týsdagur 5. september 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
STEFAN Í SKORINI
Um góðar tvær vikur kann
stýrisbólkurin fyri tilbúgv-
ingarætlanina leggja eina
ávegis frágreiðing fram, um
hvussu langt tey eru komin
í arbeiðnum at gera eina
ætlan, hvussu farast skal
fram, tá vanlukkur hótta ella
eru hendar.
Fríggjadagin var fundur
millum allar partarnar, sum
eru við í arbeiðnum, og
skjótt
verða
avvarandi
myndugleikar, politikarar
og almenningurin kunnað
um gongdina. Tá verður tað,
sum higartil er gjørt, al-
mannakunngjørt.
Nú oljuvinnan er um at
fara í gongd er enn meira
neyðugt við eini fullfíggj-
aðari tilbúgvingarætlan fyri
alt landið. Oljufeløgini hava
sjálv ábyrgdina fyri øllum
kring boripallin, men brúk
er fyri samskipan av ar-
beiðnum.
Long søga
Arbeiðið at gera eina til-
búgvingarætlan
byrjaði
longu í 1994, tá Bered-
skabsstyrelsen í Danmark í
samstarvi við føroyskar
myndugleikar og føroysk
feløg gjørdi eina frágreiðing
nevnd Bereskabet på Fær-
øerne 1994, um viðuskiftini
í Føroyum. Tá varð víst á
fleiri ivasom viðurskifti,
sum áttu at fáast í rættlag.
Síðani gjørdu fútaem-
bætið saman við brunaum-
sjón landsins við støði í ætl-
anini frá Beredskabsstyrel-
sen eina ætlan um, hvussu
farast kundi undir eina verk-
ætlan at skipa tilbúgvingina
fyri Føroyar.
Samskiftisdeildin
í
Vinnumálastýrinum orðaði
síðani ta endaligu verkætl-
anina í samráð við avvar-
andi myndugleikar í 1998.
Avgjørt varð, at Vinnumála-
stýrið og Føroya Landfúti
hava høvuðsábyrgdina.
Endamálið var tá sum nú,
at fyribyrgja, avmarka og
veita hjálp, tá vanlukkur og
katastrofur koma fyri, ella
tá stórur vandi er fyri hes-
um.
Tíðarætlanin, sum sett
varð í 1998 var 2-3 ár, og
evstamark var summarið
2001. Tað er líkt til, at henda
tíðarfreist fer at halda.
Nógvir partar við
Nógvir ymiskir partar hava
verið við í arbeiðnum at
gera tilbúgvingarætlanina,
og hetta hevur tarnað
arbeiðnum nakað, men tað
er neyðugt at hava so nógv-
ar partar við sum gjørligt.
Vinnumálastýrið hevur
havt ábyrgdina higartil, men
fyri tveimum vikum síðani
gjørdi løgmaður av, at flyta
ábyrgdina yvir á Fiski-
málastýrið, sum nú hevur
formannin í stýrisbólkinum.
Tó eru tey fleiri av stýrun-
um undir Landsstýrinum
við í stýrisbólkinum. Olju-
málastýrið,
Heilsumála-
stýrið, og Vinnumálastýrið
hava øll umboð í stýrisbólk-
inum. Eisini eru Føroya
Kommunusamskipan
og
Kommunufelag tikin við.
Umframt tey eru Føroya
Landfúti og Løgmansskriv-
stovan eisini við.
Undir
stýrisbólkinum
situr ein verkætlanarbólkur
við átta umboðum, og undir
verkætlanarbólkinum eru
tríggir katalysatorbólkar,
sum taka sær av trimum
ymsum økjum í tilbúgving-
arætlanini.
Tað hevur verið eitt sind-
ur ivasamt um, hvør hevur
endaligu ábyrgdina, men nú
liggur hon so hjá Fiskimála-
stýrinum.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Jørgen
Niclasen sigur, at tað er sera
torført at arbeiða við so
nógvum pørtum í Føroyum,
og danskir myndugleikar
hava verið innblandaðir,
men tað er eisini er neyðugt
í einum so stórum máli.
- Tað, sum er mest umráð-
andi, er at fáa samansjóða
tey mongu sjónarmiðini og
fáa staðfest, hvør skal hava
ábyrgdina av hvørjum, sigur
Jørgen Niclasen, sum legg-
ur afturat, at enn er langt
eftir á mál.
Jørgen Niclasen heldur
ikki, at tað hevur verið
óheppið, at vit ikki hava
havt eina tilbúgvingarætlan
klára, nú fyrstu boriloyvini
eru givin, tí tað eru fyrst og
fremst oljufeløgini, sum
hava ábyrgdina av kring
pallarnar, men at tað verður
klárt innan eitt ár.
