Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 169 - 5. september 2000 Nr. 169 - 5. september 2000 Edvard Joensen Leynar: Í dag verður ar- beiðsøkið, har byrjast skal at bora Vágatunnilin Streymoyarmegin, alment handað arbeiðstakaranum NCC Vágakonsortiinum. Farið verður so undir sjálvt boriarbeiðið, tá allar fyri- reikingarnar eru lidnar. Dagurin í dag er settur sum dagurin, tá byrjað verð- ur upp á sjálvt tunnils- arbeiðið Streymoyarmegin. Miðskeiðis í seinasta mánað varð farið undir at gera ar- beiðsveg til tunnilsmunnan á Vágalandinum. Tað ar- beiðið gongur eftir ætlan, og væntandi verður borað Vágamegin um eitt hálvt ár. Tað er tíðarfreistin, sett er, Arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi byrjar alment í dag, tá Partafelagið Vágatunnilin handar NCC Vágakonsortiinum arbeiðsplássið í Leynum frá tí byrjað verður í Leyn- um. Dávid Reinert Hansen, stjóri í Partafelagnum Vága- tunnlinum, sigur, at nú arbeiðsplássið alment er handað arbeiðstakaranum, verður farið undir at gera økið klárt, soleiðis, at farast kann undir sjálva boringina. Økið hevur ligið soleiðis hálvavegna frágingið sein- astu tíggu árini, so okkurt er, sum vælast skal um. Okkurt er, sum skal pla- nerast og so framvegis. Eisini varð lagt kloakk- frárensl, tá farast skuldi undir tunnilsarbeiðið sein- ast. Tann leiðingin varð bara løgd umleið hálva leið ta ferðina. Nú skal hon kann- ast fyri at vita, um tað, sum lagt er, kann nýtast, og ann- ars skal øll leiðingin gerast liðug, sigur Dávid Reinert Hansen. Boriútgerðin kom í gjár við skipið úr Noreg. Út- gerðin varð skipað upp á Langasandi í Kollafirði, og beinanveg klárt er, verður so farið undir at borað, sigur hann. Arbeiðsskúrar, onkur gravimaskina og onnur út- gerð komu í seinastu viku. Arbeiðsmegin, sum NCC Vágakonsortiið fer at brúka, verður føroysk og útlendsk. Eisini leiðslan. Umsiting- arleiðari fyri verkætlanini EDVARD JOENSEN Runavík: Í mai mánaða komandi ár verður fyrsta stóra, altjóða fiskivinnu- framsýningin nakrantíð hildin í Føroyum. Framsýn- ingin verður á havnarlag- num og í ítróttarhøllini í Runavík. Tað er felagið At- lantic Fair, sum skipar fyri framsýningini. Teir báðir Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, sum standa aftan fyri felagið Atlantic Fair, hava fingið Virkisráðgeving í Runavík at hjálpa sær við fyrireikingunum. Símun Hammer frá Virk- isráðgeving sigur, at hendan framsýningin verður skipað á sama hátt sum tær stóru, altjóða framsýningarnar, føroyingar plaga at vitja utt- anlands. Málið hjá fyrireikarunum er at fáa einar 200 fyritøkur at luttaka á framsýningini. Og talan verður um bæði út- og innflutningsfyritøkur, umframt sjálvandi virki, sum hava við fiskivinnu at Altjóða fiskivinnumessa í Runavík Fyrsta altjóða fiskivinnufram- sýningin í Føroyum verður hildin í Runavík í døgunum 15. til 17. mai komandi ár undir Vestmannsundi er før- oyingurin Herman Lind- berg, meðan tveir norðmenn fara at virka sum arbeiðs- leiðarar. gera. Tí talan verður um eina fiskivinnuframsýning burturav. Hetta verður størsta fram- sýning í Føroyum nakran- tíð. Eitt er, at fyrireikararnir ætla at fáa einar 200 fyri- tøkur. Men eisini økið, har framsýningin verður, verður rættiliga stórt. Samlaða fermetratalið, framsýningin fer at fevna um, veðrur einar 5.000. Eitt stórt tjald, sum leigað er til framsýningina, og ítróttarhøllin í Runavík fara at rúma 2.000 fermetr- um, meðan