Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JOHN JOHANNESSEN Nýggi landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djur- holm, ætlar sær í næstum at finna eina endaliga loysn á, hvussu Postverk Føroya skal skipast og rekast. Landsstýrismaðurin ætlar sær í vikuni á fund við Post- verkið, soleiðis at hann ná- greiniliga veit, hvørjar tank- Postverkið aftur á dagsskránna Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, vil hava eina endaliga loysn á Postverksmálinum. Í vikuni fer hann á fund við leiðsluna fyri Postverkið Slept málinum um hvalastuldur ar leiðslan fyri Postverkið hevur um stovnin. Tað er tó heilt greitt, at Bjarni Djurholm ætlar at umskipa stovnin. Hann sær tveir møguleikar fyri hes- um. Onnur loysnin er at skipa Postverkið eins og Post Danmark, soleiðis at Postverkið verður ein sjálv- støðug almenn fyritøka. Hin loysnin er at gera Post- verkið til alment partafelag. Seinnu loysnini var Tjóð- veldisflokkurin ímóti, tá fyrrverandi landsstýrismað- urin í vinnumálum, Bjarni Djurholm skeyt hana upp. Bjarni Djurholm er greið- ur yvir, at Tjóðveldis- flokkurin er ímóti at skipa Postverkið sum alment partafelag, men hann ætlar sær kortini at fáa ta loysnina ígjøgnum, sum hann metir vera best hóskandi. Ætlarnirnar hjá Finnboga Arge um at samansjóða partar av uppgávunum hjá Strandferðsluni og Post- verkinum fyri at sleppa und- an dupultfunktiónum halda fram. JOHN JOHANNESSEN Løgreglan veit, hvussu menn hava borið seg at, tá 40 hval hvurvu í grindini í Hvannasundi herfyri. Men løgreglan veit ikki, hvør stjól hvalirnar, og tað vænt- ar hon sær heldur ikki at finna út av. Tí hevur løgreglan slept málinum um hvalastuldur- in. Tað er nevniliga so, at tey vitnini, sum hava sæð bátar fara avstað við grind, ikki vilja siga løgregluni, hvørjir bátarnir vóru. At stjala grind er brot á revsilógina, eins og allur annar stuldur, og tí metir virkandi sýslumaðurin í Klaksvík, Karl Johansen, grindastuldurin sum eitt álvarsamt mál. Stórt virði Talan er um rættuliga stórt peningaligt virði, sum varð stolið í grindini í Hvanna- sundi. Verður kiloprísurin á grindini settur at vera 30 krónur, er talan um eina upphædd á góðar seks- hundratúsund krónur. Ein vanligur hvalur verð- ur roknaður at vera eini sjey skinn. Hvørt skinnið telur 75 kilo og talan er um 40 hval, sum eru stolnir. Verður hetta faldað, gevur tað eina upphædd á 630.000 krónur. Sostatt kann av røttum sigast, at talan er um sera Løgreglan hevur slept øllum vónum um at seta fram skuldsetingar móti teimum, sum stjólu hvalir í grindini í Hvannasundi herfyri álvarsaman stuldur. Men kortini hevur sýslumaðurin í Norðoyggjum gjørt av at sleppa málinum á hesum sinni. Næstu ferð grind verður í Norðoyggjum, ætlar løg- Ein bilførari, sum varð meldaður fyri at koyra ávirkaður, legði á annan mannin, sum hevði meldað. Hesin fekk skaða í annað eygað Ein ávirkaður bilførari og eitt av ferðafólkum hans- ara fóru til hendurs í Klaksvík leygarkvøldið. Tveir mans høvdu steðg- að einum bili, tí teir høvdu brúk fyri einum lyfti, men tá teir høvdu koyrt eina løtu vóru teir varugir við, at bilførarin var ávirkaður av rús- drekka. Hetta vildu teir ikki lata sær lynda. Teir fingu bil- føraran at steðga og tá gjørdu teir ikki mætari enn at melda mannin. Men tað fall ikki í góða jørð. Lítla løtu eftir at bil- førarin hevði steðgað bil- inum leyp hann í krovið á øðrum ferðafólkinum og