Jørgen heldur tað verða
neyðugt at seta meira orku
av í hesi verkætlanini, tí tað
er eitt so stórt arbeiði, og
fyri at tað skal verða liðugt
til tíðina, mugu fleiri fólk
setast til tilbúgvingarætl-
anina.
Ætlanin er at gera eina
miðstøð, sum skal mið-
savna alt virksemið á teim-
um trimum økjunum. Øki 1
er land, strond og flogvan-
lukkur. Øki 2 er skip, ferjur
og bátar og øki 3 er frá-
landavirksemi.
Nýggja tyrlu
Ein liður í tilbúgvingar-
ætlanini er fáa eina nýggja
tyrla til landið. Her eru
samráðingar við Atlantic
Airways í gongd um ein
sáttmála, har flogfelagið
skal veita eina tænastu við
tyrluni.
Tað verður sostatt Atlan-
tic Airways, sum skal gera
eina íløgu í eina nýggja
tyrlu. Enn er einki komið
uppá pláss viðvíkjandi hesi
tænastu. Tað er Vinnumála-
stýrið, sum í løtuni hevur
ábyrgdina av at flúgving til
útoyggjarnar.
Um nýggja tyrlan verður
keypt skal hon nýtast til
leiting og bjarging á landi
og sjógvi umframt fiski-
veiðieftirlit. Tyrlan verður
av miðalstóra slagnum.
Tá ávegis frágreiðingin
verður almannakunngjørd
um nakrar dagar, hava allir
partarnir gjørt sínar við-
merkingar til arbeiðið hig-
artil.
Tilbúgvingar-
ætlanin ikki
klár fyrr enn
um 1 ár
Arbeiðið við at gera eina tilbúgvingarætlan fyri
Føroyar, sum byrjaði í 1998, er komið langt,
men ætlanin liggur ikki klár fyrr enn um eitt ár
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur nú fingið endaligu
ábyrgdina av tilbúgvingarætlanini, og um nakrar dagar verður ein ávegis frágreiðing
almannakunngjørd
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 169 - 5. september 2000
Nr. 169 - 5. september 2000
SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH
Marknagilsvegur 77, Postrum 177, 110 Tórshavn
Tel: 318813, Fax: 313374, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo
STH
At læra og arbeiða effektivt
Undrast tú, hví tú ikki ert munadyggari í yrki og virki tínum? Vilt tú
vera meira virkin og røkka fleiri úrslit í tínum dagliga lívi?
Vilt tú vita nakað um innlæring. førleika og intelligens og kenna tín
innlærings- og intelligens-profil? Vilt tú vita nakað um heilan,
minnið og minnisfremjan, "Brainstorming", "Mind Map", lesiteknikk
og skjótlesing? Vilt tú læra at brúka tína mentalu orku betur, vera
meira kreativ/-ur og kunna skipa arbeiðið betur?
Endamálið við skeiðinum er:
• at tú fært innlit í arbeiðshættir, ið gera av hvussu tú ert mest
virkin og kann brúka tíðina á besta hátt
• at tú betur kanst leggja títt virksemi til rættis og brúka sum minst
tið til tess
• at tú kanst varveita yvirlitið, tá tú ert illa staddur og strongdur t.d
um tú skalt halda avtalu ella leggja fram
• at tú lærir at vera mest kreativur og hava mest hugflog
Tíð:
16 skúlatímar
Tíðarskeið:
Sept. 25; 28; og okt. 2; 5. kl. 16.00 - 20.00
Skeiðleiðari:
Bergur Godtfred
Kostnaður:
Kr. 2.500,00 íroknað frálæru, tilfar og mat.
Tilmelding:
Innan 18. september 2000
Kular Røtur í Havn
Kular Røtur og Trølla-Pætur fyrireika nú stóra konsert í ítróttarhøllini á
Hálsi
Leygardagin 7. oktober
verður stór konsert í ítróttar-
høllini á Hálsi í Havn. Tá
fara Kulu Røturnar á pallin
við vælkendum barnasang-
um,
dansigentum
og
myndashowi á stórskíggja.
Eisini fer Trølla-Pætur at
verða við á konsertini.
Kular Røtur hava givið
tvær fløgur út seinasta árið,
og hesar fløgurnar hava ver-
ið serstakliga væl umtóktar.
Sangir sum Hon er omma
mín, Bilurin hjá okkum,
Grønir menn frá Pluto og
Flippan var verið nógv at
hoyrt.
