Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2005 39 prenningina um Føroyar urin helt, at amtið saman við løg- tingsformanninum hevði ikki annað í at velja enn at viður- kenna støðuna, sum hon var. Kl. 16.55 fóru oyðararnir avstað aftur, men nú vóru at síggja vaktarskip so sum vápn- aðir trolarar at sigla aftur og fram millum Borðuna og Kirkju- bønes. Ásannast mátti at Bret- land hevðí hertikið Føroyar uttan dramatikk av nøkrum slag. Í lýsingini leygarmorgunin 13. apríl lógu tveir vápnaðir trolarar á Havnar vág sum vaktarskip. Seinnapartin komu fimm bretsk skip á Havnina við 250 her- monnum. Tórshøll og Sjón-leik- arahúsið vórðu tikin at hýsa her- monnunum, og dagin eftir fóru teir eisini inn á Skálafjørðin. Sama kvøldið, sum hermenn- inir vóru komnir higar, vóru teir at síggja í havnargøtum. Teir hildu seg vera komnar til Noregs, men tað var skjótt, at teir komu í samband við føroy- ingar og føroyskar ungdómar. Ikki minst tað sambandið, hjúna- løg millum bretar og føroyskar gentur og krígsbørnini hava síðani verið minni um, tá ið bretar hersettu Føroyar og vóru her í fimm ár. Politikkurin Dagarnir kring hersetingina vóru politiskt turbolentir. Tað vóru krígsárini øll, sum tey vóru, og ikki minst tíðin og árini eftir kríggið vóru politisku spenn-ing- arnir stórir. Tingfundur var fyri læstum hurðum týsdagin 9. apríl. Allir tingmenn, sum høvdu orðið, uttan Thorstein Petersen hildu, at viðurskiftini kravdu ikki, at tingið tók nakað stig viðvíkjandi Føroya statsrættarligu støðu. Thorstein Petersen, sum var næstformaður í Fólkaflokkinum, førdi fram, at viðurskiftini vóru sovorðin, at danska stjórnin í veruleikanum ikki útinnti full- veldi yvir Føroyum, og at Løg- tingið tí átti at staðið sameint og umboðað stjórnarvaldið, har stjórnin ikki sjálv kundi útinna fullveldi. Hann nam við møgu- leikan, at Løgtingið kundi skipa seg til at taka yvir og útinna fullveldi í Føroyum. Amtmaðurin segði seg ikki fara at skifta áskoðan, og hann mælti tinginum til at ganga við til, at hann sum hægsti em- bætismaður í Føroyum skuldi útinna valdið stjórnarinnar vegna, meðan sambandið við Keypmannahavn var kvett. Thorstein Petersen setti vegna Fólkaflokkin uppskot fram um áheitan á Føroya fólk, sum tað kortini ikki tykist fekk serliga viðgerð. Dagin eftir, mikudagin 10. apríl, varð áheitan, undirskrivað av 41 monnum við ymiskari politiskari áskoðan, send Løg- tinginum. Christian Holm Jacobsen, sum í 1932 og aftur í 1936 varð valdur tingmaður fyri Vinnuflokkin, var forsprákari fyri áheitanini, sum varð løgd fyri menninar á skrivstovuni hjá Christian Holm Jacobsen. Brævið til Løgtingið var áheitan um at taka yvir valdið í Føroyum, og áheitanin segðist vera grundað á støðuna, sum var íkomin dagin fyri, tá ið Danmark varð hertikið av týskinum. Lagt varð afturat, at um "Løgtingið ikki innan klokkan 18.00 sama dag kunnger, at hetta stigið er tikið, vilja vit undirskrivaðu fyrireika tað neyðturviliga fyri, at hetta verður gjørt". Støðan var rættuliga spent, tá ið løgtingsfundur varð settur klokkan 10.00. Tingið tók ikki áheitanina til viðgerðar. Thor- stein Petersen tók síðani upp- skotið frá degnum fyri fram aftur. Tingið atkvøddi um tað, men tað fekk bara fimm atkvøð- ur, og harvið var ikki meiriluti í tinginum fyri at taka valdið í landinum. Kristian Djurhuus, løgtings- formaður, setti uppskot fram um áheitan á Føroya fólk, men tað uppskotið fall eisini. Klokkan 15.30 varð tingfundurin, sum hevði verið niðurlagdur síðani á miðdegi, tikin uppaftur. Nú var áheitanin hjá teimum 41 tikin til atkvøðugreiðslu, og tað fall. Stór mannfjøld var savnað framman fyri tinghúsinum, meðan fund- urin var, og alt gekk friðarliga og sámuliga fyri seg. Tá ið úrslitið av atkvøðu- greiðsluni var greitt, fóru loysingarmenninir Andreas Ziska og Sverri Patursson, sum á løgtingsvalinum 30. januar í 1940 høvdu verið uppstillaðir fyri Loysingarflokkin, upp á trappuna og talaðu til mann- fjøldina. Teir søgdu seg vera vónsviknar av úrslitinum av atkvøðugreiðsluni, og annar teirra segði, at nú