ripaði honum nevan framm- aná. »Væl« var rakt, tí mað- urin fekk álvarsligan løst í eygað, sigur løgreglan í Klaksvík. Hvussu álvars- ligur løsturin er, vita teir ikki heilt, men so mikið álvarsligt var tað kortini, at hann varð sendur til eygnalæknan í Havn til viðgerar, alt fyri eitt. Tá løgreglan kom á staðið var friður komin yvir mannin aftur, sum nú varð handtikin av løgregl- uni. Sýslumaðurin í Klaks- vík sigur við Sosialin, at bilførarin verður ákærd- ur fyri harðskap og fyri at koyra ávirkaður. Rúsdrekkakoyring og harðskapur reglan kortini at vera sera varin og halda eyga við grindini alla tíðina, soleiðis at slíkt ikki hendir aftur. 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 169 - 5. september 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Góðir ambassadørar fyri Føroyar NÚ umleið 10 ár eftir, at Føroyar komu á altjóða fótbóltslandakortið við søguliga sigrinum móti Eystur- ríki, gjørdi føroyska fótbóltslandsliðið aftur av álvara vart við seg sunnudagin. Landsliðið legði út í fyrsta dystinum í kvalifiseringini til komandi heimsmeistara- kapping við einum javnleiki móti Slovenia. VIT vilja saman við øllum føroyingum ynskja lands- liðnum tillukku við hesum frálíka úrsliti. Tað var einki minni enn eitt bragd, tá tað eydnaðist okkara monnum at skora tvær ferðir seinastu tveir minuttirnar av dystin- um. Lagnunar speisemi kann tað eisini sigast at vera, at Slovenia, sum í EM-kappingini megnaði at vera á odda við trimum málum móti Jugoslavia nærum allan dystin, tá Jugoslavia móti endanum av dystinum kortini megnaði at fáa trý mál. Júst sama gongdin sum í hesum fyrsta HM-kvalifiseringsdystinum móti Føroyum. Spell fyri Slovenia, men gott fyri Føroyar, sum við hesi góðu byrjan hevur lagt upp til eina spennandi framtíð fyri Føroya í altjóða fótbólti. TAÐ eru helst mong, sum ikki hava stórvegis áhuga fyri fótbólti, tá tað um heimligu kappingina viðvíkur, men tá tað ræður um tjóðina - um at vinna Føroyum virðing og heiður úti í heimi, eru helst allir føroyingar áhugaðir og sera fegnir, tá tað gongur okkara landsliði væl. Landsliðið í fótbólti er nakað fyri seg. Tað er líkasum okkara flaggberi úti í heimi, tað er okkara skjaldramerki. Ein týðandi partur av okkara samleika, identiteti. LANDSLIÐIÐ hevur verið við til at marknaðarføra Før- oyar og føroyskar fótbóltsspælarar. Tað hevur givið úrslit, tí í dag eiga vit fleiri professionellar fótbóltsspæl- arar úti í heimi, og einki er at ivast í, at fræg úrslit sum tað móti Slovenia, eru við til at seta ljóskastaran á føroyskar spælarar í altjóða fótbóltshøpi. Og henda positiva gongd er so við til at menna føroysku spælarar- nar, nakað, sum so aftur gagnar landsliðnum, tí tað harvið fær betri spælarar. NÚ 10 ár eru farin, síðani vit av álvara komu okkum uppí altjóða fótbólt síggjast úrslitini, ikki bert á leikvølli, men eisini í gerandisdegnum. Føroyar eru vornar meira kendar kring heimin gjøgnum okkara fótbóltslandslið. Hetta hevur uttan iva stóran psykologiskan týdning, tá umræður at marknaðarføra Føroyar og føroyska vørur. Ja landsliðið hevur við sínum úrslitum verið við til at menna útflutning og skapa áhuga fyri okkara lítlu tjóð. Her mugu vit ikki gloyma ferðavinnuna, sum eisini er eitt av beinunum, ið okkara búskapur skal standa á. Útlendingar í vaksandi tali velja at vitja hetta lítla forkunnuga landið úti í Atlantshavi, eftir at teir hava hoyrt um tað gjøgnum