hinir 3.000 fer- metrarnir vera úti. Framsýningin verður á havnarlagnum í Runavík. Bæði á sjógvi og landi. Um- framt havnarlagið við báta- hylin, er eisini skipað so fyri, at til ber at sýna fram á sjónum. Eitt nú bátar og trol í fullari stødd. Runavíkar Havn hevur givið tilsøgn um, at økið verður ruddað fyri annað virksemi hesar dagarnar. Tó verður Høga- nes liggjandi. Hon er ætlað at vera partur av framsýn- ingini. Hetta átti at givið áhugað- um høvi at sæð vøruna betri, enn tá talan er um mo- dell í einum hyli. Til dømis nevna fyrireikararnir plast- bátarnar hjá AWI, trol frá Vónini og so framvegis, sum vísast kann fram í sín- um rætta umhvørvi. Ein annar fyrimunur, før- oyskar fyritøkur fáa av eini framsýning í Føroyum er, at til ber at bjóða kundunum inn á sjálvt virkið at síggja, hvussu vøran verður til, siga fyrireikararnir. Tað er eisini ein eyka reklama í tí. Men tað krevur pláss aðrastaðni enn á sjálvur framsýningarøkinum at hava eina slíka messu. Fyrireikararnir rokna við, at einar 80 útlendskar fyri- tøkur fara at luttaka á fram- sýningini. Og einar 300-500 útlendska gestir vænta teir. Hesi fólkini skulu búgva onkustaðni, meðan tey eru her. Arbeitt verður við nógvum møguleikum. Eitt er at fáa eitt hotelskip at liggja á Runavík hesar dag- arnar. Ein annar møguleiki er at flyta fólk til ymsu gist- ingarhúsini í grannalagnum. Tað vil siga alt úr Havn til Eiðis. Gestirnir koma allir við flogfari. Flogfelag Føroya tekur sær av flutningi og gisting hjá teimum, sum koma uttanlendis. Øll fram- sýningarvøran verður flutt við skipi, siga fyrireikar- arnir. Roknað verður við, at brúk verður fyri umleið 50 starvsfólkum hesar dagar- nar, framsýningin verður. Lýst fer at verða eftir fólki, og tey fá eina upplæring, áðrenn byrjað verður, so- leiðis at tey vita, hvat tey skulu gera. Alt skal jú ganga sum eftir ánni, so tað dugir ikki, at hvør ikki veit, hvat hann skal. Kostnaðurin fyri at lutaka verður á leið tann sami, sum slíkt plagar at kosta á slík- um framsýningum uttan- lands, siga fyrireikararnir. 1.750,- kr, fyri fermeturin. Básarnir kunnu vera ym- iskir til støddar. Tann minsti fer at verða níggju fer- metrar, og so er at kalla einki mark uppeftir. -Tó má helst eingin vera størri enn 5.000 fermetrar, leggur onkur av fyrireikar- unum skemtandi aftrat. Endaliga fíggjarætlanin fyri tiltakið er ikki liðug enn. Tó er greitt, at útreiðsl- urnar eru mettar til 2,5 milliónir krónur, sum teir vænta at fáa inna aftur í básaleigu, við sponsorpeng- um o.t. Enn er eingi høvuðsspon- sorur funnin, siga fyrireik- ararnir. Men samráðingar eru, og væntandi verður ein klárur nakað skjótt. Áki í Skemmuni, Andreas Jacobsen og Símun Hammer vísa fram búmerkið hjá altjóða fiskivinnuframsýningini, sum verður í Runavík komandi vár Mynd: Edvard Joensen Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum, var á Reynsbakka, tá útgerðin til vegagerðina kom í land í Vágum Mynd: Edvard Joensen Byrja nú í Leynum “FLUTNINGUR AV SPREINGIEVNI KREVUR STYTSTU LEIÐ OG EIMSKIP FERMIR BEINLEIÐIS ÚR FREDERIKSTAD Í NOREGI TIL FØROYA. TAÐ GER EISINI FLUTNINGSTÍÐINA MUNANDI STYTTRI, ENN UM VØRAN FYRST SKAL UMSKIPAST Í DANMARK.” Símun Mittún, Klement Petersen Pf. Eimskip heintar vøruna kring alt Evropa og í Føroyum standa 30 starvsfólk til reiðar at taka í móti, og flyta tær vøruna heilt fram til dyrnar. Ring og fá nærri at vita á 31 97 97. stephanssons hús 31 42 91