Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2005 25 Hóast teir vóru kroystir mesta part- in av tíðini, so eydn- aðist tað FCK at vinna á Lerkendal- en, og nú hevur FCK góðar møguleikar at spæla seg í finaluna ROYALA LIGAN Jóannes Hansen Keðiligu tíðindini í sam- bandi við FCK ferðina til Tróndheim vóru, at tað kortini ikki bar til hjá Toda Jónsson at fara við. Hann hevur lítlan skaða at dragast við. Góðu FCK tíðindini vóru, at tað eydnaðist at vinna 1-0 á Rosenborg. Harvið er tað upp til FCK sjálvt at gera av, um fel- agið skal verða partur av fyrstu finaluni í Royalu liguni. FCK verður partur av finaluni, um tað eydn- ast teimum at vinna síðstu uppgerðina í millumspæl- inum. Talan verður um uppgerð móti Malmø í Parkini 28. apríl. Einasta málið á Lerken- dal hóskvøldið skoraði miðvallarin Hjalte Bo Nørregaard, tá ið fyrra umfarið var ein stívan hálvan tíma gamalt. Hann sendi flatt úr seytjan metrum og dygst inn við stólparótini, eftir at Álv- aro Santos, sum mannaði álopið saman við Zuma, hevði lagt bóltin spaku- liga útfrá. Serliga í 1. hálvleiki var FCK undir ógvusligum trýsti. Men teir megnaðu at halda Rosenborg frá uppløgdum málmøgu- leikum. Sum 2. hálvleikur leið, vóru teir í Rosen- borg at sleppa alt meiri í verjupartinum, og tá høvdu Zuma og norski Magne Hoseth onkrar góðar møguleikar at økja um FCK leiðlsuna. Men tað løgdu teir í danska ferðalagnum einki í, tá ið svenski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og FCK hevði øll trý stigini og møguleikan fyri finaluplássi í viðførinum aftur til Keypmannahavn- ar. FCK kom undan norskum ódnarveðri ÍF-B36: 14 ár síðani seinasta ÍF sigurin Í Fuglafirði er iva- samt, um Allan Joen- sen verður førur fyri at verja málið, og fyrrverandi ÍF venj- arin, sum nú er í B36, heldur talan vera um heilt annað mót- støðulið enn tað, sum hann vandi UPPTAKT Jóannes Hansen Tað eru tvey lið, sum tað hevur gingið heilt ymiskt hjá, sum hittast í Fuglafirði í morgin. Hjá ÍF hevur tað hilnast væl. Teir hava skorð átta mál, og teir hava fingið sjey stig. Hjá B36 hevur tað ikki gingið væl. Teir hava bara skorað eitt mál, men um teir vinna í morgin, so verða teir undir liðini á fuglfirðingum. ÍF hevur ikki vunnið á heimavølli móti B36 síðani í 1991, tá úrslitið var 3-0. Í fjør var javnt, og B36 vann í 1999 4-1. B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, var í fyrraárið og fyrra partin av árinum í fjør venjari í Fuglafirði. Tí átti hann at kent fuglfirð- ingar og ÍF væl. - Tað geri eg, men liðið hjá teimum er heilt øðrvísi nú, enn tað var, tá ið eg var venjari. Teir hava fingið Poul Ennigarð, Símun Elia- sen og teir báðar útlending- arnar í álopinum, og tað hevur styrkt liðið hjá teim- um nógv. ÍF eigur eitt gott lið, og uppgávan hjá okkum verður stór, men eg haldi, at vit hava møguleika at fáa øll stigini, sigur Sigfríður Clementsen. B36 venjarin heldur ikki, at úrskurðurin hjá FSF í steypakappingini hevur ávirkað lagið millum spæl- ararnar. • Vit arbeiða nógv við at hava fokus móti Fuglafirði í morgin. Tað hevur ikki hilnast nakað serligt við mál- skjótingini? • Í venjingardystunum gekk væl, men í trimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini hevur stígur verið í. Vit arbeiða við sakini, og vit rokna við, at vend fer at koma í. Fyri tveimum árum síðani gekk striltið hjá B36 í fyrstu umførunum. Teir megnaðu ikki at gera mál, men tá ið tað glapp, gekk tað rættu- liga væl. Í B36 eru allir teir somu tøkir, sum vunnu 1-0 á EB/Streymi. Ivamálið Í Fuglafirði er fótbóltslagið framvegis gott, og venjarin, Petur Simonsen, heldur, at teir hava orsøk at trúgva upp á, at tað hesa ferð skal bera til at fáa øll stigini. - Góða gongdin ber størri sjálvsálit við sær. Bæði ímóti GÍ og Skála hevur liðið megnað fleiri ferðir at svara aftur, eftir at mót- støðumenninir hava skorað, og tað boðar frá góðum, heldur Petur Simonsen. Sylla hevur ikki vant saman við hinum í vikuni, men teir rokna við, at hann verðúr førur fyri at spæla í morgin. Stóra ivamálið í Fuglafirði er, hvussu tað verður við málverjanum. Allan Joensen noyddist av vøllinum á Skála. Hós- kvøldið var hann á vøllin- um, men hann var ikki før- ur fyri at venja saman við hinum. Um hann ikki verð- ur førur fyri at spæla í morgin, so verður Emil Toftagaard í málinum. Hóskvøldið var Danny Rasmussen, sum áður hev- ur spælt við HB, í Fugla- firði og vandi, men hann fer ikki at spæla við ÍF.