Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2005 41 TINGHELLUANALYSAN Bogi Eliasen cand.scient.pol Hvar fer Bretland? Vit minnast Margareth Thatcher sum Iron Lady, ið við harðari hond stýrdi samfelagið til høgru. Einskiljingar, kríggj, reaganom- ics og jarnhondin til illoyalar skotar og norðurírar. Til gamans verður enn sagt millum national- istar í Skotlandi, at ein stand- mynd av Thatcher átti at verði reist, tí hennara harða hond var helst størsta orsøkin til at nationalistarnir styrknaðu. Thatcher var ein av eirindaleysu kontantu stjórnarleiðarunum undir kalda krígnum og ein veruligur minimalstatspolitikari, sum ikki bert bert tosaði, men útinti. Tað er kanska ivasamt, um hennara kontanti stílur hevði havt nakran kjans millum dag- sins spunasmiðir. Tony Blair hin- vegin hevur verið meira prakt- iskur, hann flutti allan flokkin nærri miðjuni fyri at tekkjast enn fleiri veljarum, og í New Labour lá m.a. at flokkurin ikki longur skuldi arbeiði fyri at tjóðartaka so nógv sum møguligt. New Labour var eisini ein roynd at sparka til hetta gamla afturhald- sinnaða Bretland, har aðalstættin enn hevur stóra ávirkan. Thatch- er brúkti jarnhondina, meðan Blair umvegis spunasmiðir stýrdi miðlunum til stórsigur á seinastu valunum. Mátin var ella er sera ymiskur, men valdið kanska líka stórt. Valskipanin At stríðið í Onglandi í høvuðs- heitinum er millum tveir flokkar er í stóran mun av valskipanini. Bretland hevur søguliga havt eina skipan við meirilutavali í einmansvaldømum. Hetta ger at bert eitt valevni verður valt í hvørjum valdømi, og tí er ikki sama pláss fyri smærri flokkum, sum í skipanum sum tí føroysku. Veljararnir sálda smærri flokkar frá, tí ein atkvøða til teir verður ofta sæð sum ein burturspilt atkvøða. Tí elva slíkar valskipan- ir ofta til eina tveyflokkaskipan. Um annar flokkurin fær umboð vald í meira enn helminginum av valdømunum, eigur flokkurin meirilutan á tingið og harvið alla avgerðina. Talan er tí ikki um samgongur millum flokkar, sum hjá okkum. Í Bretlandi hevur støðan tó verið, at teir liberalu hava havt eina rímiliga undirtøku sum triðstørstu flokkur, men hevur í veruleikanum helst elvt til at teir konservativu sluppu at sita, hóast meiriluti tilsamans var fyri Labour og teim Liberalu, og at hesir veljarar ikki vildu hava teir konservativu framat. New Labour var sostatt ein roynd at savna allar atkvøðurnar vinstru megin eina nýggja miðju, sum bleiv flutt nakað til høgru. New Labour Labour áðrenn Blair var í dag- sins eygum nakað væl meira vinstravendur. Sigast kann, at Blair í tíðarinnar anda professio- naliseraði og nútíðarhóskaði flokkin. Lítil ivi er um, at hann skeitti nógv eftir, hvussu Bill Clinton kom framat, og í sam- starvi við millum aðrar kongin millum spunasmiðir Alistar Campell og Peter Mandelson, eydnaðist honum at koma framat. Hetta var eisini úrslitið av einum tøttum samstarvi mill- um Blair og Gordon Brown, sum er maðurin, ið hevur tryggjað búskapin hjá New Labour sum fíggjarmálaráðharri. Men stríð er íkomið teirra millum og órógvar hetta flokkin nú uppundir valið. New Labour hevur í sínari tíð eisini roynt at flyta Ongland úr farna stórveldis- og hjálanda- dunstinum og til dagsins veru- leika. Ongland er ikki longur ein av teim heilt mætu londunum. Heima hevur Blair roynt at avmarka ávirkanina hjá yvir- húsinum, og hann hevur byrjað eina tilgongd við størri sjálvstýri til Skotland, Wales og Norður- írland. Her skal leggjast afturat, at konservativi flokkurin er ein unionist- ella sambandsflokkur um alt Bretland. Spunasmiðan Sum sagt, er New Labour við Blair á odda vorðið kent sum klassadømi uppá spunasmíð. Hetta hevur verið bæði valini sum Blair hevur vunnið, og verður hetta eisini væntað aftur nú. Við seinasta val var tó stór ónøgd við hetta, serliga frá ymsum fjølmiðlum. M.a. avísin The Guardian hevur mælt sínum lesarum til at taka fartelefon- myndir