Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 72 - 16. apríl 2005 VB-GÍ: Gøtu- menn vilja venda gongd- ini Fýra ár á rað hevur GÍ vunnið í Vági, og hesaferð eru gestirnir eyka svangir. Hjá vág- bingunum tykist størsti trupulleiki vera krímið, sum ger um seg UPPTAKT Jákup Mørk Einki stig eftir trimum umførum er ikki ger- andiskostur í Gøtu. Men tað er kaldi veruleiki í dag. Ein veruleiki, sum gøtumenn tó vóna at broyta sunnudagin. - Í fjør gekk í øllum førum væl hjá okkum, so eg vóni, at vit kunnu venda gongdini nú, staðfestir Súni Olsen. Og hagtølini siga eisini, at Súni hevur nakað at hava vónina í. Seinastu fýra ferðirnar hevur GÍ nevnliga fing- ið fult í Vági. Einasta fráveran hjá GÍ tykist vera Kaj Enni- garð, sum fekk reytt kort í dystinum móti KÍ. Sjúkir vágbingar Hjá VB tykist størstu trupulleikin at vera, hvussu teir skulu basa kríminum, sum tykist herja landið. Tá vit seinast høvdu samband við VB, vóru fýra mans seingjarliggj- andi, men vónin var sjálvandi, at hesir fóru at koma fyri seg undan sunnudegnum. Í aðrar mátar eru hvørki skaðar ella leik- bann, sum hótta liðið. Í HB hava tey longu tapt tvær ferðir, og tað setir krøv, nú liðið hevur heimadyst móti uppflytarunum UPPTAKT Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, at HB er favorittur, nú teir sunnu- dagin skulu taka ímóti TB í Gundadali, men samstundis leggur favoritt-leikluturin eitt stórt trýst á HB-hópin. Trý stig í trimum dystum er í øllum førum ikki meist- araspæl. Men hóast hetta, so heldur Hallur Danielsen í HB ikki, at talan er um nakað eyka trýst á liðið. - Tað haldi eg ikki, at tú kanst siga. Men eftirver- andi dystirnir eru sjálvandi við at fækka í tali, og tað er so eingin loyna, at vit ætla okkum trý stig. Eisini hava vit ein keðiligan dyst í Vági, sum vit vilja rysta av okkum. Og okkara ætlan er so, at tað skal ganga út yvir TB. Men tað hava teir so helst eina aðra fatan av, so vit fáa at síggja, sigur hann. Hjá HB er støðan við fólki óbroytt í mun til sein- astu dystirnar. Tað vil siga, at Vagnur Mohr Mortensen og Heine Fernandez fram- vegis eru úti við skaða, men at restin av hópinum er til reiðar. Hugagóðir tvørámenn Á Tvøroyri er lagið heilt gott. Hóast einki stig enn er fingið til høldar, so hevur talan verið um góð avrik, har talan eins væl kundi verið um sigrar. - Vit hava í øllum førum fingið rættað upp á nøkur ting. Ikki minst hava vit fingið verjupartin upp á pláss, og tað frøast vit um, staðfestir Jón Johannesen. Hann ásannar tó eisini, at talan er um trupla uppgávu, nú teir meistararnar á úti- vølli, men fyri tað er so einki avskriva undan dyst- inum. - At spæla móti HB er altíð nakað, sum setur okk- um upp, og hartil halda vit eisini, at vit hava nakað at prógva. Ikki minst eftir tær viðmerkingarnar, sum hava verið í pørtum av fjølmiðl- unum. Har ætla vit í øllum førum at prógva, at við- merkjararnir eru farnir skeivur staðfestir Jón. Hjá TB tykist støðan við fólki vera eitt sindur iva- som. Tað er tó greitt, at Pre- drag Zivkovic er leikbann- aður, og at hann tí ikki fær verið við. Alexandar Jove- vic fór út við skaða móti NSÍ, og óvist er, um hann er tøkur. Somuleiðis er óvist, um Emmanuel Larbi er tøkur aftur, eftir at hann hevur drigist við