týsdagur 19. apríl 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 73 - 19. apríl 2005
Nýggj bussleið á
Skálafjørðinum
Strendur: Fyri at betra
um ferðamøguleikarnar
hjá borgarum í Sjóvar
kommunu,
hevur
kommunan nú gjørt av-
talu
við
Runavíkar
kommunu og Strand-
faraskip Landsins um
Skálaleiðina, sum 1.
apríl 2005 byrjaði at
koyra millum Selatrað
og Toftir.
Fyri at koyra við av-
sláttri við Skálaleiðini
krevst eitt borgarakort,
sum strandingar kunnu
fáa við at venda sær til
kommunuskrivstovuna
á.
Borgarar
í
Sjóvar
kommunu rinda hálvan
ferðaseðlaprís við at
vísa
bussføraranum
borgarakortið, skrivar
heimasíðan hjá Sjóvar
kommunu.
sb.
Stuðul fæst
úr grunni
Havn:
Nú er aftur
møguleiki at søkja um
stuðul úr grunninum
Nuuk-Reykjavík-Tórs-
havn.
Býarstýrini í teimum
trimum høvuðsstaðun-
um seta hvørt ár pening í
grunnin, sum hevur til
endamál at veita fíggjar-
ligan stuðul til tiltøk ella
annað, ið kann fremja og
menna samstarvið og
fatanina millum hesar
kommunur og borgarar
teirra.
Borgarar, feløg o.o., ið
halda seg koma undir
treytirnar fyri stuðli,
kunnu tí nú senda Tórs-
havnar kommunu um-
sóknarblað við frágreið-
ing um tiltakið, nær tað
verður og um mettan
kostnað.
sb.
Fýra forkunnug
frímerki
Postverkið: Í gjár gav
Postverkið út tveu nýggj
frímerki. Virðini á teim-
um eru 5,50 á tveimum
frímerkjum við haruni
sum
myndevni,
og
ávikavist 7,50 og 10 kr.
fyri hini bæði, har
myndevnini
eru
við
føroyskum mati.
Tað er listamaðurin
Edward Fuglø, sum hev-
ur teknað báðar mynd-
irnar.
Sagt verður, at tey,
sum út frá myndunum
fáa áhuga í at finna fram
til føroyskar matupp-
skriftir, kunnu fara inn á
heimasíðuna hjá Frí-
merkjadeildini.
Á
www.stamps.fo
ber
nevniliga til at leita fram
uppskriftir úr bókunum
"Matur og Matgerð" og
úr "Góðaráð".
sb.
– Ein ljósmóður er
settur sum leiðari á
føðideildini á Lands-
sjúkrahúsinum, men
tað vilja sjúkrarøktar-
frøðingarnir undir
ongum umstøðum
góðtaka
UMLEGGINGAR Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Stríðið um føðideildina á
Landssjúkrahúsinum hevur
nú tikið eina nýggja vend.
Men tað merkir ikki, at
tað er av.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
hava alla tíðina gjørt greitt,
at teir góðtaka undir ongum
umstøðum, at tað fakøkið,
sum eitur sjúkrarøkt, verð-
ur tikið frá sjúkrarøktar-
frøðingunum og lagt undir
ljósmøðurnar.
Men síðani er eisini tað
hent, at sjúkrarøktarfrøð-
ingurin, sum var leiðari á
føðideildini, er sett frá og
ístaðin er ein ljósmóður sett
sum leiðari.
Men beint undir leiðaran-
um eru so tveir millum-
leiðarir settir á jøvnum føti,
ein ljósmóður og sjúkra-
røktarfrøðingurin,
sum
áður var leiðari.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum sigur, at hetta er
ein fyribils loysn, tí áðrenn
eitt ár er farið, skal lýsast
eftir nýggjari leiðslu.
Men tað er greitt, at
ovasti leiðarin fyri føði-
deildina skal verða antin
ljósmóður,
sjúkrarøktar-
frøðingur, ella hava bæi
prógvini.
– Men tað, sum nú er sett
í verk, góðtaka vit undir
ongum umstøðum. Vit góð-
taka undir ongum umstøð-
um, at ein ljósmóður skal
hava leiðsluna á eini deild,
har eisini sjúk børn og
sjúkar barnakonur liggja,
sigur Jana H.Dalsgaard,
forkvinna í Felagnum Før-
oyskir
Sjúkrarøktarfrøð-
ingar.
– Harumframt eru tvær
ljósmøður nú í leiðsluni á
føðideildini og sostatt er
røktarfakligi leiðarin altíð í
minniluta.
– Hon sigur, at hetta er
nakað, sum sjúkrarøktar-
frøðingarnir taka í størsta
álvara og felagið fer tí at
viðgera støðuna teir næstu
dagarnar.
Gera sítt ítarsta
Poul Geert Hansen, stjóri á
Landssjúkrahúsinum sigur,
at tey fara at gera sítt
ítarsta fyri at fáa føðideild-
ina at virka væl.
Verður føðideildin um-
skipa, verður hon meiri
umfatandi enn hon var, tí
nú kemur ljósmóður deild-
in uppí.
Í tí sambandi eru nakrar
treytir settar fyri leiðsluna.
– Vit hava sett ein leið-
ara, sum vit halda er best
førur fyri at bera umskip-
ingarnar á deildini ígjøg-
num
Og tað hevur onki við tað
at gera, at ljósmøðurnar
hava gjørt greitt, at tær
kunnu ikki arbeiða á føði-
deildini undir einum leið-
ara sum er sjúkrarøktar-
frøðingur.
