Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Høvundurin Bob Dylan Hann kollvelti fólkatónleikin og gjørdist ímyndin av einum heilum ættarliði. Soleiðis upp- livdi heimurin hann, men í eygunum hjá Bob Dylan sá søgan nakað øðrvísi út. Í fyrsta bindi av sjálvævi- søguni Chronicles fortelur Dylan, ikki óvæntað, alt annað, enn tað, lesarin hevði væntað - ella vónað. Næstan illgrunasamt fáar tiltiknar hendingar verða nevndar, meðan mytan insisterar uppá at lata seg úr og gerast menniskja. Dylan minnist eina konsert í ’64, har hann verður presenteraður soleiðis: Her er hann. Takið hann, hann er tykkara. "Upp í reyvina! So vítt eg visti, hoyrdi eg ikki til nakran. Hvørki tá ella nú. Eg var ongin predikantur, sum framdi undur. Tað hevði gjørt øll skítør í høvdinum" Meginpartin av bókini er tað, sum situr Dylan og prátar um ymiskt leyst og fast, hann soleiðis hissini kemur í tankar um. Ikki framúrskarandi, oftast undrunarverdur men ongantíð keðiligur sum høvundur. Og hóast tað er ein annar Dylan, sum skrivar hesuferð, letur tað seg ikki fjala, at tað er sami maður, sum einaferð skrivaði yrkingar, sum brendu seg fastar í minnið hjá heilum ættarliðum. Sjarmerandi er tað, at Dylan 40 ár seinni tykist taka uppgávuna sum høvdundur í líka stórum álvara, sum allarfyrstu yrkingarnar og løgini. ave Bob Dylan, Chronicles Vol.1, Simon & Schuster, 2004 Viðmæli Hvørt sekund er eitt lív Turið Kjølbro Ulla-Carin Lindquist: Ro uden årer- En bog om livet og døden, Gyldendal, 2004 "Tá ið vindurin er hasaður av í skýmingini, eri eg komin í havn. Hvørt sekund er eitt lív." Hetta er seinasti setningurin í nemandi bókini Ro uden årer - en bog om livet og døden eftir Ulla-Carin Lindquist, ið var kend sjón- varpskvinna í Svøríki. Hon fór undir at skriva bókina í 2003 stutt eftir, at hon fekk staðfest ólekiligu sjúkuna ALS, og seinasta brotið er skrivað fáar vikur, áðrenn hon doyði í 2004 bert 50 ára gomul. Bókin er ein kærleiksváttan og ein takkar- kvøða til lívið, og til heimalívið við manni og fýra børnum. Andlit til andlits við deyðan lýsir hon í dagbókastíli, hvussu sjúkan spakuliga fær fastatøkur á henni, fyrst á høgra armi, síðani á týðandi gøgnum. Hóast hon veit, at hon doyr innan stutta tíð, lærir hon at liva í núinum og gleðast um alt tað smáa, hon ikki hevur givið sær far um, áðrenn hon gjørdist sjúk. Og hon roynir sítt ítasta at fyrireika børnini, tey yngstu eru bara 9 og 11, at tey skulu vaksa upp uttan hana. Uttan at vera ov sentimental, er bókin persónlig og innilig, og sum lesari følir tú, at tú kemur heilt inn at henni, uttan at kenna hana, kortini ikki sum eina hetju, tí avmaktin og hjálparloysið, hon kennir, fáa eisini rúm í tankum hennara. Avgjørt ein bók at viðmæla! Í lesiringinum á Fuglafjarðar Bókasavni kjakast tey dúgliga um alskyns bøkur. Og hví ikki onkuntíð bjóða høvundanum við eisini? BÓKAPRÁT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrsta gerandiskvøld í mánaðin- um hittast 8 fólk í hugnaligu høl- unum á Fuglafjarðar Bókasavni. Hvør sær hava tey lisið somu bók, og nú fáa tey høvi at lufta sínum tankum og hoyra, hvørjar tankar hini hava gjørt sær um bókina. Og tað er líka spennadi hvørja ferð, tí sum ein av teim- um sigur - Tað følist, sum bókin letur seg meir og meir upp, meðan tú lurtar eftir hinum. Knappliga byrjar tú at leggja merki til eina rúgvu, tú als ikki gav tær far um, meðan tú las hana - tað er líka við at tú fært hug at lesa hana umaftur. Kundi ikki halda sær Tað er Vónbjørt Solmunde, bókavørður, sum