leygardagur 16. apríl 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 72 - 16. apríl 2005
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Kalsoyar-rutan: Klokkan er
13:20 stundisligt, tá vit henda
hósdagin leggja frá landi í
Klaksvík.
Leið 56 hjá Strandferðsluni við
skipinum Barsskor er enn eina-
ferð løgd frá landi, eins og gjørt
hevur verið tey seinastu mongu
árini.
Teir á Barsskor eru altíð í
góðari tíð, og henda góðveðurs-
dagin er einki undantak í so
máta. Í dag er Sigmar Høgnesen
skipari, meðan Noel Joensen
syrgir fyri maskinu, ferðafólki og
farmi.
Henda leiðin er kend fyri hetta
strandfaraskipið, sum varð bygt í
Íslandi í 1929. Ár eftir ár hevur
Barsskor verið álitið hjá kalsoy-
ingum í sambandinum við
Klaksvíkina.
Hesin túrurin hósdagin kl.
13:20 er tó ein av teimum sein-
astu hjá Barsskor sum ferða-
fólkaskip og sambingindarlið
millum Klaksvík og Kalsoynna.
Týsdagin í næstu viku er
henda siglingin hjá Barsskor
nevniliga av. Tá verður nýggja
samferðsluhavnin á Syðradali
tikin í nýtslu, og samstundis fer
Sam hereftir at røkja sambandið
millum Klaksvík, Syðradal og
Leirvík.
Eingin veit, hvat gerast skal
við Barsskor eftir seinasta túrin í
næstu viku. Men mong munnu
vera, sum koma at sakna tann
serliga stemningin og ta serligu
hygguna, sum var umborð
millum ferðafólkini á ferðini um
fjørðin.
Tann gamla tíðin má víkja fyri
krøvunum frá nútíðini. Barsskor
verður nú lagdur, og kann siga
takk fyri 76 góð ár á hesi far-
leiðini.
Sum eitt skip
Hóast Barsskor er gamal í garði,
so er skiparin, Sigmar Høgnesen
ikki eina løtu í iva um, at hetta er
eitt ótrúligt far til hesa farleiðina.
– Eftir støddini er hann sera
góður í sjónum – fyri ikki at siga
ótrúliga góður.
– Eg vil siga tað so, at hóast
hann ikki er millum tey allar
størstu fartoyini, so er hann
næstan sum eitt skip at sigla við,
sigur Sigmar.
Hinvegin so kann Sigmar bara
staðfesta tað sama, sum so mong
onnur, at eitt skip sum er gamalt
og gongur á 76. ári, ikki er
serliga hóskiligt til nútíðina og
til tey krøvini, hon setur til
flutning sjóvegis.
Men hetta hevur kortini verið
eitt sera trygt skip til hesa
Barsskor syngur svanasong sín
Eftir at hava røkt
rutusambandið til
Kalsoynna í mong
er siglingin hjá
Barsskor nú at
enda komin.
Nútíðin setur
onnur krøv til
flutning av
ferðafólki, og nú
fer Sam at røkja
siglingina ístaðin.
Vit vóru við Bars-
skor hósdagin, tá
Barsskor sigldi ein
av sínum seinastu
túrum.
Sigmar Høgnesen hevur ført Barsskor í tvey ár. nú fer hann umborð á Sam
Barsskor er álitið hjá kalsoyingum, soleiðis at fólk kunnu arbeiða í Klaksvík, men kortini búgva á Húsum og hinum bygdunum í oynni