fótbóltslandsliðið. SEINASTA vikuskiftið var eisini í aðrar mátar merkt av góðum ítróttarúrslitum. Lat okkum beinanvegin ynskja Føroya sterkasta manni, og nú vinnara av stóru kapp- ingini Atlantic Giant, Regini Vágadal tillukku við góða úrslitinum. Eftir at hava stríðst og strevast í fleiri ár hevur tað eydnast hesi føroysku kempuni at røkka einum av týðandi tindunum og vinna heitið Atlantsrisin. Úrslit hansara sigur okkum so mikið, at treiskni, venjing og trúgvin uppá at røkka á mál hevur borið ávøkstur. Sanniliga má sigast, at hetta hevur verið eitt gott og hendingarríkt vikuskifti fyri føroyskan ítrótt og fyri Føroyar sum so. Regin og fótbóltslandsliðið eru kanska okkara bestu ambassadørar. Tillukku enn einaferð og góðan byrð. Suðuroy og økismenning Viðmerkingar: Suðuroy er ein av teimun útoyggjum, sum tørva nýggj arbeiðspláss, fyri at fólk kunnu trívast og harvið blíva verandi á staðnum. Eg havi fyrr skrivað, at mær vitandi hava allir løg- tings- og landsstýrismenn sagt, at útjaðarin skal menn- ast, men tá tað kemur til veruleikan, so eru politik- arnir sum oftast orðloysing- ar, tí har hendur einki, uttan at nevndir og aðrir bólkar verða sett saman, og so sovnar alt burtur. Tað skal ikki so nógv hugflog til frá almennari síðu fyri at útvega nøkur arbeiðspláss í Suðuroy, og kann eg vísa á tvey dømi: 1.Stór yvirskrift í Sosialin- um: Næmingar í Havn hava ongastaðni at búgva. Fyri at loysa henda stóra trupulleika, kundu myndug- leikarnir, samstundis sum studentaskúlin í Suðuroy verður útbygdur, eisini fing- ið bygt skúlaheim til næm- ingar úr øllum Føroyum í Suðuroy. Henda loysnin hevði eis- ini havt tað við sær, at næm- ingar ikki høvdu verið noyddir at farið til Dan- markar fyri at fáa sær hesa útbúgving vegna íbúðartrot. At hendan loysnin er tann bíligsta fyri teir almennu mynduleikarnar, kann tað ikki verða nakar ivi um, og at fingið byggiøki í Suðuroy til hesa loysn hevði neyvan verði nakar trupulleiki. Somuleiðis fer tann nýggi SMYRIL at gera ferðingina væl styttri og betri millum Suðuroy og hin partin av Føroyum Økt næmingatal á stu- dentaskúlanum í Suðuroy hevði natúrliga gjørt útboð- ið til ungfólk í Suðuroy størri, tað er eingin ivi um tað. 2. ONS 2000 framsýning í Stavanger fyri feløg innan oljuídnaðin. Á rundferð til útgerðar- havnir í Stavangerumráð- num kom tað týðiliga fram, at tað vóru ov nógvar út- gerðarhavnir, og at hetta hevði við sær, at eingin út- gerðarhavn var brúkt fult út, sjálvt í hesum risastóra oljubýi. Ein oljuútgerðarhavn á Drelnesi, sum núverandi politiski myndugleiki hevur tikið undir við, hevði givið Suðuroynni eina natúrliga økismenning, tí hetta virk- semi hevði ment seg, so- leiðis at allir partar í sam- felagnum kundu fylgt við menningini. Teir kommunalu og landspolitsiku mynduleikar og vinnan í Føroyum høvdu havt lætt við at fylgt við menningini, tí økið er av- markað til eitt pláss, Drel- nes, har lítið og einki virk- semi er í dag. Hesi bæði tiltøkini høvdu givið Suðuroy ein íblástur, sum er hart tiltrongdur, somuleiðis høvdu hesi bæði tiltøk givið ein áhuga ímill- um hesar báðar partar, ung- dóm og vinnu, sum uttan iva kom at verða øllum Før- oyum til gagns í framtíðini. Finnleif Guttesen Tvøroyri Ikki kunnu vit siga annað enn at varaløg- maður higartil hevur havt eydnuna við sær, tá talan er um at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í Útvarpi Føroya segði vara- løgmaður millum