Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 19. apríl 2005 5 Listfrøð- ingurin sagt seg úr starvi Inger Smærup Sørensen, list- frøðingur á Lista- savni Føroya, hevur sagt seg úr starvi til 30 apríl LISTASTRÍÐIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fríggjadagin boðaði stýrið fyri Listasavn Føroya frá, at listfrøð- ingurin á savninum, Inger Smærup Søren- sen, hevur sagt seg úr starvi frá 30. apríl at rokna. Inger Smærup Sørensen hevur verið sjúkrameldað í drúgva tíð, og hon verður hel- dur ikki at síggja aftur á savninum, áðrenn hon fer úr starvi sínum. Var royndarsett Sjálv vil Inger Smærup Sørensen ikki siga nak- að um, hví hon hevur sagt seg úr starvi, og tað vil formaðurin í stýrinum fyri Listasavn Føroya, Jógvan Páll Lassen, heldur ikki. – Inger Smærup Sørensen var sett í fyribils fimm ár, men hon var royndarsett tað fyrsta árið, og tað vil siga, at hon var roynd- arsett til 1. august í ár. Hon hevur sjálv sagt upp, og vit hava síðani samráðst okkum til eina avtalu, sigur Jógvan Páll Lassen. Formaðurin í stýrin- um fyri listasavni sigur, at stýrið umhugsar nú, hvussu man skal leggja virksemi hjá Listasavn- inum til rættis, og fleiri møguleikar verða havd- ir á lofti. – Vit hava tó ikki funnið av nøkrum enn. Talan er jú eisini um eina heilt nýggja nevnd, ið nú situr fyri Lista- savnið, og vit skulu líka fóta okkum, áðrenn vit koma við nakrari niður- støðu, sigur Jógvan Páll Lassen. Hann sigur tó, at tey ætla at gera hetta sum skjótast, og so verður helst skipað fyri einum tíðindafundi, har stýrið alment leggur fram, hvussu tað ætlar at skipa virksemi á tí nógv umstrídda Lista- savni Føroya. Á aðalfundi í Føroya Lærarafelag leygar- dagin varð Magnus Tausen valdur til nýggjan formann við stórum meiriluta. Nýggi formaðurin ætlar at skapa eitt tættari samband millum felagið og limirnar FORMANSSKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Okkurt um 200 limir vóru møttir á aðalfundi lærara- felagsins leygardagin. Eitt av málunum, ið skuldi av- greiðast á árliga aðalfund- inum, var, hvør ið skuldi verða formaður í felagnum næstu tvey árini. Vanliga plaga tað ikki at verða fleiri valevni, men hesaferð vóru valevnini ikki færri enn trý í tali. Magnus vann stórt Teir tríggir lærararnir, ið høvdu bjóðað seg fram til formanssessin, vóru sitandi formaður Johannes Eli Iversen, næstformaðurin Magnus Tausen og so Jón Ingi Eidesgaard, lærari í Oyndarfirði. Tað gjørdist sitandi næst- formaðurin, Magnus Tau- sen, ið vann stríðið um for- manssessin, og tað gjørdi hann við stórum meiriluta. Magnus fekk ikki færri enn 107 atkvøður, meðan Jón Ingi fekk 37 atkvøður og verandi formaður, Johann- es Eli Iversen fekk 34 at- kvøður. Nývaldi formaðurin er lærari í Kommunuskúlan- um í Havn, men av tí at formansstarvið í Føroya Lærarafelag er eitt fulltíð- arstarv, fer Magnus í kom- andi viku í farloyvi úr lær- arastarvi sínum. Tó sigur hann, at hann hevur onkran flokk, ið hann skal føra upp til próvtøku í summar, og tí fer hann framvegis at verða knýttur at kommunuskúl- anum næstu mánaðirnar, so at næmingarnir, ið skulu til próvtøku, ikki verða sleptir upp á fjall. Styttri millum limir og nevnd Magnus Tausen sigur, at eitt tað týdningarmiklasta málið, ið hann ætlar sær at fáa loyst, er álitisfólkaskip- anin. – Eg havi ført fram sum eitt slag av einum kritikk- punkti, at felagið ikki er nóg nógv frammi millum limirnar. Um vit høvdu dugað at brúkt álitisfólka- skipanina betur, høvdu vit havt eitt nógv meiri dynam- iskt felag, sigur Magnus Tausen. Nývaldi formaðurin sig- ur, at í næstum verður farið undir at útbúgva álitisfólk- ini, soleiðis at tey eru nóg væl skúlað til, at tey kunnu tryggja, at alt fer fram eftir bókini úti á skúlunum. – Eg haldi eisini, at tað hevur verið ov langt millum nevndina í Føroya