Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 • leygardagur • 16. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Martin nær við IM-normi TALV www.faroechess.fo Annað árið á rað luttóku Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen í Du- bai Open, sum varð telvað í døgunum 04-12. apríl. Serliga væl gekk hjá Martini, sum hesaferð luktaði IM-normin. Kravið hjá Martini fyri at vinna sær sín fyrsta IM-norm, var sigur í seinasta umfari ímóti IM Hameed (2371). Men Martin fekk ikki rættiliga fótin fyri seg í hesum talvi og mátti tíverri lúta. Martin vinnur tó fitt av rating fyri úrslitið niðri í hitanum í Dubai. Eins og Martin fekk Hans Kristian 4 stig av 9 møguligum. Hans Kristi- an hevði eina miðalgóða kapping og stendur nøk- unlunda í stað í rating. Ungi og ókendi Wang Hao (2484) vann óvæntað kappingina framanfyri fleiri stórmeistarum. Wang fekk 7 stig og heili tíggju stórmeistarar fingu 6,5 stig. Christian Klien settur á beinkin Ungi Red Bull koyrarin Christian Klien hevur verið stóra samrøðuevnið í formel 1 seinastu vikur- nar. Hóast eina lovandi ársbyrjan hava Red Bull valt at skifta Klien út. Ì staðin koyrir Vitantoni Liuzzi. Fyribils skal Li- uzzi koyra 3 koyringar. Síðan verður støða tikin, um hvør skal koyra rest- ina av árinum. Klien hevur megnað at fingið stig í tveimum teimum fyrstu koyringun- um, og hetta er meira enn nakar hevði roknað við. Vegna ein tøkniligan trupulleika steðgaði hann upp í seinastu koyring. Hetta er sjálvandi ikki hansara skuld, og man neyvan verða orsøkin til løgnu viðferðina, sum Red Bull hava sýnt hon- um. Christian Klien sigur seg verða keddan um av- gerðina, men sigur sam- stundis, at hann er sann- førdur um at hann fer at koyra fyri Red Bull aftur tá Liuzzi hevur roynt seg í trimum koyringum. Koyrt verður formel 1 aftur næsta vikuskiftið á Im- mola breytini í Italia -NuD Dystir um vikuskiftið Fótbóltur - Formula-deildin 17.04 KÍ-Skála Petur Skarðenni 17.04 HB-TB Dagfinn Olsen 17.04 VB-GÍ Georg Rasmussen 17.04 EB/S-NSÍ Oddmar Andreasen 17.04 ÍF-B36 Páll Augustinussen 1. deild kvinnur 17.04 EB/S-KÍ Jan á Líðarenda 17.04 GÍ-FSV04 Jan Gardar 17.04 B36-AB Edvard Højgaard Hondbóltur - Sunset-kappingin 17.04 Stjørnan-Neistin 17.04 StÍF-Tjaldur 17.04 VB-Søljan EB/Streymur-NSÍ: Beiggjar og toppskjúttar Báðir hava teir tikið ímóti gylta skógvin- um. Teir eru beiggjar, og teir arbeiða lið um lið á skrivstovuni hjá Tryggingarsambandi num. Men sunnudag- in eru teir mótstøðu- menn UPPTAKT Jákup Mørk Tað stendur Petersen við hampuliga stórum bókstav- um undir vónunum hjá ávíkavist NSÍ og EB/- Streymi fyri nýbyrjaða kappingarárið. Helgi og Sonni hava báðir tveir sýnt gott máltev í skjótt fleiri ár, og báðir hava teir eisini roynt at tikið ímóti heiðrin- um sum besti málskjúttin í føroyskum fótbólti. Kanska eitt sindur sermerkt, at hetta hjá hvørgum teirra var í barndómsfelagnum, NSÍ, men í ávíkavist GÍ og EB/- Streymi. Gongd á málskjótingina Og meðan Helgi nú aftur er at síggja í Runavík, so er Sonni framvegis partur av liðnum hjá EB/Streymi, har hann í fjør treivst sera væl undir liðini av Sorin Anghel. Higartil hevur sjúka tó darvað Sonna nakað, og sjálvur heldur hann, at tað skal vera nú, at gongd kemur á málskjótingina. - Tað sigur seg sjálvt. Eg havi kanska ikki veri á toppinum, men eg havi so verið á vøllinum eina løtu í trimum dystum, og tað er ikki nøktandi, tá einki mál er komið. Og at NSÍ er mótstøðu- liðið. Ger tað ikki uppgáv- una eyka spennandi? - Tað ger tað heilt víst. Tað vilja væl altíð vera serligar kenslur tengdar at slíkum dysti, tí tú kennir mótstøðuliðið somikið væl. Men tað er farið, tá dystur- in byrjar. Tað eru fleiri lið, sum liggja við fýra stigum, og so er kravið trý stig, um vit skulu fylgja við, heldur Sonni. Hjá EB/Streymi er Fróði Clementsen helst tøkur aftur, eftir at hann fekk heilaskjálvta í dystinum móti GÍ fyri tveimum vik- um síðani. Einast ivamálini tykjast vera Knút Vesturtún og Egil á Bø, sum báðir hava verið sjúkir í vikuni. Stig eru kravd Heldur ikki Helgi hevur verið serliga aktivur higar- til í kappingini. Ein lítil vøddaskaði hevur argað nakað, men hetta skuldi nú verið av. Og eisini Helgi er ivaleysur um, at nú skulu stig til. - Vit vunnu fyrsta dystin, men síðani hevur talan bara verið um eitt stig í tvær vikur, og tí er sigurin eitt krav. Vit vilja vera við frammi í oddinum, og tí skulu trý stig á borðið. Men eg má viðganga, at tað verður ikki lætt. EB/- Streymur hevur eitt gott lið, og í fjør taptu vit jú á Eiði, so tað skal í øllum førum stríðast fyri søkini, heldur hann. Helgi sigur annars, at teir í Runavík hava at kalla allar mans tøkar. Helgi sjálvur og Gert Langgaard hava verið darvaðir av skaðum, men teir eru tøkir aftur. Einasta ivamálið er helst Sjúrður Jacobsen, sum varð skaddur í dystinum móti HB, og sum ikki hevur spælt síðani. Dagliga sita beiggjarnir lið um lið á skrivstovuni, men sunnudagin eru teir á hvør sínum liði Mynd: Jens Kr. Vang