týsdagur 19. apríl 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 19. apríl 2005
3
– Her liggur hon væl
Norröna noyddist
gjáramorgunin at
leggja at við bryggju í
Runavík. Hetta gekk
sera væl, nú komm-
unan hevur lagað
rampuna til hetta
ferðamannaskipið
SKIPAFERÐSLA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Runavík: Nú er tað prógv-
að enn einaferð: Norröna
kann saktans leggja at í
Runavík.
Hetta fekst fullgott prógv
fyri fyrrapartin ígjár, tá
Norrøna um áttatíðina kom
skúmandi inn eftir Skála-
fjørðinum og legði at í
Runavík.
Tað var nakað nógv av
vindi á Havnini, so hildið
var best at leggja at í
Runavík ístaðin.
Her sluppu so øll tey 400
ferðafólkini – fleiri teirra
ungdómar – í land, saman
við teimum 100 bilunum og
farminum. Tey 200, sum
ikki vóru við bili, vórðu
flutt víðari við bussum.
- Tað er altíð spennandi at
fáa Norrönu á Runavík. Og
eg haldi bara, at tað riggar
sera væl at hava hana liggj-
andi herinni, verður sagt av
havnarskrivstovuni í Runa-
vík.
Seinnapartin í gjár legði
Norrøna so leiðina út aftur
av Skálafjørðinum, tá kósin
varð sett móti Seyðisfjørð-
inum í Íslandi.
Ábøtur
Fyrr í vetur var eisini neyð-
ugt hjá Norrönu at leggja at
við bryggju í Runavík. Ta
ferðina kom hon at liggja á
øðrum staði, soleiðis at hon
ikki fekk lagt tað stóra
portrið niður.
Hesaferð kom hon tó at
liggja við sjálvan pierin, har
kommunan
hevur
gjørt
ymiskar ábøtur, so at hetta
flaggskip
okkara
kundi
leggja at her. Og sum mynd-
ir vísir, so var blikalogn í
Runavíkar Havn í gjár.
Tá Norröna legði at landi
gjáramorgunin beint eftir kl.
8, var hetta á ein hátt fyri at
royna, sum hesar ábøturnar
á rampuna vóru nøktandi.
Og, sum sagt varð av
havnarskrivstovuni,
so
riggaði alt sum tað skuldi á
hesum
staði.
Bæði
ferðafólk, bilar og farmur
sluppu lættliga í land.
Aftaná at alt var komið í
land, varð beinanvegin farið
undir at rigga skipið til
næsta túrin, sum gekk til
Íslands. Hagar legði Norr-
öna leiðina kl. 14.
Ein sjáldsom sjón – Norröna við bryggju í Runavík. Men væl bar til at fáa bæði ferðafólk, bilar og farm í land
Mynd: Kenneth Rasmussen