leygardagur 16. apríl 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2005
31
Norðoy, at tað ikki var avgerð
sum varð tikin í einum. Talan var
um eina prosess yvir longri
tíðarskeið og um at umstøðurnar
vóru til staðar júst tá.
Hon heldur, at hugsanin um at
gera okkurt annað, kom um 40
ára aldur, men ikki, sum so ofta
verður tikið til, av tí at børnini
vóru vaksin og flutt heimanífrá.
- Eg haldi at kvinnur júst í
hesum aldri broytast. Tær fáa ein
innari frið og hvíla meir í sær
sjálvum. Í hesum tíðarskeiðið í
lívinum, byrja kvinnur at síggja
øðrvísi upp á tingini, sigur
Marianna.
- Harnæst havi eg alt lív mítt
lagt merki til, at munur verður
gjørdur á gentum og dreingum,
ikki tí at nakar beinleiðis vil gera
mismun á kynunum. Hinvegin,
so helt eg, at tíðin var til, at eg
gjørdi nakað við tað, fyri at
menna meg persónliga, sigur
Marianna Norðoy.
Heimspeki og ymsar
trúarlærur
Hon fór undir serliga áhuga sín
at lesa sálarfrøði, serliga gestalt-
psykologi og heimsspeki, eitt nú
Kierkegaard, Løgstrup og Sartre.
- Eg setti eg mær fyri at lesa
slík verk, fyri at mennast sum
menniskja. Tað førdi meg víðari
til átrúnaligan lesnað. Uppruna-
liga eri eg uppald í Brøðrasam-
komuni, men av tí at mær ikki
dámdi moralsku og etisku trúar-
læruna, skúgvaði eg fyri nógvum
árum síðan til viks alt, sum hevði
við átrúna at gera.
- Fyri at fáa hesi viðurskifti í
rættlag, fór eg at lesa um aðrar
átrúnalærur, eitt nú um Islam og
Buddismu.
- Eg haldi, at tær fremmandu
religiónirnar oftani verða mis-
skiltar, men í veruleiknaum er
talan um ein og sama lærusetn-
ing - nevniliga kærleiksboðið.
Tað hevur einki við lærusetn-
ingarnar "Tú mást ikki" og "tú
mást" at gera, sum vit oftani
hoyra.
- Harnæst verður okkara fatan
av Bíbliuni og øðrum trúðar-
lærum, serliga lagt eftir kvinn-
unum. Tær verða ikki tiknar í
álvara og kunnu t.d. ikki ráða
yvir sínum kroppi.
- Eitt nú hava fundamentalist-
arnir peikifingurin á lofti í
spurninginum um fosturtøku.
Tað haldi eg er skeivt. Um
kvinnur og rættindi stendur í
Bíbliuni: Tað at vera menniskjað
merkir tað sama um tú ert maður
ella kvinna. Bæði kynini hava
ábyrgd fyri sær sjálvum, og á
evsta degi skal hvør einstakur
standa til dóms fyri Gudi.
Ikki brúk fyri dómara
- Tað merkir í mínari verð, at vit
ikki hava brúk fyri dómarum á
jørð, sum vilja kúga kvinnurnar.
- Hví sigur tú tað?
- Tað kemst av at vit hava
átrúnaligir bólkar, sum halda seg
eiga rættin at taka kvinnuna av
ræði. Gott dømi um hetta er
spurningurin um fosturtøku.
- Hetta er mál, sum bert kvinn-
an kann taka støðu til. Tað skal
hon í øllum øðrum førum í
sínum lívi. Bert kvinnan hevur
ábyrgd av sínum kroppi, og tí
kann eigin annar siga, hvat er
best fyri hana. Tað veit hon best
sjálv, sigur Marianna Norðoy.
Hon heldur ikki, at kristindóm-
urin og buddisman eru ólík.
Boðskapurin er tann sami, og
snýr seg um kærleiðiksboðið.
- Hvat er størsti munurin í
tínum núverandi starvi og tí
gamla?
- Mítt samskifti við fólk er
sjálvandi øðrvísi, og eg havi ikki
samband við so nógv fólk, sum
tá eg hevði nógvar næmingar.
Kortini er samskiftið, sum eg
havi við viðskiftafólk og listafólk
ikki so ólík.
Inntrykk og ávirkan
- Í Galerie Focus tosa vit um tað,
sum í listini ræður, um at síggja
og sansa og at hava umsorgan.
Tað havi eg eisini lært í sjúkra-
røktini. Viðvíkjandi listafólk-
unum, so snýr listin seg eisini
um at sansa og fata. Tosa vit um
ymsu listarætningarnar ella
"ismurnar", eitt nú expression-
ismu og impressionismu, sum
gevur listini úttrykk og úttrykk,
ganga hugtøkini aftur í báðum
førum. Í veruleikanum kann eg
føra lærdómin í mínum gamla
yrki yvir á tað, sum eg fáist við í
dag, sigur Marianna Norðoy.
- Hvat heldur tú um orrustuna
innan listaheimin í seinastuni?
- Sjálvandi skuldi stjórin á
tjóðarsavni okkara havt listfrøði-
liga útbúgving.. Eg haldi ikki, at
tað átti at verið ein spurningur
um persónligar eginleikar ella
royndir, men um listfrøðiliga
vitan og innlit.
- Listaskálin er so lítil og
nýtist ikki ein fíggjarstjóra, sigur
Marianna Norðoy.
at síggja og sansa
- Tá um listina ræður, so snýr tað seg um at síggja og sansa. Tað
havi eg eisini lært innan sjúkrarøktina. Tosa vit listarætningar
ella "ismurnar", eitt nú um expressionismu og impressionismu,
sum gevur listini úttrykk og inntrykk, so ganga hesi hugtøkini
aftur í báðum førum. Í veruleikanum kann eg brúka lærdómin
frá mínum gamla yrki og føra tað yvir á tað, sum eg í dag fáist
við, sigur Marianna Norðoy.