leygardagur 16. apríl 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FYRI 65 ÁRUM SÍÐANI
Jóannes Hansen
Tey eru farin upp um pensións-
aldur, sum minnast, tá ið Føroyar
vórðu hersettar. Hjá teimum,
sum upplivdu hersetingina og
tað, sum fyrifórst hesar dagarnar
fyri 65 árum síðani, man hetta
standa neglt fast í huganum.
Tíbetur hava Føroyar og føroy-
ingar ikki síðani upplivað her-
seting, og vónandi fer ein
sovorðin støða ikki at koma í
aftur nakrantíð.
Tað er gott og sunt av og á at
spola aftur og at verða mintur á,
hvussu tað áður hevur gingið
landi og fólki. Nú 65 ár eru liðin
síðani bretsku hersetingina
verður róð aftur á aftur tað, sum
fyrifórst í Føroyum í hesi vikuni
fyri sekstifimm árum síðani.
Keldan er brot úr fyrsta bindi í
Løgtingið 150 ár, sum Hans
Andrias Sølvará, søgufrøðingar
og heimsspekingur, hevur
skrivað, og sum er vísindaligt
dygdarverk, ið varð útgivið í
2002. Harafturat havi eg við
stórum áhuga aftur lisið fyrsta
bindið í bókarøðini um stríðs-
árini hjá Niels Juel Arge, fyrr-
verandi útvarpsstjóra, sála.
Bókin varð útgivin í 1985, og í
fororðunum tók Niels Juel, sum
undan, at hann fór undir bóka-
røðina, hevði havt sendirøð um
henda spurningin í Útvarpinum,
millum annað soleiðis til um, hví
hann fór undir bókarøðina um
stríðsárini: "Umleið 40 ár eftir at
2. heimsbardagi brast á, vóru
fleiri fallin frá, sum vóru við í
ymiskum, sum hendi undir
stríðnum. Hetta gjørdi, at eg í
1981 fór undir sendirøðina
"Stríðsárini" fyri at savna so
nógvar frásagnir um hetta
tíðarskeiðið, sum til bar".
Við útvarpssendingunum og
serliga bókarøðini syrgdi Niels
Juel Arge fyri, at bæði tað, ið
hann sum ungur í høvuðsstað-
num um hesa tíðina var vitni til,
og tað, sum so mangir aðrir
føroyingar upplivdu bæði heima
og burturi, er vorðið atkomuligt
saman við úrslitum av skjala-
rannsóknum og kanningum av,
hvat varð sagt og skrivað um
hesa tíðina heima og burturi.
Tað er upplagt, at føroyingar
vita um, hvussu tað gekk fyri
seg, tá ið Føroyar vórðu hersettar
fyri 65 árum síðani, og hvussu
føroyingar upplivdu krígsárini,
bæði heima og burturi og á landi
og sjógvi. Í tí sambandinum eru
bøkurnar hjá Niels Juel Arge,
sála, um krígsárini ógvuliga
hentar og lættar at lesa.
Ikki heilt óvæntað
Tá ið bretar fríggjadagin 12.
apríl í 1940 komu á land í Havn-
ini, var tað ikki púra óvæntað, og
sum heild kendist tað sum ein
lætti. Danmark varð hersett 9.
apríl, og dagin eftir visti BBC
útvarpið at siga, at leysaøgur
gingu í London um, at Týskland
ætlaði sær at seta herfólk á land í
Føroyum.
Tá hevði bretski flotaadmiral-
urin, Winston Churchill, longu
sama dag givið admiralitetinum
boð um at herseta Føroyar skjót-
ast gjørligt.
Týskvøldið 9. apríl - sama
kvøldið sum týskararnir tíðliga á
morgni høvdu tikið Danmark -
fekk Hilbert, amtmaðurin, vitjan
av bretska konslinum, Valdemari
Lützen. Hann kom við boðum
frá bretsku stjórnini um, at hon
fór at forða týskari herseting av
Føroyum, og til hetta endamálið
fór hon at "require facilities in
the islands". Og Niels Juel sigur,
at amtmaðurin svaraði í samráð
við formannin í løgtingsins
landsnevnd, Andrass Samuelsen,
at hann gekk við til at veita
"facilities".
Løgtingsformaðurin fekk eisini
at vita av, og allir tríggir vóru
teir samdir um ikki at siga Løg-
tinginum frá, tí so fór ikki at
bera til at dylja bretsku ætlanina.
Kristian Djurhuus var løg-
tingsformaður. Niels Juel endur-
gevur, hvussu hesin týsdagurin,
tann 9. apríl, var upprunnin fyri
honum. Gunnar Dahl-Olsen, sum
var sýslumaður í Streymoy og
búði í Vestmanna (hann var abbi
Óla Breckmann) ringdi kl.7.30 í
gistirúmið hjá Kristiani Djurhuus
í høvuðsstaðnum. Hann var -
umframt at vera løgtingsformað-
ur - eisini sýslumaður í Suðuroy.