skaða. Í Klaksvík siga teir fótbóltslagið vera gott, og teir vóna, at tað skal eydnast betri hesa ferð á heima- vølli, enn tað gjørdi síðst UPPTAKT Jóannes Hansen Lagið undir venjingunum hevur verið gott, verður sagt úr Klaksvík, har teir í vikuni fingu boð um, at teir ikki sleppa at halda fram í steypakappingini. Venjarin og spælarnir hava gjørt nógv fyri at hetta ikki skal órógva fokusið, sum teir hava á stóru uppgávuna, sum er á skránni sunnudag- in, tá ið skálamenn koma at vitja. Leon Bjartalíð hevði fingið skaða í fótin, tá ið hann sunnudagin varð skiftur út í Gøtu. Hann hev- ur ikki vant í hesi vikuni, og tí verður hann ikki millum teir fyrstu ellivu í morgin. Jan Andreasen varð skiftur inná vongverj- an í Gøtu. Í hesi vikuni hevur hann vant meiri, enn hann hevur gjørt higartil í ár, og tí er eingin ivi um, at hann verður á liðnum. Arn- hold Joensen var sjúkur síðsta sunnudag. Hann var ikki aftur til venjingar fyrr- enn hóskvøldið. Tí er eing- in ivi um, at tað verður Kristoffur Jacobsen, sum sunnudagin fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu, ið verður á miðvøll- inum í høgru, og harvið fyri fyrstu ferð á heimavølli fer at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við úrtøkuna í Gøtu, men teir ásanna samstund- is, at tað hevur verið og verður trupult at fáa fult á heimavølli, og teir ætla sær meiri hesa ferð, enn teir fingu, tá ið VB vitjaði. Bíða eftir fyrsta sigrinum Á Skála eru einki nýtt at frætta, og tað harmast teir um. Teir tríggir útlending- arnir bíðaðu í gjár fram- vegis eftir spæliloyvunum. Teir roknaðu ikki við, at loyvini fóru at koma í rætt- lag undan vikuskiftinum, men samstundis halda teir seg hava orsøk at vóna, at viðurskiftini fara at koma upp á pláss í næstu viku. Skálamenn hava somu manning sum seinast, tá ið teir fara til Klaksvíkar. Eftir javnleikin ímóti ÍF iðra teir seg um, at teir misnýttu fleiri upplagdar møguleikar. Í Klaksvík hava teir ongan- tíð vunnið. Tvær ferðir hava teir tapt, og í fjør var úrslitið 1-1, eftir at Skála leingi hevði verið á odda og eftir at teir høvdu havt fleiri stórar møguleikar at økja um 1-0 leiðsluna. Sunnudagin sóu skálamenn ein part av GÍ- KÍ, men teir halda, at um- støðurnar vóru orsøk til, at teir ikki gjørdust so nógv klókari upp á KÍ. KÍ-Skála: Skála bíðar eftir fyrsta sigrinum í Klaksvík HB-TB: Trýst á meistarunum Gøtumenn hava hagtølini við sær, nú teir í fjórðu royndini gera eina roynd at koma á talvuna. Seinastu mongu árini hevur GÍ havt gott tak á í Vági, og fýra ár á rað hava teir gulu enntá tikið alt við sær av Eiðinum. Hagtølini siga okkum eisini, at HB hevur havt ruddliga yvirvág móti TB, meðan ÍF ikki hevur vunnið á B36 í Fuglafirði seinastu tíggju árini, tó at tað mang- an hevur gingið javnt á. Talvan sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mót- støðulini sunnudagin hava hitst í tilsvarandi dystunum seinastu tíggju árini. -jm Hagtølini vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 3 2 - 1 - 0 8 6 2 7 2 KÍ 3 2 - 1 - 0 7 5 2 7 3 Skála 3 1 - 2 - 0 8 4 4 5 4 NSÍ 3 1 - 1 - 1 3 3 0 4 5 VB 3 1 - 1 - 1 2 2 0 4 6 EB/Streymur 3 1 - 1 - 1 2 2 0 4 7 B36 3 1 - 1 - 1 1 1 0 4 8 HB 3 1 - 0 - 2 5 6 -1 3 9 TB 3 0 - 2 - 1 2 6 -4 2 10 GÍ 3 0 - 0 - 3 5 8 -3 0