av Blair og senda blað- num tær. Fjølmiðlarnir líta ikki á New Labour, og teir kenna seg stýrdar av eini jarnhond av til- ætlaðari veruleikabronglan og villeiðing. Hetta ger, at New Labour ikki hevur so stóra væl- vild í fjølmiðlunum longur, og tað kann ávirka í einum valstríði. Valið og evnini Enn sær út sum Labour hevur broddin, men munurin er ikki so stórur í øllum veljarakanningun- um, og spurningurin er bert um hvat alternativ teir Konservativu hava at vísa á. Nøkur mál koma tó helst á breddan, sum kunnu órógva Labour. Útlendinga- politikkurin er komin framat, og er ringur at stýra. Og teir kon- servativu mæla Bretlandi til ikki skal fylgja ST konventiónini innan økið. Teir Konservativu og Labour eru serliga ósamdir um ES. Teir Konservativu eru ímóti ES grundlógini og um at taka evro-fyrivarni av, meðan Labour er fyri ES-grundlógini og ætlar at gera eina gjølla kanning av fyrimunum og vansum av at taka av fyrivarnið og síðan taka støðu. Á fiskivinnuøkinum hevur eisini ónøgd verið. Vit í Føroyum hava eisini hoyrt nakað um at bretar ikki eru heilt nøgdir við t.d. fiskivinnupolitikkin hjá ES, og at teir konservativu hava hugt at føroysku skipanini,og eisini smátosað um at krevja at taka fiskivinnuna úr yvirstatsliga partinum í ES, og at fáa hana undir bretsk ræði aftur. Annars sær út til at dentur í valstríðnum m.a. verður lagdur á betring av heilsuverki, útbúgving men eisini eina grundlógarbroyting , m.a. um hvussu yvirhúsið skal skipast og broyting av valskipan. Blair verður hartaður fyri fregnartænastuuplýsingarnar, sum elvdu til innrásinna í Irak. Men teir Konservativu stuðla krígnum. Bretland hevur havt framgongd undir leiðsluni hjá Blair, og tí er nógv at arbeiða við hjá spunasmiðjunum hansara. Men hann hevur eisini sitið leingi, hevur heilsutrupulleikar og hugsast kann at fólk vilja hava okkurt nýtt. Teir Konserva- tivu hava lagt meira populistiskt út, m.a. við at lova lægri skatt og meira løgreglu. Tað serliga er at valskráin hjá Labour ein ein heil bók, har rímiliga nágreiniliga verður lýst hvat flokkurin ætlar innan tey ymsu økini. Hvat kann sigast Bretar eru ikki á evropeiska meginlandinum og tað sæst. Evropeiski samleikin er ikki á sama hátt til staðar, og tykjast bretar at hava hug at dyrka tað anglisaksiska og sambandið við USA. Thatcher og Reagan vóru væl, Blair og Clinton, og kanska serliga onglendigar halda seg enn vera eitt stórveldi. Vinna teir Konservativu, verður torført at fáa Bretland at taka undir við ES grundlógini, eins og teir onga ætlan hava um at taka evrofyrivarnið av. Eitt felags Evropa kann tí seinkast av bretska valinum, Bretland er hóast alt eitt av teim stóru evropeisku londunum, sum kanska hevur betur hug at nærkast USA meira heldur enn ES. Spenningurin er, um Blair megnar tað søguliga at verða afturvaldur á øðrum sinni, um bretska skipanin klárar spunið enn einaferð, ella um hon fer heilt í baklás. Líkamikið hvør kemur at valdinum, er avbjóð- ingin stór og sjálvt um Blair vinnur, skal hann dystast innan- flokka við dugnaliga fíggjar- málaráðharran hjá sær, Gordon Brown, sum heldur seg eiga tørn nú. Spennandi verður at vita, um Spinboy klárar at toga enn eina setu afturat innanborða. Hetta skuldi verið møguligt, kanska serliga tí teir konservativu ikki síggja út til at hava so nógv at bjóða, so tað verður neyvan ein konservativ jarnhond í Downing Street aftaná hetta valið. Ein stórur vandi er, at høgrarákið í útlendingapolitikkinum fer út um mark, og beinleiðis elvir til ófrið, tí báðir flokkarnir hava spælt populistiskt út á hesum økinum. Spurningurin er so um valið hevur nakra ávirkan á okkara viðurskifti við Bretland? Bæði Javnaðarflokkurin og Fólka- flokkurin hava eitt ávíst samband við ávíkavist Labour og teir Konservativu. ∆ Frá Iron Lady til SpinBoy Í leiklutinum sum jarndaman stýrdi Margaret Thatcher enska samfelagnum við harðari hond