leygardagur 16. apríl 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 72 - 16. apríl 2005
Dagny Joensen
Eftir at hon sum 20 ára gomul
fór undir útbúgving sum sjúkra-
systir og starvaðist í heilsuverk-
inum í 30 ár, tey seinastu 18
árini sum lærari á Sjúkrasystra-
skúla Føroya, broytti 53 ára
gamla Marianna Norðoy yrkis-
kós og stovnaði Galerie Focus í
Grím Kambansgøtu í Havn.
Hóast tað kann tykjast at vera
eitt langt lop millum hesi bæði
yrkini, so eru tey ikki ólík,
heldur Marianna Norðoy.
- Tá um listina ræður, so snýr
tað seg um at síggja og sansa.
Tað havi eg eisini lært innan
sjúkrarøktina. Tosa vit listarætn-
ingar ella "ismurnar", eitt nú um
expressionismu og impression-
ismu, sum gevur listini úttrykk
og inntrykk, so ganga hesi hug-
tøkini aftur í báðum førum. Í
veruleikanum kann eg brúka
lærdómin frá mínum gamla yrki
og føra tað yvir á tað, sum eg í
dag fáist við, sigur Marianna
Norðoy.
Fyri trimum árum síðani
stovnaði Marianna Norðoy
Galerie Focus, sum er franska
heitið, ið verður brúkt í Evropa.
Skiftandi framsýningar
Um skipanina í arbeiðinum,
sigur Marianna, at hon hevur valt
at hava skiftandi framsýningar,
sum eru umleið átta ferðir árliga.
Í samband við framsýningar, er
galleríið opið 14 dagar aftaná,
har fólk hava møguleika at síggja
og keypa listaverk. Marianna er
kortini altíð tøk, og fólk kunnu
ringja til hennara. Er hon ikki
heima, eru onnur fólk, sum taka
yvir.
Skráin yvir framsýningar í
Galerie Focus er løgd eitt ár fram
í tíðina. Í innbjóðingarkortum og
faldara sæst, hvørji listafólk
framsýna og nær. Oftast eru tað
tey kendu føroysku listafólkini
sum sýna fram, tó at nøkur
norðurlendsk listafólk eru á
skránni.
Um virksemið annars, sigur
Marianna Norðoy, at hon ger
avtalur við listafólkini og skrivar
sáttmála í samband við framsýn-
ing, setir upp og ger plakat til
hvørja framsýning sær, umframt
faldara um verkini hjá listafólk-
inum, eins og honsendir eini
400 - 600 innbjóðingar út, tá
ferniseringar eru.
Annars geri eg alt fyrifallandi
arbeiðið í framsýningarhølinum,
máli og spartli og tílíkt sum skal
til, sigur Marianna Norðoy.
Enn er eingin heimasíða gjørd,
men kortini fær Marianna Norð-
oy nógvar fyrispurningar úr
Danmark, Noregi og Íslandi, um
at sleppa at framsýna í Galerie
Focus.
- Eg geri sjálv av, hvørjar
framsýningar skulu vera og tað
er sjáldan, at eg taki av fyri-
spurningum, sigur Marianna
Norðoy, sum næstan altíð verður
móttikin við vælvild, tá hon
vendir sær til listafólk
Hvítu tuflurnar
gjørdi munin
Marianna Norðoy er fødd og
uppvaksin, sum miðlingur av
níggju systkjum, á Stongunum í
Klaksvík. Har gekk hon í barna-
og realskúla, og giftist blaðung
við Amariel Norðoy, listamanni,
sum tá var í læru sum skips-
timburmaður. Tey fingu ein son,
áðrenn tey bæði fóru undir víðari
útbúgving.
- 14 ára gomul setti eg mær
fyri at lesa til sjúkrasystur. Tað
minnist eg av tí at, tá vit vildu
sleppa í realskúla, skuldu vit
grundgeva fyri tí.
- Orsøkin var, at mær dámdi so
væl hvítu tuflurnar hjá systur
míni, sum var sjúkasystir, sigur
Marianna
Tá hon hevði fingið prógvið,
fóru hjúnini til Danmarkar.
Marianna fór at lesa medisin og
Amariel á listaakademiið í Keyp-
mannahavn. Bert eitt ár seinni
gavst Marianna, av tí at henni
dámdi ikki tað fakliga í útbúgv-
ingini.
Marianna fekk starv á inn-
keypsmiðstøðini á Ríkishospital-
inum. Eitt ár seinni fekk hon
starvið sum deildarleiðari á
miðstøðini, har hon var í nøkur
ár.
Heimafturkomin fekk hon
starv sum sjúkrasystir á psyki-
atrisku deild. Tá hon varð biðin
um at undirvísa í psykiatriskari
sjúkrarøkt á sjúkrasystraskúlan-
um, førdi tað til, at hon seinni
fekk útbúgving sum lærari. Hon
var á sjúkrasystraskúlanum í 18
ár.
40 ára gamlar
hugsa øðrvísi
Spurd hvussu tað ber til, at hon
skifti yrkiskós, sigur Marianna
Marianna Norðoy, lærari og gallaríeigari:
Lívið ræður um a
- Í veruleikanum
eru yrkini bæði
ikki so ólík. Mítt
arbeiði í sambandi
við listina, hevur
somu eginleikar í
sær, sum gamla
yrkið hjá mær,
sigur Marianna
Norðoy