leygardagur 16. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 72 - 16. apríl 2005
MENTAN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Setanin av stýrisformanni fyri
Listasavn Føroya er bert feskasta
dømið um, hvussu landsstýris-
maðurin í mentamálum vanvirðir
øll tey, sum hava skil fyri list og
mentan. Ei dáni í, at hetta høga
ráð, sum varðar av okkara
hægstu andligu virðum, millum
manna leingi hevur verið kent
sum "discountráðið", tí tað er tað
tað er. Eitt andligt discountráð.
So bersøgin er Arnbjørn Ó
Dalsgarð, bókavørður og um-
mælari, í lesarabrævinum "Alt er
list", sum stóð í bløðunum
herfyri Ð- eitt bræv, sum var
ætlað sum eitt ramligt gúpp í
afturpartin á mentamálaráð-
harranum
Ein knívur í sárið
Arnbjørn Ó. Dalsgarð ivast ikki
í, at tey eru mong við honum,
sum leingi hava undrast yvir
embætisførsluna hjá Jógvani á
Lakjuni, mentamálaráðharra, tá
tað ræður um avgerðir í
mentanarligum spurningum. At
so fá ella nærum ongin mutar
ímóti er ikki so løgið, heldur
Arnbjørn, tá mentamálaráðharrin
tykist at skara framúr sum ein, ið
ikki ætlar sær at lurta eftir
teimum, sum hava skil fyri list
og mentan.
Tað eru so nógv dømi um hetta
eftirhondini, heldur Arnbjørn.
Samanleggingin av ÚF og SvF
varð týðiliga skundað ígjøgnum,
uttan at tey, sum arbeiða har, ella
nakar, sum hevði skil fyri tí, varð
eftirspurdur ella tikin við uppá
ráð. Vit hava fingið ein Tjóðpall
við eini játtan og eini stjóraløn,
sum líkist mest eini háðan móti
teimum fólkum, sum skulu virka
har, í hølum, sum als ikki liva
upp til krøvini til ein slíkan
stovn. Og sum ein seinasta
dyggan frammaná hava vit nú
fingið ein bankamann og ein
sakførara at stýra okkara listar-
liga Tjóðsavni.
– Tað var mest hetta seinasta,
sum fekk meg at skriva lesara-
brævið. Fyri meg virkaði setanin
av einum sakførara sum stýris-
formanni fyri Listasavnið sum
ein knívur, ið varð vendur enn
einaferð í einum sári, sum stóð
víðopið frammanundan. Ein
endalig magtdemonstratión móti
teimum, sum hava funnist at
handfaringini av hesum málin-
um, har allar skilagóðar fakligar
grundgevingar vórðu feiaðar av
borðinum í eini handavending,
sigur Arnbjørn
Hví mentamálaráðharrin
konsekvent hevur valt at síggja
burtur frá fakligum førleikum og
væl undirbygdum atfinningum í
hesum máli, er ilt at vita, heldur
Arnbjørn. Ikki tí, tað var kanska
ikki óvæntað, um mentamálaráð-
harrin við hesum vil vísa, hvør
tað er sum ræður, sigur hann.
Vanvirðing
– Eitt er, at vit mugu liva við
einum mentamálaráðharra, sum
ikki tykist at hava skil fyri list,
og hansara discountloysnum á alt
ov nógv týðandi mentamál. Tað
eru vit so von við. Tað ringasta
er, at hann harvið vanvirðir øll
tey, sum vita nakað um hesar
tættir, og soleiðis máar teirra
trúðvirði burtur, sigur Arbjørn.
Arnbjørn vísir á, at fakfólk
innan mentan og list hava í mong
ár ikki verið serliga høgt í
metum í Føroyum. Hetta sæst
millum annað við, at tey sum
heild hava verið lítið frammi í
fjølmiðlunum í kraft av teirra
fakliga førleika. Seinnu árini
hava tey tó kortini verið nøkur,
sum hava dittað sær til at koma
við kvalifiseraðum boðum uppá
góða og minni góða list. Og
hetta er avgjørt ein gongd, vit
sum mentað tjóð, eiga at fegnast
um.
– Tí er tað onki minni enn
undrunarvert, at okkara evsti
metanarligi mynduleiki nú
gongur á odda fyri at køva hesar
røddir aftur so náðileyst, at alt
kjak nærum tagnar. Men fyri tað
eru øll ikki hildin uppat at hugsa,
og tað má mentamálaráðharrin
ikki gloyma. Tað var fyrst av
øllum tað, eg vildi vísa á við
mínum lesarabrævi, sigur
Arnbjørn.
Snobbar niðureftir
Arnbjørn minnir á, at tað jú ikki
er nøkur loyna, at í Føroyum eru
tey lutfallsliga nógv, ið vilja
kalla seg listafólk av onkrum
slag. Tí kann tað vera sera
vandamikið fyri ein politikara at
vera ov bersøgin ella avgjørdur í
sínum meiningum um, hvat er
dygdargóð list. Og mentamála-
ráðharrin hevur longu gjørt
greitt, at fyri hann er tað ein
stórur spurningur, hvør hevur
skil fyri list. Tað var hansara
svar, tá hann í eini tíðinda-
sending herfyri varð spurdur um
setanina av stýrisformanninum
fyri Listasavnið.
– Okkurt kundi bent á, at í
berum ótta fyri at traðka veljara-
fjøldina á tarnar er mentamála-
ráðharrin í staðin farin at snobba
niðureftir við at billa fólki inn, at
fólkslig mentan og list er tað
sama. At lifra fyri populismuni
uppá handan mátan er jú ein væl
kendur og uttan iva sera effek-
tivur máti at skora sær nakrar
bíligar atkvøður.
– Um tað veruliga er sannfør-
ingin hjá mentamálaráðharr-an-
um, at ongin skal siga nøkrum,
hvat er sonn list ella góð mentan,
so er alt jú list og vit øll lista-
fólk. Hetta sær eisini í stórum út
til at vera mentanarpolitiska
skráin hjá landsins politisku
leiðslu í løtuni Ð- ein skrá, sum
so dyggiliga er í ferð við at
úthola alt lista- og mentanar-
hugtakið sum tað er. Og tá er
heldur ongin meining í at meta
um list ella seta nøkur krøv til
hana longur, sigur Arnbjørn.
Andliga armóðin, sum fylgir í
kjalavørinum á einum slíkum
hugburði, er ikki bara syndarlig.
Hon er eisini vandamiklil tí hon
elur fram eitt andligt leti, sum í
síðsta enda máar støðið undan
fólkaræðinum. Tað er so nógv,
sum bendir á, at tað er ein
trupulleiki nú á døgum at krevja
nakað av fólki, heldur Arnbjørn.
Vit síggja tað til dømis í Útvarpi
Føroya, sum heldur enn at gera
dygdargóðar vitanarsendingar, í
stóran mun velur at brúka orkuna
uppá lættisoppakent undirhald.
Men vit vita, at hetta ikki er
fremsta uppgávan hjá almenna
Útvarpinum. Líka so lítið er tað
Alt er ikki list
- Onkur má rópa varskó, áðrenn mentamálaráð-
harrin fullkomiliga hevur útholað listahugtakið, so
ongin kennir mun á dygd og lættisoppi longur,
sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, bókavørður og
ummælari