annað, at tað er ikki rætt at samráð- ingar fara fram á ein slíkan sjónleikarahátt. Høgni Hoy- dal metir sostatt at samráð- ingarnar við danir bert eru ein reinur sjónleikur. Hetta er ein syrgilig stað- festing og eisini ein álvar- som ákara. Men at fara heilt til ST og har skrivliga skuldseta danir fyri bein- leiðis ikki at vilja samráð- ast, er tann grovasta og eis- ini tann mest skaðiliga ákæran sum nakrantíð er komin frá Føroya Lands- stýri. Hvar er tað sømuliga markið? Omaná tær mongu ákær- urnar, sum settar eru, vil varaløgmaður nú mæla til, at vit samráðast sum fólk heldur enn at lata okkur trýsta eins og mýs, sum verða fóraðar í búri. Vit eru mong sum stórliga Fólk og mýs undrast, og spyrja um vara- løgmaður ikki kennir nakað sømiligt mark? Sjálvandi ber væl til at sam- ráðast bæði fólkaliga og sakliga við danir, og haraft- urat er tað eisini líka eyð- sýnt, at vit fáa júst tað úrslit, sum fólkið ynskir. Varaløg- maður hevur tí als onga orsøk til at kenna seg sum eina rædda og kroysta mús. Loysing ella sjálvstýri Um vit brúka teir møgu- leikar, sum verandi skipan gevur, kunnu vit frítt velja millum loysing ella fult sjálvstýri í einum nýggjum felagsríki. Her finst als eingin forðan, og tískil er óneyðugt hjá varaløgmanni at leggja so stóra orku í at oyðileggja viðurskiftini millum føroyingar og danir. Hóttan og ræðumyndir byggja einki land. Mannagongdin skal broytast munandi, og so røkka vit lætt tí máli, sum Føroya fólk ynskir, men hetta skal eg venda aftur til í eini komandi blaðgrein. Tórshavn tann 30.08.2000 Trygvi F. Guttesen Gloym ikki grundlógina, ið er yvir øllum øðrum (grund)lógum! Í sjónvarpinum hóskvøldið segði formaður grundlóg- arnevndarinnar frá arbeið- inum í nevndini, m.a. frá viðmerkingum, ið komnar vóru um komandi grundlóg. Hann nevndi m.a. viðmerk- ingar umsambandið millum kirkju og stat og um rætt- indi »hjá teimum, ið eru samkynd«. Ongin er samkyndur – ikki ein einasti ein, góðin Jóan Pauli! Sambært teirri Grundlóg, ið er yvir øllum øðrum lógum, eisini grundlógum landa, er eingin samkyndur! Bíblian – høvuðsgrundlóg okra – er púra greið á hesum øki. Tað, ið nøkur kalla at vera sam- kynd, er, sambært Bíbliuni ein tilvitað avgerð nøkur taka at lata seg brúka móti náttúruni. Sambært hesari yvirgrundlóg menniskjans er slík avgerð synd móti Skaparanum, ein synd á jøvnum føti við aðrar synd- ir, ein synd, ið hevur við sær øgiligar fylgir, bæði her á jørð og síðani. Frælsið Kristusar Gott er at vita, at Skaparin gjørdi útgongd frá syndini og fylgjum hennara, tá Hann sendi einasta Sonin, Jesus Kristus, at doyggja á krossi fyri okkum. Tí upp- liva mong, sum vóru lokka til samkynda lívsførslu, at Jesus fyrigevur og reinsar syndir teirra, og setur tey fræls at liva tað lív tey vóru ætlað til, saman við Honum. Vit mega vera ansin í grundlógararbeiðinum Skal grundlógararbeiðið eydnast, mega vit greitt hava nøkur grundleggjandi viðurskifti fyri eyga. Av øll- um hesum er játtanin av Orði Guðs sum høvuðs- grundlógin undir samfelagi okkara hin fremsta. Eru hesi viðurskifti ikki púra greið, arbeiða vit til fánýtis og eiga at steðga. Jenis av Rana, Limur Miðfloksins í grundlógarnevndini Nýggja bilhøllin verður tikin í nýtslu á 75 ára degi okkara. Almenn móttøka verður leygardagin 09. september frá 10.00 til 17.00. Nógv sera góð jubilæums-tilboð!!! 1 9 2 5 – 2 0 0 0 Sosialurin - 311820 75 ÁR Í FØROYUM 75 ÁR Í FØROYUM