leygardagur 16. apríl 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 72 - 16. apríl 2005
ÍSF-FORSETI Í 25 ÁR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var tann 4. mars í 1980, at
Heðin Mortensen avloysti Jógv-
an Arge sum formann í Ítróttar-
sambandi Føroya. Undan hesum
hevði Heðin í eina tíð verið
skrivari í ÍSF. Hetta var ein tíð,
har nógv hendi innan føroyskan
ítrótt. Beint undan aðalfundinum
hjá ÍSF á vári 1980 hevði nevn-
liga ein tann størsta einstaka-
ítróttarhendingin nakrantíð í Før-
oyum verið á skránni, tá ið skip-
að var fyri CHM í manshond-
bólti.
Umskipaðu ítróttina
Heðin Mortensen greiðir frá, at
eitt tað fyrsta átakið, ið hann
saman við øðrum fór undir, var
fullkomiliga at broyta lógir og
viðtøkur fyri ÍSF. Høvuðsenda-
málið við lógarbroytingunum var
at tillaga ÍSF til tey krøv, ið vóru
neyðug, um føroyskur ítróttur
skuldi fáa bæði norðurlendska og
alheims viðurkenning.
Hetta hevði við sær, at ítróttar-
sambandið fekk ein heilt annan
bygnað, og samstundis var hetta
startskotið til, at teir einstøku
ítróttargreinarnar fingu síni egnu
sersambond.
Tað var bara Fótbóltssamband
Føroya, ið var sett á stovn,
áðrenn bygnaðarbroytingarnar í
ÍSF í 1980. FSF var sett á stovn
árið fyri, men tað gekk ikki long
tíð, so vóru sersambondini væl
fleiri í tali, og í dag eru tey 15.
Teir fimtan formenninir í teim-
um ymsu sersambondunum
manna saman við teimum trim-
um starvsnevndarlimunum í ÍSF
aðalstjórnina í Ítróttarsambandi
Føroya.
- Tað var ein munandi lætti fyri
leiðsluna í ÍSF, at bygnaðurin
bleiv broyttur soleiðis, at øll
sersambondini komu. Hetta
hevði við sær, at tann fíggjarliga
ábyrgdin bleiv býtt út til tey
ymsu sersambondini, og hvør
ítróttargrein fekk eina starvs-
nevnd, sum burturav arbeiddi
fyri júst hesi ítróttargrein, greiðir
Heðin Mortensen frá.
Vantandi olympiski
limaskapurin
Eitt av hjartamálunum hjá Heðin
Mortensen hevur eisini verið at
fingið Føroyar innlimaðar í
altjóða olympiska felagsskapin
IOC.
Longu í 1980 var olympiska
nevndin sett á stovn, og Heðin
Mortensen var sjálvur triði í
fyrstu nevndini saman við Niels
Juul Arge, ið var formaður og
Tórmóði Djurhuus.
- Tá vóru nýggju lógirnar
smíðaðar og tillagaðar, soleiðis
at vit kundu lúka tey krøv, ið
vóru sett til limir í altjóða
ítróttarsambondum, so sum IOC.
Vit sendu tí eina umsókn um
olympiskan limaskap beinan
vegin, men enn tann dag í dag
hava vit ikki fingið svar upp á
hesa umsókn, hóast vit fleiri
ferðir hava roynt at fáa eitt
endaligt svar, greiðir ÍSF-forsetin
frá.
- Hetta er einasti altjóða lima-
skapurin, ið vit mangla. Fyri
mær tykist tað sum um, at IOC
ikki vil hava smátjóðir við. Øll
hini norðanlondini stuðla okkara
umsókn um limaskap í IOC, og
vit hava gjørt øll møgulig átøk
fyri at fáa IOC at ganga umsókn-
ini á møti uttan úrslit, sigur
Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at til dømis var
herfyri gjørdur ein bóklingur, ið
millum annað hevði til endamáls
at vísa leiðsluni í IOC, at Føroy-
ar hevði limaskap í øllum møgu-
ligum øðrum ítróttarsamgongum,
so sum FIFA og EHF. Í bókling-
inum boða fleiri kendir persónar
og felagsskapir frá, at teir stuðla
føroysku umsóknini. Millum
teirra, ið bakka upp um føroyska
limaskapin í bóklinginum, er
danski forsætismálaráðharrin
Anders Fogh Rasmussen.
- Tað seinasta trekkið, um eg
so má siga, ið IOC hevur gjørt,
er, at teir nú seta sum krav, at
ÍSF-forseti í fjórðingsøld
Í farna mánað
vóru tað 25 ár
síðani, at Heðin
Mortensen bleiv
valdur til forseta í
Ítróttarsambandi
Føroya. Hesi 25
árini er nógv hent
innan føroyska
ítrótt, og Heðin
Mortensen dylur
ikki fyri, at tað
hevur verið bæði
ein spennandi og
turbulent tíð.
ÍSF forsetin uttan fyri glæsiliga ítróttardepilin á Guernsey á seinastu Oyggjaleikum
Fimm av forsetunum sum hava verið í ÍSF. Ólavur Lambá, Líggjas Joensen, Erhard Næs,
Jógvan Arge og Heðin Mortensen
Heðin Mortensen, Bjarni Vilhelm og Niels Nattestad á ÍSF-fundi