Deildarleiðarin er undir
kirurgisku depilsleiðsluni
og hevur yvirskipaðu rakst-
rarligu, fíggjarligu og fyri-
sitingarligu leiðsluna av
føðideildini og ljósmøðra-
skipanini. Vit meta, at tað
hevur týdning at hava ein
leiðara, sum hevur eina
fakliga vitan, sum rakar
breiddina í virkseminum og
tað haldi eg kemur ljós-
møðrunum til fyrimunar.
Men tað er ikki einasta
treyt, tí vit vilja eisini hava
ein leiðari við røttu persón-
ligu eginleikunum, sigur
Poul Geert Hansen.
– Í gjár tók stríðið um
føðideildina eina
vend, sum ikki bøtir
um útlitini fyri eini
semju
UMLEGGINGAR Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Enn eru ongi útlit fyri
eini semju á stríðnum um
føðideildina á Landssjúkra-
húsinum.
Tað er greitt, nú viku-
skiftið er farið afturum.
Men tað merkir ikki, at
málið er endað, tí sjúkra-
røktarfrøðingarnir
vilja
framvegis ikki góðtaka
ætlaðu umlegginginar á
føðideldini
Og tær gera púra greitt,
at tær hava als ikki slept
málinum.
Fríggjadagin
hevði
nevndin í Felagnum Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøðing-
ar fund um støðuna á føði-
deildini og í gjár var aftur
fundur.
Men seinni í vikuni hev-
ur felagið kallað allar lim-
irnar á limafund at viðgera
støðuna á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum.
Bøtir ikki um útlitini
Men um vikuskiftið tók
málið eina vend, sum í
hvussu so er ikki gera
útlitini fyri semju frægari.
– Fríggjadagin hevði
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum játtað at koma á fund
við nevndina í Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktar-
frøðingar um støðunaá
føðideildini, sigur Jana H.
Dalsgaard, forkvinna í fe-
lagnum Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar.
Fundurin skuldi vera í
gjáramorgunin.
Men hesin fundurin varð
avlýstur, tí ósemja tók seg
upp um, hvør skuldi sleppa
við á fundin.
– Stutt áðrenn fundurin
skuldi vera í gjáramorgunin
boðaði leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum frá, at hon
vildi hava depilsleiðsluna,
sum
føðideildin
hoyrir
undir, við á fund. Treytin
var, at kundi depilsleiðslan
ikkki koma við á fundin,
kom ovasta leiðslan á
Landssjúkrahúsinum held-
ur ikki, vóru boðini frá
sjúkrahússtjóranum.
Í depilsleiðsluni er Jóan
Petur Davidsen leiðandi
yvirlækni.
– Vit hava biðið um fund
við ovastu leiðsluna fyri
Landssjúkrahúsið, sum eru
tey trý Poul Geert Hansen,
stjóri fyri Landssjúkrahús-
ið, Marin Vang, røktar-
fakligur stjóri og Tummas í
Garði, læknastjóri. Vit
hava ikki biðið um fund við
leiðandi yvirlæknan á føði-
deildini.
– Hetta var játtað okkum
og tað halda vit okkum til,
tí hetta er ovasta leiðslan á
Landssjúkrahúsinum. Vit
meta ikki, at vit hava nakað
at tosað við leiðandi yvir-
læknan føðideildini um,
sigur Jana H. Dalsgaard.
Hon er sera misnøgd við
framferðina hjá leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum.
– Men hetta fær okkum
at ivast, hvør tað er, sum
hevur veruligu leiðsluna á
Landsjúkrahúsinum-
um
tað er tann formliga leiðsl-
an, ella um tað í veruleik-
anum er leiðandi yvirlækn-
in, leggur hon afturat.
Ikki hent fyrr
Poul Geert Hansen, stjóri á
Landssjúkrasúsinum, sigur
at tað er ikki sjúkrarøktar-
frøðingarnir, sum definera
leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum.
– Tað hevur stóran týdn-
ing at tað er landssjúkra-
húsið sjálvt, sum definerar
leiðsluna.
Hann heldur, at tað er
undarligt, at sjúkrarøktar-
frøðingarnir nokta Lands-
sjúkrahúsinum
at
hava
leiðslufólk við á fundin.
– Tað havi eg ongantíð
verið úti fyri fyrr, sigur
hann.
Hann sigur, at í hesum
føri umfatar leiðsluhug-
takið bæði leiðsluna fyri
landssjúkrahúsið og depils-
leiðsluna.
– Tað er heilt avgjørt
rímiligt, at depilsleiðslan er
við og fær at vita bein-
leiðis, hvat fundurin er um,
heldur enn at vit skulu
endurgeva tað fyri teimum
aftaná, sigur Poul Geert
Hansen.
Ljósmóður yvirtekur
leiðsluna á føðideildini
Ongin semja í eygsjón
stríðnum um føðideildina
Tøk grundøki
við Gøtugjógv
Gøta: Áhugin fyri at
búseta seg í Gøtu er al-
samt
vaksandi,
og
kommunan
arbeiðir
støðugt við at nøkta
tørvin.
Í Syðrugøtu bleiv ein
útstykking á 13 stykki
gjørd í fjør, og í Norðra-
gøtu verða umleið 15
stykki útlutað í næstum.
Við Gøtugjógv eru
fýra stykki tøk í nýggj-
astu útstykkingini.
Í
løtuni
arbeiðir
kommunan við fram-
tíðar útstykkingum og
bústaðarmøguleikum í
Gøtu
kommunu,
og
ætlar seinni í ár at seta út
í kortið hesum viðvíkj-
andi.
sb.
Áhugin fyri at byggja í Gøtu er vaksandi
Ein fundur sum skuldi vera í gjár um føðideildina varð av-
lýstur, tí ósemja tók seg upp um, hvør skuldi sleppa við á fund