Lærara- felag og limir felagsins, og at ein gagnnýtsla av álitis- fólkaskipanini kundi bøtt um hetta. Tað kemur ov lít- ið fram, og tað er alneyð- ugt, at vit fáa eitt meiri opið felag. Sjálvsagt eru tað eis- ini nógv mál, sum vit ar- beiða við, ið ikki skal út millum limirnar, men vit eiga í væl størri mun at kunna limirnar um virk- semi felagsins, sigur Magnus Tausen. Sáttmálin hjá Føroya Lærarafelag við Fíggjar- málastýrið gongur út í heyst, og tí verður farið undir at samráðast um nýggjan sáttmála í næstum. Í hesum sambandi er nevndin í Føroya Lærara- felag farið undir at fyri- reika seg til hesar samráð- ingar, ið ivaleyst fara við nógvari orku, greiðir Magnus Tausen frá. Magnus nýggjur formaður í Lærarafelagnum Misti ytsta liðin á trimum fingrum Ein arbeiðsvanlukka var í einum av stóru tim- burhandlunum í Havn leygardagin. Ein maður, sum arbeiddi við einari stórari sagimaskinu, fekk tríggjar fingrar í klemmu í maskinuni, og hann misti ytsta liðin á teimum trimum fingrunum. Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsir, at málið er farið til Arbeiðseftirlitið, sum kannar umstøðurnar kring tilburðin leygar- dagin. tn Smádreingir lupu á javnaldra Bert eitt harðskapsmál hevur verið í høvuðs- staðnum um vikuskiftið. Náttina til sunnudag- in lupu nakrir dreingir á ein javnaldra í mið- býnum í Havn. Álopni drongurin fekk nakrar smávegis snuddir í andlitið og varð sendur á skaðastovuna. Av tí at bæði álopsmenninir og tann álopni eru yngri enn 15 ár, er málið beint víðari til barnaverndina, greiðir vakthavandi á politi- støðini í Havn frá. tn Stuldur í eysturbýnum Sunnukvøldið varð boðað frá stuldri í eystur- býnum. Brotið var inn í ein persónbil uttan fyri eini hús, og tjóvarnir høvdu ruddað bilin fyri virðislutir. Síðani vóru teir farnir inn í garðin, har teir høvdu stolið ymsar lutir av eini moto- cross, ið stóð í garðinum. Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at stuldur verður framdur móti húskinum, ið eiga bilin og motocrossina, og tað kundi bent á, at tjóv- arnir kenna tey, ið teir stjala frá. tn Fekk hondina í klemmu Umborð á Brimli, sum um vikuskiftið lá á Fuglafirði, hendi ein arbeiðsvanlukka seinna- partin leygardagin. Menn vóru í ferð við at spola ein weir av einum spæli, tá ið tað brádd- liga strammaði í, og hondin hjá einum manni lá í klemmu. Sambært vakthavandi á politi- støðini í Runavík fekk maðurin ikki stóran skaða í hondina. Skipaeftirlitið fekk fráboðan um málið og hevur longu gjørt sínar kanningar. Niðurstøð- an hjá teimum er tann, at alt var í lagi umborð á Brimli, og at talan var um eitt hendiligt óhapp. Av politistøðini í Runavík frætta vit annars, at talan hevur verið um eitt stak friðarligt vikuskifti í aðrar mátar. tn Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort Løgreglan í Havn tók leygarmorgunin ein mann fyri at koyra ávirkaður. Rúsdrekkakoyr- ingin fór fram í Norðstreymoy, og tað vísti seg eisini, at umfram at verða ávirkaður, so koyrdi maðurin eisini uttan at hava nakað koyrikort. tn Leigari og útleigari ósamdir Leygarkvøldið bleiv løgreglan í Havn boðsend í sambandi við húsaófrið. Tað vísti seg, at talan var um tveir partar, har annar var útleigari og hin var leigari undir somu lon. Tað eydnaðist tó løgregluni at tosa partarnar til sættis á staðnum, og meiri verður ikki gjørt við málið, upplýsir vakthavandi. tn Stak friðarligt í Klaksvík Løgreglan í Klaksvík hevur ikki havt nógv at gjørt um vikuskiftið. Sýslumaðurin í Klaks- vík, Karl Johansen, sigur, at talan hevur verið um eitt serstakliga friðarligt vikuskifti, har løgreglan í Norðoyggjum ongar tilburðir av rúsdrekkakoyring, stuldri, harðskapi, herverk ella øðrum hevur havt. tn Magnus Tausen varð leygardagin valdur til nýggjan formann í Føroya Lærarafelag við stórum meiriluta Mynd: Jens Kr. Vang