leygardagur 16. apríl 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
uppgávan hjá teimum, sum skulu
varða av okkara hægstu andligu
virðum, at doyva fólk við einum
útholaðum listahugtakið, so tey
til endan ikki síggja mun á dygd
og lættisoppi.
– Man kann ikki siga fólk ring
fyri at halda, at alt er list, um
ongin fortelur teimum nakað
annað. Um mentamálaráðið ikki
sær tað sum sína uppgávu at
skyna ímillum, og vanlig fólk
ikki tora, hvør skal so siga fólki,
at tað finst list, sum fer út um
tað gerandisliga og ger okkum
ríkari ? Og hvussu kanst tú
vænta, at fólk yvirhøvur spyrja
eftir góðari list, tá politiski
myndugleikin ferð eftir ferð
skúgvar sjónarmiðini hjá
seriøsum listafólkum til viks,
spyr Arnbjørn.
Politiska leiðslan
Arnbjørn ætlar ikki at bera í
bøtuflaka fyri hvørki discount-
loysnunum ella framferðini hjá
sitandi mentamálaráðharra.
Hinvegin eiga vit at hava í huga,
at ráðið, hann er settur at varða
av, sjáldan hevur havt tær sømdir
og ta virðing, tað hevur uppi-
borið. Sum dømi nevnir Arn-
bjørn, at tað seinastu 17 árini
hava sitið ikki færri enn 21
mentamálaráðharrar.
– Eg giti, at ongin av øllum
hesum ráðharrunum hevur fingið
ta játtan, hann hevði brúk fyri,
fyri at føra ein skilagóðan
mentanarpolitikk, so tað er
kanska ikki so løgið, at støðan
er, sum hon er.
Tað er uttan iva eisini trupult
at halda fast í hugsjónunum, tá
tú áhaldandi ert kroystur fíggjar-
liga og skalt venda hvørjum
oyra, sigur Arnbjørn.
Ymiskt hevur tó ligið á borðin-
um í mentamálaráðnum. Til
dømis eru ikki færri enn trý
rúgvusmikil mentanarálit gjørd
seinastu 10 árini. Okkurt av
hesum er eisini vorðið veruleiki,
eitt nú Tjóðpallurin, Mentanar-
grunnurin og Granskingarráðið,
men onki av hesum hevur fingið
ein brotpart av tí játtan, sum
fakfólk hava mett vera neyðuga.-
Vit vita, at tað eru pengar í
okkara samfelag. Tað síggja vit
allatíðina við til dømis tunnils-
byggingum, skattalætta, keypi av
ferjum o.s.fr. Tí slepst ikki
undan, at raðfestingin onkus-
vegna endurspeglar tey virði,
sitandi politiska leiðsla metir
hægst. Her tykist tað, sum tað er
sjálv tann politiska skipanin,
sum fullkomiliga vanvirðir ta
uppgávu, sum eitt mentamálaráð
skal røkja. Men tað ger ikki
trupulleikan við verandi menta-
málaráð minni álvarsaman og
átreingjandi. Heldur tvørtur-
ímóti, sigur Arnbjørn Ó. Dals-
garð.
Nr. 72 - 16. apríl 2005
35
-Tað er onki minni enn
stór skomm, at okkara
evsti mentanarligi
mynduleiki gongur á
odda fyri at køva alt
skilagott kjak um list og
mentan, sigur Arnbjørn
Ó. Dalsgarð, bókavørður
og ummælari
Mynd: Jens Kristian Vang