda sær til Ragnhild Dahl á tlf.nr. 35 35 10, gerandisdagar millum klokkan 09.00 og 15.00. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum, skulu verða Almannastovuni, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 30.04.05. Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar. Bahá’í Miðstøðin Bønarmøti Mánadagin 18. apríl 2005 kl. 20.00 Øll eru vælkomin O sonur andans! Ongin friður er fyri teg, uttan gjøgnum at avnokta teg sjálvan og venda tær til mín; tí tær sømir at fegnast í mínum navni, ikki í tínum egna; at seta títt álit á meg og ikki á teg sjálvan, við tað at eg ynski at vera elskaður eina og oman fyri alt, sum er til. Bahá’u’lláh Pedagogar til dagstovnin á Argjum Søkt verður eftir pedagogum bæði til vøggustovu og barnagarð at byrja 1. juli 2005 ella eftir nærri avtalu.Arbeiðstímar um vikuna kunnu vit tosa um. Dagstovnurin er ein sjálvsognarstovnur við eini 5 manna nevnd, har trý eru politiskt vald og tvey eru foreldraumboð. Umhvørvið rundanum Dagstovnin á Argjum - Beint við er hagin við alskyns møguleikum - Sandá rennur framvið,og Sandagerði er tætt við - Bussleið 2 steðgar við stovnin Stovnurin leggur dent á at bjóða - Ein pedagogik, har dentur verður lagdur á men- ning og avbjóðing - Virðing og trivnað, bæði hjá børnum og vaksnum - At stovnurin er opin og jaligur um framtíðina og broytingar - Forskúla og gott samstarv við skúlan Hví trívast starvsfólkið á stovninum - Tí at vit fáa fakliga mennandi avbjóðingar - Tí at vit sjálvi eru við til at seta dám á stovnin - Tí at arbeitt verður við trivnaði, dygd og menning Hvat kunnu vit bjóða tær - Eitt starv har tú kanst hava ávirkan - Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og sam- stundis menna teg sjálva(n) - Eitt starv har vit lýta á teg, so tú kanst arbeiða sjálvstøðugt - Eitt starv har dentur verður lagdur á opinleika Krøv til tín - At tú ert námsfrøðingur - At tú hevur fakliga vitan, sum kann nýtast í dagli- ga arbeiðinum - At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt - At tú hevur góð samstarvsevnir - At tú ert framfýsin Setarnartreytir Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðari, á telefon 219019, ella at ringja 319019 lokal 10. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 30. apríl 2005 Lesið - so eru tit við