fyrst í hesum árinum tók stig til lesiringin á Fuglafjarðar Bókasavni. Fyrsta bókin, tey lósu, var Sebastians Hús hjá Oddvør Johansen, og síðani hava bæði nobelvinnarar og klassisk ævintýr verið á skránni. Beint nú lesa tey Momo hjá Michael Ende, so uttan iva verður tað til ein túr í Tjóðpallin í næstum, har leikurin verður spældur beint nú. - Vit semjast altíð um bókina, vit skulu lesa til næstu ferð. Men vit eru sjáldan samd, tá vit hittast aftur. Onkur hevur kett seg ræðu- ligt, meðan onkur heldur bókina vera onki minni enn framúrskar- andi. Tað er ótrúliga áhugavert og læruríkt at hoyra, hvussu ymiskar lesiupplivingarnar hjá fólki kunnu vera, sigur Vónbjørt. Vónbjørt hevði spælt sær við hugskotinum um ein lesiring í nógv ár, men tað var ikki fyrr enn hon byrjaði sum bókavørður í Fuglafirði, at hon gjørdi álvara av tí. - Tá eg kom inn í hesi gomlu og hugnaligu hølini, fekk eg ikki hildið mær longur. Hvat meir kanst tú ynskja tær, enn eitt søguríkt gróthús hús fult av bókum mitt í bygdin? At finna fólk, sum vildu vera við, var ongin trupulleiki, so tað var bara at fara í gongd. Næsta hugskotið hjá lesiringin- um verður at bjóða onkrum høvunda, tey lesa, til Fugla- fjarðar. Spennandi at hoyra, hvat hann ætlaði við bókini, halda tey, og uttan iva eisini hjá honum at hoyra, hvat tey nú hildu um hana. Undirtøkan av Okkara millum, ið Føroya Felag móti Krabbameini gav út hálvan november í fjør, var so mikið góð, at nærum 3.000 bøkur vórðu seldar eftir fimm vikum. Tað fegnast útgev- arin um, og eisini um sera góðu umrøðuna, bókin fekk nógva staðni. "… her er talan um frásagnir, søgur og lagnur, ið kunnu fáa okkum at steðga á, at hugsa og ikki minst at virðismeta alt tað dýrmætasta í lívinum - alt tað, sum er her beint nú, men sum vit mangan ikki hava stundir at geva okkum gætur," skrivaði Helena Dam á Neystabø í umrøðu av bókini. Okkara millum er savn við 20 tekstum frá føroyingum, ið skriva um, hvussu tað er at liva við krabbameini; 15 teirra eru tekstir frá fólki, ið eru vorðin frísk av krabbameini, 4 tekstir frá fólki, ið hava mist maka ella foreldur av krabbameini, og 1 tekstur frá kvinnu, ið hevur fingið at vita, at hon ikki verður frísk av krabbameini. Felags- nevnarin er ikki bara krabba- mein, men eisini lívsgleði, lívs- vilji og lívsjáttan. Turið Kjølbro hevur ritstjórnað bókina. Okkara millum er prentað upp- aftur, tí ein slík bók eigur at vera á marknaðinum, ikki minst til gagns hjá teimum, ið koma í líknandi støðu sum tey, ið siga sína søgu í bókini. Bókin letur seg upp Bókatíðindi Okkara millum prentað uppaftur Nýggj Bókasíða Á Sosialinum fara vit nú undir at hava eina fasta Bókasíðu í Vikuskiftisblaðnum. Á Bókasíðuni fara vit at hava ymsar afturvendandi tættir, eitt nú Høvundurin,Viðmæli, Klassikarin, Bóka- tíðindi, Bókaprát, Ungdómsbókin o.s.fr. Pláss verður ikki fyri øllum tættunum hvørja ferð, og verða teir skiftir út, alt eftir hvat spennandi rørir seg í bókmentaheiminum ta vikuna. Sum útgangsstøði eru ongar treytir fyri at ein bók kann ogna sær eitt pláss í góða bóka- selskapinum á síðuni.Vit á redaktiónini halda sjálvsagt eitt vakið eyga við tí, sum fyriferst á bókapallinum, men nýggj og góð hugskot eru altíð vælkomin. So øll tit, sum tíma, ella ætla tykkum at byrja ella angra at tit góvust at lesa bøkur, sendið tykkara hugskot til anna@sosialurin.fo Góðan lesihug Anna V. Ellingsgaard Tað er ótrúliga áhugavert og læruríkt at hoyra, hvussu ymiskar lesiupplivingarnar hjá fólki kunnu vera, sigur Vónbjørt Solmunde