Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 16. apríl 2005 33 SAMFERÐSLA Snorri Brend Henda hósdagin, vit vóru við, vóru bert tvey onnur ferðafólk. Ein teirra var ein skúlagenta av Húsum, sum hvønn einasta dag ferðast aftur og fram við Bars- skor. Hitt ferðafólkið var ein maður, ið hevði eitt arbeiði hann skuldi gera í felagshúsinum í Mikladali. Men hinvegin so eru eisini túrar, har einki pláss er eftir hjá ferðafólkunum. – Serliga um vikuskiftini á sumri er nógv fólk við, og tá er hann ofta fullsettur, sigur Sigmar. Nógv fólk hava summarhús á Kalsoynni, serliga í Mikladali, og brúka vikuskiftini at vitja har. Tá hann er fullsettur hava heldur ikki øll sitipláss, so ein partur av ferðafólkunum mugu tá standa uppi á dekkinum undir túrinum. Tað man kortini ikki bila tað stóra tá líkindini eru góð, tí túrurin tekur bert ein góðan hálvan tíma og ein siglur haraftrat fram við vøkrum landsløgum. Og er ein heppin, sum vit henda hósdagin, so ber til at fáa eyga á onkra nísu eisini. Sambært hagtølunum frá Strandferðsluni er eitt rættiliga stórt tal av ferðafólki á hesi farleiðini á sumri. Hagtølini vísa, at frá 1. juni til 31. august í fjør flutti Barsskor 5.027 ferðafólk. – Hóast nógv av hesum eru tey somu fólkini, so er hetta kortini eitt stórt tal – í veruleiknum eins nógv og fólkatalið í Klaksvík, sigur Sigmar. Fóður og mjólk Barsskor flytir tó ikki bert ferða- fólk, tí rættiliga nógvur farmur verður eisini fluttur millum Klaksvík og Kalsoynna – og millum Kalsoynna og Klaksvík. Úr Kalsoynni er tað serliga mjólkin, sum vigar mest í hesum, og um heystið eru tað serliga nøgdirnar av krovum, sum eyðkenna farmin til Klaksvíkar. – Tað sum vit føra yvir í Kalsoynna er mest fóður og sjálvandi matvøra til handlarnar í oynni. – Vit føra eisini olju til buss- arnar í oynni, tí teir brúka eitt serliga slag av olju, sigur Sigmar. Er talan um annan farm, so hevur Dúgvan siglt við millumbilum í oynna við t.d. tangabilum og líknandi akførum. Ikki tíðarhóskandi Nú Barsskor gevst at sigla vekir tað sjálvandi kenslur í fólki – bæði hjá manningini og ikki minst hjá ferðafólkunum. – Tað er tó eingin ivi um, at skipið er ikki tíðarhóskandi og at neyðugt er við øðrum skipi. – Tað eru sjálvandi kenslur við í øllum. Og ikki minst tann serligi hugnin, sum er umborð tá fólkini sita og práta saman. Tey sum koma við bátinum av og á, tey kunnu minnast aftur á mangan hugnaligan túr og manga hugnaligt feriu í oynni. – Men eingin ivi er kortini um, at tey sum ferðast við skipinum hvønn dag, tey ynskja sær eitt annað far, sigur Sigmar. Er ofta fullsettur Í teknisku útgreiningunum um Barsskor verður sagt, at hann kann føra 50 ferðafólk um summarið og 35 um veturin rutuna, tí kalsoyingar hava bert upplivað tað fáar ferðir, at skipið hevur avlýst ein túr um fjørðin vegna ov vánalig líkindi. – Men eg vænti, at tað verða fleiri avlýsingar við Sam, so- leiðis sum hetta farvatnið skikkar sær, serliga í høgættini, sigur hann. Ringast er at sigla um fjørðin, tá vestfallið er hálvrunnið, og tá streymurin samstundis er harður og hann er høgur í ættini. Í slíkum førum er neyðugt við góðum kunnleika í sigling, tá ein skal fara um fjørðin. – Um dagin er hetta kortini munandi lættari, tí tá sær ein frameftir. Men serliga á náttartíð er hetta eitt sindur truplari, sigur Sigmar. Tunlarnir broyttu Barsskor siglir vanliga tríggjar túrar um dagin, men ger umframt hetta eisini ein farmatúr eina ferð hvønn dagin. Barsskor hevur altíð verið álitið hjá kalsoyingum við reglu- ligum sambandi hagar í nógv ár. Teir røktu somuleiðis rutusam- bandið til Kunoyar, men tá tunnilin kom hagar í 1988 varð farleiðing sjálvandi niðurløgd. Fyrr í tíðini hevur Barsskor eisini røkt rutusambandið til Trøllanesar og Mikladals, men síðani tunlarnir komu hagar í fyrru helvtini av 80’unum, hava teir bert siglt til Húsar. Men týsdagin kemur so broyt- ing í, nú Sam fer at sigla uppá Syðradal og Leirvík. Hóast Barsskor nú verður lagdur, so verður manningin umborð á Barsskor ikki arbeiðs- leys fyri tað, tí teir fara at sigla við Sam, har Sigmar sjálvur verður stýrimaður. Spurningur er so hvat gerast skal við Barsskor nú hann gevst í sigling. Ein møguleiki er sjálv- andi at brúka hann sum eykaskip í siglingini til Svínoyar og Fugloyar, men einki er avgjørt í hesum sambandi enn. Barsskor Tekniskar útgreininar: Farleið: Klaksvík – Kalsoy Byggiár: 1929 Byggistaður: Akranes, Ísland Tilfar: Eik og fura Arbeiðsferð: 8 míl Longd: 14,75 metrar Breidd: 4,24 metrar Dýpd: 1,85 metrar BRT: 19,73 Høvuðsmotorur Volvo-Penta (megi): 144 HK Skrúva: 1 stk. Í mong ár hevur Barsskor ført bæði farm og ferðafólk um fjørðin til Kalsoynna. Ofta hevur hann verið fullsettur av ferðafólki Noel Joensen arbeiðir bæði á dekki og hevur ábyrgd av maskinuni undir dekki