Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 73 - 19. apríl 2005 Gjaldstøðin hjá Vága- tunlinum verður í næstum flutt frá tunnilsmunnanum og inn í sjálvan tunnilin. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at kavi hevur lagt seg á lins- una, so tólið ikki fær lisið av, hvørjir bilar koyra ígjøgnum FERÐSLA Edvard Joensen Gjaldstøðin hjá Vágatunl- inum verður í næstum væntandi flutt inn í sjálvan tunnilin at standa. Hetta verður gjørt fyri at fáa støð- ina at virka meira optimalt, sigur stjórin fyri Vágatunn- ilin, Dávur Reinert Hansen. Tað er komið fyri nakrar ferðir í vetur, at kavi er lagstur á linsuni á myndatól- inum, sum avmyndar bilar- nar, sum koyra gjøgnum tunnilin. Tá so er, fær tólið ikki lisið av, hvør bilurin er, sum fer ígjøgnum, og tískil kann heldur ikki sendast nøkur rokning fyri koyring- ina. Hesum kann sleppast undan við at verja linsuna móti kava, sigur Dávur Reinert Hansen. Tað kann so annaðhvørt gerast við at leggja tak yvir støðina, ella flyta hana inn í tunnilin. Væntandi verður tann sein- na loysnin vald, sigur hann. Hann væntar ikki, at tað verða nakrir trupulleikar av at flyta støðina. Tað mesta av kaðalunum kann dragast gjøgnum teir bakkar, sum longu liggja undir loftinum, og lítið skal gravast fyri at festa støðina, sigur hann. Í løtuni eru menn í ferð við at hampa økið við gjøld- støðin uttan fyri tunnils- munnan, har triðja koyri- breytin varð. Hendan breyt- in verður tikin burtur, nú ikki verður kravt inn frá teimum, sum koyra uttan kubba ella aðra avtalaða skipan. Tosað hevur verið um hvussu gerast skal við ferðskeltini, sum standa við støðina. Tey eru í grundini ikki neyðug, nú støðin bara er sjálvvirkandi, og einki bíðirað er eftir at sleppa at taka sær seðil við automat- ina. Í meðal koyra umleið 1.00 bilar aftur og fram gjøgnum Vágatunnilin um samdøgurði, sigur Dávur Reinert Hansen. Men inn- tøkan frá teimum er heldur lægri enn í fjør, sigur hann. Tað kemst av, at summi gjøld eru lækkað. Eitt nú er nýtt árhalds sett á stovn frá 1. februar, og tað veru nógv nýtt. Undirtøkan fyri tí hald- inum hevur verið góð, sigur Dávur Reinert Hansen, og teir bilarnir, sum hava tað, koyra dúgliga gjøgnum tunnilin. Árshaldið virkar soleiðis, at goldið verður kr. 1.000,- um mánan, og so kann ein koyra, sum einum lystir. Tað koyra, sum vera man eisini útlendskir bilar gjøgnum tunnilin. Spurdur um, hvussu teir verða av- roknaðir, sigur stjórin fyri Vágatunlinum, at tey fara at seta skelti upp við ser- vicestøðirnar, har gjørt verður vart við, at har ber til at gjalda fyri at hava koyrt gjøgnum tunnilin. Eisini verða faldarar lagdir umborð á Norrönu og á flogvøllinum, har greitt verður frá hesi skipanini. Fara útlendingar kortini av landinum uttan at hava goldið, er ætlanin at fáa eina skipan, har Vágatunn- ilin kann venda sær til bila- eftirlitini í ymsum londum og tann vegin krevja pen- ingin inn. Stjórin heldur ikki, at tað hevði helst verið dýrari at havt fólk sitandi fast við tunnilin til at kravt bumm- gjald, enn tað møguliga kemur at kosta í mistum inntøkum frá útlendksum bilum. Skulu vit hava mannaða gjaldstøð, tosa vit um eini sjey ársverk við vaktarskip- anum, yvirtíð og slíkum. Og so stendur inntøkan frá útlenskum bilum helst ikki mát við tær útreiðslur, sum vit høvdu havt av at manna støðina, sigur Dávur Rein- ert Hansen, stjóri fyri Vágatunnilin. Flyta gjaldstøðina inn í tunnilin Teir arbeiða við at fríðka um vegkantin við gjaldsstøðina hjá Vágatunlinum. Tríðja vegbreytin verður tikin burtur, og í næstum verður gjaldstøðin helst flutt inn í tunnilin at standa