Trølla-Pætur, sum hevur
sungið onkran sang á fløg-
Kular Røtur og Trølla-Pætur fara at hava konsert stóra konsert í ítróttarhøllini á Hálsi
unum hjá Kulum Rótum, er
nú farin at arbeiða við síni
egnari fløgu, og næsta út-
spælið frá Kulum Rótum
verður eitt sjónband, sum
kemur í vetur. Á hesum
sjónbandi verður tónleikur
og teknifilmur.
Men næsta stóra uppgáv-
an hjá Kulum Rótum verð-
Rás 2 víðkar um
sendiøki
Útvarpsrásin Rás 2 vónar at senda
umvegis Sornfelli og Støðlafjall í
heyst
EYÐUN KLAKSTEIN
Rás 2 vónar at kunna
røkka enn fleiri føroying-
um í heyst.
Øll neyðug loyvi eru
fingin til vega, so at Rás
2 kann seta sendara á
Sornfelli og Støðlafjall,
og hetta fer at gera, at Rás
2 millum annað eisini
kann hoyrast í Vágum og
á Sandoynni.
- Vit hava fingið øll
loyvi til vega, og pengar
eru eisini funnir til send-
arar, so vit vóna, at vit
fáa sett sendararnar upp
einaferð í heyst, sigur
Petur Jacobsen, stjóri á
Rás 2.
Vilja røkka fleiri
Í løtuni sendir Rás 2 til
høvuðsstaðarøki, stóran
part av Eysturoynni og til
Klaksvíkar.
- Vit meta, at vit
røkka út til tveir triðingar
av føroyingum í løtuni,
men vit vilja gjarna
røkka enn longur, sigur
Petur Jacobsen.
Umfamt sendaran í
høvuðsstaðnum, hevur
Rás 2 eisini ein sendara
á Brúnaskarði. Hendan
sendaran hevur Norðoya
Sparikassi goldið, og
Sosialurin hevur skilt, at
tað verða líknandi avtalur
sum koma at gera, at Rás
2 fer at fáa sendara á
Støðlafjall og Sornfelli
eisini.
Rás 2 sendir í løtuni
á 102 og 107 MZh, men
frekvensirnir til nýggju
sendararnar eru longu
fingnir til vega.
EYÐUN KLAKSTEIN
Seinastu trý árini hevur
ADJ Sound havt eina
monopollíknandi støðu,
tá tað umræður ljóðann-
legg til størri tónleika-
tiltøk í Føroyum.
Men nú ætlar ADJ
Sound at sleppa sær av
við hendan partin av virk-
seminum, og øll leiguút-
gerðin skal seljast.
- Tað hevur verið stræ-
við at havt útleiganina,
og nú halda vit, at tað er
rætta tíðin at sleppa
okkum av við hana, sigur
Petur Jacobsen, sum er
stjóri í ADJ Sound.S
Umframt útleigan av
ljóðannleggum, selir ADJ
Sound eisini útgerð, og
felagið eigur og rekur
Rás 2.
Ikki misbrúk
støðuna
ADJ Sound keypti fyrsta
stóra anleggið hjá sær, tá
Oslo Gospel Choir var í
Føroyum
í
1995.
Útgerðin varð keypt eftir
lista yvir útgerð, sum
ADJ selir
ljóðútgerðina
ADJ Sound ætlar sær nú at sleppa
sær av við alla ljóðútgerðina, sum
felagið leigar til konsertir og dansir
í landinum
Petur Jacobsen
og ADJ Sound
ætla sær at
sleppa av við
ljóðútgerðina,
sum felagið
hevur leigað til
konsertir og
dansir kring
landið
EYÐUN KLAKSTEIN
Heimleys í høvuðsstaðnum,
sum ikki hava hug at ganga
á gøtuni allan dagin, hava
møguleikan at leita sær á
Café Blákrosstovuna, sum
hevur opið allar gerandis-
dagar.
- Øll eru vælkomin inn
hjá okkum, og vit seta ongar
treytir fyri, hvør kann
sleppa inn, sigur Símun
Joensen, sum er leiðari av
Blákrosscaféina.
Caféin
hevur opið frá klokkan
14.00 til 22.00.
Fólk sleppa ikki at
brúka rúsevni inni á kaffi-
stovuni, men tey sleppa inn,
hóast tey eru ávirkað.
- Tá vit lótu upp, var
ikki altíð so friðarligt, tí vit
løgdu eina linju, sum gest-
irnir skuldu venja seg við.
Men nú eru ongir trupul-
leikar, og hetta má vera tann
friðarligasta caféin í býnum,
sigur Símun Joensen.