skuldi nevnd setast at kanna, hví hesi bæði málini fullu. Fundur varð hildin í Klubb- anum sama kvøldið, men einki kom burturúr. Amtmaðurin kendi seg nú tryggan í, at Løgtingið fór ikki at taka yvirvaldsrættin í sínar hendur. Tá ið tingið ikki kundi semjast um eina áheitan á Føroya fólk, sum amtmaðurin eisini kundi taka undir við, so orðaði hann sína egnu áheitan, sum varð kunngjørd í Tórshavnar radio. Amtmaðurin staðfesti, hvussu støðan var í Danmark, og at amtið fór at tryggja landi og fólki í Føroyum móti vanlukkum av krígnum, og hann heitti á føroyingar um at vera hóvligar og róligar og at hava í huga, at øll høvdu ábyrgd av, hvussu tað fór at gangast hjá Føroyum. 11. apríl valdi Løgtingið á opnum fundi 7-manna nevnd at taka sær av fyriskipaðum or- sakað av krígsávum, og sama dag samtykti Løgtingið einmælt áheitan á Føroya fólk, sum var undirskrivað av løgtingsfor- manninum og sligin upp á steyrarnar í Havnini og harum- framt lisin í Tórshavnar radio. Bráðfeingis skipanin Fríggjadagn 12. apríl klokkan 16 var tingfundur, har krígsumstøð- urnar vóru einasta mál á skránni. Amtmaðurin greiddi frá støðuni í Danmark og Føroyum. Sam- bandsflokkurin, Javnaðarflokkur- in og Sjálvstýrisflokkurin góð- tóku fráboðanina hjá amtmann- inum. Fólkafloksmenninir Jóann- es Patursson og Thorstein Peter- sen funnust at amtmanninum og serliga harmir vóru teir um, at Løgtingið ikki hevði samtykt at skipa Føroyar sum lýðveldi. Var tað hent, høvdu tær ikki verið hersettar, og teir vístu á Ísland sum fyridømi. Tingið viðgjørdi seinni sama kvøldið fíggjarligu viðurskiftini og krígsumstøðurnar. Leygar- dagin 13. apríl mótmæltu bæði amtmaðurin og løgtingsformað- urin formliga hersetingini. Tingið hevði samtykt sítt mótmæli á loynifundi, har tingið vildi halda fast við, at Føroyar framvegis vóru uttanveltað land, so sum tær høvdu verið, meðan Danmark var frælst. Løgtingsformaðurin undirstrikaði yvirfyri bretum, at talan var um formligt mótmæli, og tað segði nýggi konsulin, Mason, at hann hevði roknað við at fingið. Reaktiónin hjá bretum var í tráð við tað, sum Chrchill hevði sagt í Undirhúsinum. Bretar høvdu ongar aðrar ætlanir uttan at vera í Føroyum inntil kríggið var av og so at handa dønum Føroyar aftur. Harvið góðkendu teir amtmannin og støðu hansara. 15. apríl samtykti Løgtingið at víðka Landsnevndina við einum umboði fyri Sjálvstýrisflokkin og tingformanninum. Nú átti Sam- bandsflokkurin tveir limir, og Sjálvstýrisflokkurin, Javnaðar- flokkurin og Fólkaflokkurin hvønn sín lim. 7. mai varð bráð- feingis Stýrisskipan samtykt. Nú fekk Løgtingið heimild at sam- tykkja lógir, sum amtmaðurin skuldi góðkenna og kunngera, áðrenn tær vórðu galdandi. Amt- maðurin hevði harvið veto í upp- skotum, sum Løgtingið hevði samtykt, og um Løgtingið ikki vildi taka undir við uppskotum frá amtmanninum, so fekk heldur ikki hann síni mál ígjøg- num. Løgtingið fekk harvið størri heimildir, enn tað hevði havt frammanundan. Men amtmað- urin gjørdist sentrali persónurin í føroyskum politikki og umsiting, hvørs vald var treytað av, at meirilutin í tinginum og herset- ingarvaldið stóðu aftanfyri. Meðan stríðið stóð uppá skuldi amtmaðurin taka sær av øllum uppgávum, sum annars lógu hjá donsku stjórnini. Hann var einsamallur um at umsita peningin hjá statskassanum. Áðrenn hann tók avgerðir í hesum spurningum skuldi hann kortini spyrja landsnevndina eftir. Undan, undir og eftir her- setingina vóru bretar ikki fegnir um, at føroysk skip sigldu undir donskum flaggi. Tá var tað, at Merkið, sum hevði verið til síðani 1919, og sum stríð hevði verið við danir um at fáa góð- kent, varð góðkent, men tað er ein onnur søga, sum tað ivaleyst fer at verða meiri at frætta um í flaggrøðunum, sum fara at verða hildnar 25.apríl. Longu dagin eftir fór mjólkabáturin Tróndur inn á Skálafjørðin við hermonnum Kristian Djurhuus úr Sambands- flokkinum var løgtingsformaður í 1940 C. A. Hilbert var amtmaður undir krígnum. Hann var komin til Føroya í 1936 Thorstein Petersen úr Fólkaflokk- inum var limur í landsnevndini í 1940