Gunnar var semingsmaður, og
teir báðir, Kristian og Gunnar,
høvdu langt út á náttina verið til
samráðingar við partarnar í fiski-
mannaverkfallinum, sum var av
10. apríl - alla staðni uttan í
Suðuroy.
- Eg dugi ikki sjálvur at siga
frá, hvussu man reagerar, tá man
fær sovorðið at vita. Eg lat meg í
og fór oman í Tinghúsið. Har
vóru komnir nakrir tingmenn, og
Gunnar var eisini har. Allir vóru
líka bilsnir og føldu seg sjokker-
aðar. So kom amtmaðurin Hil-
bert eisini hagar. Hann kundi
bara vátta, at hann, tá ið hann
frætti um hersetingina, hevði
roynt at fáa samband við ríkis-
stýrið, og tá ið hann hevði fingið
tað, varð kvett, og hann fekk
einki burtur úr tí.
- Har stóðu vit. Ein spurdi seg
sjálvan, hvat nú skuldi henda, og
vit spurdu hvønn annan, hvat nú
var at gera. Ongin planur fanst,
ongin hevði hugsað um møgu-
leikan, at sambandið millum
Danmark og Føroyar skuldi
verða kvett av krígsávum, segði
Kristian Djurhuus.
11. apríl helt Winston Chur-
chill, flotamálaráðharri, røðu í
Undirhúsinum, har hann greiddi
frá, at tað ráddi um hjá bretum at
vera undan týskinum at herseta
Føroyar, tí tær kundu á týskum
hondum gerast ein sera álvarsom
hóttan móti Bretlandi, ikki minst
ímóti skipasambandinum vestur
um hav til Amerika, sum týsk-
urin við ídni søkti at við kavbát-
um. Tað var eisini neyðugt hjá
Bretlandi at taka Ísland undir
sína verju, segði Churchill, sum í
røðu síni gav lyfti um, at bretar
fóru at verja Føroyar móti øllum
harðskapi, ið kundi at standast av
krígnum.
Hersetingin
Stutt eftir middag fríggjadagin
12. apríl komu tvey stór grá
bretsk skip inn um Borðuna við
rættiliga stórari ferð og stevndu
móti Havnini. Tað lætnaði um
mangt hjarta, at tað ikki var
týskurin, sum var komin.
Niels Juel hevði m. a. sína
egnu dagbók at halla sær at, tá ið
hann greiddi frá, og hann er
nágreiniligur, tá ið hann sigur frá
landkomuni hjá bretunum:
Kl. 13.30 kom bátur í land við
tveimum yvirmonnum. Teir
komu upp á land á trappuni
undir keikioskini. So at siga
einki fólk var statt har, men
Andreas Ziska fór ímóti teimum
og beyð teimum vælkomnar og
segði, at hann og ein partur av
Føroya fólki ynsktu sjálvræði -
want to governe ourselves.
Meðan teir nú fylgjast inn eftir
keiuni uttan at bretarnir siga
nakað, møta teir einum politisti,
sum rekur Andreas Ziska burtur.
Longur inni á koyrikeiuni, sum
tað tá varð rópt, møta teir einum
bili við bretska konslinum Valde-
mar Lützen og soni hansara
Mogens, ið var varakonsul. Teir
fara nú út í Tinganes eftir hinum
bretska varakonslinum, Robert
Brockie, og koyra út í Rættará til
Valdemar Lützen, men steðgurin
er stuttur. So gongur leiðin niðan
til amtmannin. Har var Kristian
Djurhuus, løgtingsformaður,
staddur saman við Hilbert amt-
manni.
Bretsku yvirmenninir váttaðu á
hesum fundi tað, sum Churchill
hevði sagt í undirhúsinum ígjár,
at Bretland hevði átikið sær at
verja Føroyar og lata tær aftur til
eitt frælst Danmark. Nú bretsku
herskipini lógu á vánni bóru
bretsku yvirmenninir fram ynski
um at farið varð undir fyrireik-
ingar til at taka ímóti umleið 250
hermonnum í Havn og á Skála-
firði ímorgin, at skipað varð fyri
censuri av telegrafi, tráðleysari
telefon og at sendingar av bræva-
posti verða steðgaðar. Amtmað-
Tá ið bretar vunnu kapp
Ófrættadámurin var stórur, tá ið tað
spurdist, at týskarar høvdu hersett
Danmark. Talan var um ikki sørt av
politiskum turbolensi um hetta mundið, og
tað kendist sum stórur lætti, tá ið bretar 12.
apríl í 1940 komu á land í Havnini, og
Føroyar harvið vórðu hersettar og
innrættaðu seg til nýggjar tíðir
Winston Churchill boðaði 11. apríl frá í Undirhúsinum, at nú fóru bretar
at herseta Føroyar
Útgerðin hjá Royal Marines varð koyrd av keiuni í lastbili hjá Valdemar Lützen, sum var bretskur konsul
38
Nr. 72 - 16. apríl 2005