Eisini heimleys
Seinastu tíðina hevur nógv
verið frammi um tey heim-
leysu í høvuðsstaðnum, og
at tey ongastaðni hava at
vera um dagin. Um náttina
gista tey a Herberginum hjá
Frelsunarherinum, men um
dagin er stongt har.
Men heimleys eru eisini
vælkomin á Blákrosscafé-
ina, og tað eru eisini nógv
teirra, sum brúka hetta til-
boðið.
- Tá vit lótu upp, høvdu
vit opið fyrr á degnum, men
vit broyttu nevniliga upp-
latingartíðirnar,
so
tey
heimleysu kundu fáa meira
burturúr okkara tilboði. Nú
kunnu tey sita inni hjá
okkum til klokkan 10 á
kvøldi, tá Herbergið letur
upp, greiðir Símun Joensen
frá.
Millum 30 og 40 fólk
vitja hvønn dag Blákross-
caféina. Fólk av alskyns
slagi koma á caféina - rús-
evnisnýtarar, avvarðandi og
eisini fólk, sum hava verið
í viðgerð, brúka Blákross-
caféina. Í miðal eru millum
600 og 800 fólk á Blákross-
caféini hvønn mánað.
Bláikrossur hevur eisini
tveir búfelagsskapir, har til-
samans 14 fólk búgva.
Mugu koma í neyð
Símun Joensen sigur, at
myndugleikarnir og sjálv-
bodnir felagsskapir skulu
ansa eftir ikki at hjálpa rús-
evnismísnýtarum og heim-
leysum longur út á síðu-
sporið.
- Eingin sleppur at nýta
rúsevni inni hjá okkum, og
tað má ikki koma nakað
stað, har heimleys verða
boðin inn um dagin, og tey
sleppa at sita og drekka.
Gera vit tað, ja, so hjálpa
vit teimum longur út, sigur
leiðarin av Blákrosscaféini.
- Sjálvandi skulu vit ikki
lata tey doyggja í kulda,
men vit skulu verða eitt
sindur varðin við teimum
tilboðum, sum vit bjóða
teimum,
heldur
Símun
Joensen.
Stórt hall
Blákrosscaféin fær ongan
almennan stuðul, men verð-
ur hinvegin rikin við yms-
um gávum. Í fjør hevði
kaffistovan 88.000 krónur í
halli, og í ár rokna tey við
um 220.000 krónum í halli.
- Vit hava fingið ómeta-
liga góðan stuðul frá privat-
fólki, skipum og øðrum,
men tað ber illa til at byggja
ein rakstur á gávur. Tí hevði
tað komið sera væl við, um
vit fingu stuðul frá til dømis
Tórshavnar kommunu, sig-
ur Símun Joensen.
Blákrosscaféin hevur í
tvey ár roynt at fingið stuðul
til at reka caféina, men enn
hevur tað ikki givið úrslit.
Tórshavnar kommuna læt í
1998 50.000 krónur til
raksturin fyrstu tríggjar
mánaðirnar, men síðani er
fleiri pengar ikki komnir.
Tórshavnar kommuna
hevur nú kallað Bláakross
inn til fundar um støðuna
hjá teimum heimleysu, og
hesin fundur skuldi verða
seinnapartin í gjár.
norska kórið segði seg
hava brúk fyri, tá tey
skuldu hava konsert.
Í desember mánaði í
1997 keypti ADJ Sound
kappingarneytan CAL,
og síðani tá hevur ADJ
Sound verið einasti veru-
ligi útbjóðarin av stórum
ljóðannleggum í Føroy-
um.
- Eg haldi ikki, at vit
hava misbrúkt okkara
støðu, sigur Petur Jacob-
sen um farnu trý árini.
Nógv útgerð
ADJ Sound eigur útgerð
fyri umleið 2 milliónir
krónur, og tað er hendan
útgerðin, sum nú er til
sølu.
- Tað bilar einki, um
tað koma nýggj fólk til
nú, men tey, sum skulu
leiga ljóðútgerð út, skulu
verða enthusiastar, tí tað
er sera strævið, heldur
stjórin á ADJ Sound.
Og við søluni av út-
leiganini, leggur ADJ
Sound seg alt meira eftir
rakstrinum av Rás 2.
Bjóða heimleysum
inn um dagin
Millum 30 og 40 fólk eru hvønn dag á kaffistovuni hjá Blákrossi í høvuðsstaðnum.
Eisini heimleys brúka tilboðið
ur í ítróttarhøllini á Hálsi,
har fyrsta konsertini eisini
varð hildin. Tað var í sam-
bandi við at Creamy vóru í
Føroyum.
Síðani
hava
Kular Røtur spælt kring
landið, og konsertirnar hava
verið væl dámdar.