Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2005 37 fyri at gerast limur í IOC skal umsøkjari eisini verða limur í ST, sum vit jú ikki eru. Hetta verður óivað gjørt sum ein forð- ing fyri, at ov nógvar smátjóðir verða innlimaðar. Vit kunnu tó í sambandi við okkara umsókn vísa á, at hoð varð send inn fyri fleiri árum síðani, langt áðrenn ST-klausulurin bleiv ásettur, greiðir Heðin Mortensen frá. Veddingin er eitt slag av eini lívsæðr Spurdur hvørji mál, sum eru framd hesi 25 árini, ið Heðin Mortensen hevur sitið sum ÍSF- forseti, hava havt størst týdning, er Heðin ikki í iva. - Um vit hugsa út frá einum reint aktivum sjónarmiði, so er eingin ivi um, at oyggjaleikirnir hava verið tað størsta framstigið fyri føroyskan ítrótt, tí har hava vit fingið ein møguleika at kapp- ast við aðrar smátjóðir á einum hóskandi støði. Eisini er vert at hava í huga, at tá ið oyggjaleikir eru, fara vit avstað við einum stórum bólki av ítróttarfólki og leiðarum, og tá fáa vit sjálvsagt bólkaprísir í sambandi við ferð- ing og annað. Hetta gevur ein nógv lægri prís fyri tað einstaka ítróttarfólki, enn hvat tað hevði verið, um til dømis flogbólturin fór avstað til onkra kapping við til dømis 15 fólkum, greiðir Heðin Mortensen frá. Tó heldur Heðin Mortensen, at tað einstaka málið, ið hevur havt størst týdning fyri føroyska ítrótt seinnu mongu árini, er uttan iva málið um ítróttarveddingina. - Gamaní standa vit á fíggjar- lógini, men tann játtanin, ið vit fáa frá tí almenna, er ikki hækk- að seinastu 15 árini, og tað er einki at ivast í, at fingu vit ikki veddingarpengarnar, so vóru als ikki komin so langt innan ítróttina her heima, heldur ÍSF- forsetin. - Vit høvdu føroysku ítróttar- veddingina, men hon kundi als ikki bera seg, og tí valdu vit heldur at fara upp í tí donsku skipanina. Tað lá leingi í ting- inum, og heilt nógvir tinglimir vóru ímóti, at vit fóru upp í donsku skipanina. Tíbetur tordi Edmund Joensen, ið tá var løgmaður og hevði ábyrgd av lógarmálum, at skera ígjøgnum og fáa lógina broytta, soleiðis at hetta bar til, sigur ÍSF-forsetin. - Tá ið tað so vísti seg, at hetta gav heilt fitt av pengum, var tónin ein annar á tingi, og tá vóru tað brádliga allir møguligir felagsskapir, ið skuldu hava ein bita av køkuni. Eg hevði ætlað, at ítrótturin skuldi fáa umleið 80 prosent av veddingarpengunum, men vit fáa bara 60 prosent. Hetta svarar til, at vit fáa umleið fimm milliónir árliga til føroysk- an ítrótt, og tað er einki dulsmál, at hesir pengar eru eitt slag av eini lívsæðr hjá føroyska ítróttinum, heldur Heðin Morten- sen. Døpur útlit fyri oyggja- leikum í Føroyum Eitt mál, ið ítróttaráhugaðir føroyingar mangan hava á orði, er nær oyggjaleikir aftur verða í Føroyum. Oyggjaleikirnir hava bert verið í Føroyum tí einu ferðina. Tað var í 1989, tá ið tær triðju oyggjaleikirnir vóru á skránni. Síðani tá er nógv broytt, og fleiri av teimum ítróttargreinum, ið tá vóru við, eru ikki við longur, og aðrar eru komnar ístaðin. - Um so er, at vit skulu hava oyggjaleikir aftur í Føroyum, so krevur tað rættuliga nógvar pengar. Millum annað skal frælsur ítróttur verða við, og í løtuni hava vit ikki neyðugu umstøðurnar til frælsan ítrótt her heima. Tórshavnar Býráð hevur tó eina ætlan um at gera eina rennibreyt við ringvegin nær- hendis ítróttarøkinum í Gunda- dali, og fyribils eru fimm milli- ónir settar av til hetta endamál, greiðir ÍSF-forsetin, ið eisini er borgarstjóri í Havn, frá. - Eisini hevur riffulskjóting vunnið nógv fram á oyggjaleik- unum, tí hetta er ein ítróttargrein, ið er sera væl dámd á kanal- oyggjunum, men vit hava ikki umstøður til at hava kappingar í hesi ítróttargrein í verandi líki, sigur Heðin Mortensen. - Somuleiðis krevja ítróttar- fólkini nógv betur gistingarum- støður nú enn áður. Tá ið leik- irnir vóru í Føroyum í 1989, gistu ítróttarfólkini á skúlum og líknandi, men í dag verður tað kravt, at gistingin fer fram á gistingarhúsi ella á líknandi støði. Havandi í huga at eini 3.000 ítróttarfólk og áskoðarar vitja í sambandi við leikirnar, noyðast við at staðfesta, at hesir karmar eru ikki í lagi her á landi, greiðir ÍSF-forsetin frá. Heðin Mortensen leggur aftur- at, at vóru hesar umstøður í lagi, so vóru leikirnir í ár í Føroyum, men av tí at karmarnir ikki vóru til staðar, so noyddist ÍSF at takka nei, og ístaðin fór Hetland avstað við leikunum. Knýtt nógv vinarbond Heðin Mortensen er tann av for- setunum í teimum norðurlendsku ítróttarsambondunum, ið hevur sitið longst. Formaðurin í Dansk Idræts Forbund, Kai Holm, hevur eisini sitið rættuliga leingi, men ikki líka leingi sum Heðin. - Tað hevur verið ein stuttlig og spennandi tíð, og eg havi knýtt ómetaliga nógv vinarbond við fólk innan ítróttina í Norðan- londum serliga. Ikki minst hava Kai Holm, formaður í Danmarks Idræts Forbund, og eg verið vin- menn í nógv ár, men eisini í Íslandi og Svøríki hava bæði eg og konan, Hjørdis, knýtt nógv vinarbond. Ein annar, ið eg havi hug at nevna, er Preben Krage- lund, ið er formaður fyri Team Danmark. Hvussu nógv ár, ið Heðin Mortensen fer at sita afturat sum forseti í ÌSF, er ilt at meta um, men alt bendir á, at sersambond- ini eru væl nøgd við hansara avrik, tí bert tvær ferðir hesi 25 árini hevur nakað mótvalevni verið til formansskapin, og báðar ferðir hevur Heðin vunnið atkvøðugreiðsluna. Heðin metir ítróttarveddingina hava alstóran týdning fyri føroyskan ítrótt Kaj Holm, formaður í DIF, hevur eins og Heðin sitið í sessinum í drúgt áramál, og eru teir báðir eisini persónligir vinmenn Heðin og konan, Hjørdis, á PaaraOlympisku leikunum í Seoul í 1988. Hinar báðar á myndini eru Oluffa á Høvdanum, ÍSB-venjari, og Tóra við Keldu, svimjari Heðin á odda fyri føroysku Oyl-delegatiónini á Isle of Man, 2001 Heðin Mortensen og Poul Michelsen vóru undangongumenn, tá Tórsvøllur skuldi byggjast. Her eru teir á kunningarferð í donsku Parken