týsdagur 19. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 73 - 19. apríl 2005
Fiskiskipaflotin:
Semja ella sáttmálaloysi á midnátt í gjár
Sáttmálin millum Før-
oya Reiðarafelag
øðrumegin og Føroya
Skipara-og Naviga-
tørfelag hinumegin
gekk út, 1. desember í
fjør, men so seint sum
fyri klokkan 15 í gjár,
var ikki greitt, um
partarnir fóru at
semjast um nýggjan
sáttmála ella ikki.
Tveir skipabólkar
hava gjørt nýggjan
sáttmála við FSN, men
fyri klokkan 15 í gjár
vóru framvegis seks
sáttmálar eftir at fáa
undir land
FISKISKIPAFLOTIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Klokkan 15 í gjár skuldu
Føroya Skipara-og Naviga-
tørfelag og teir seks skipa-
bólkarnir, sum eru limir í
Føroya Reiðarafelag og enn
ikki hava fingið í lag nýggj-
an sáttmála við FSN, taka
støðu til eitt nýtt semings-
uppskot, sum semings-
stovnurin hevur lagt fyri
partarnar. Samdust feløgini
ikki, var sáttmálaloysið
millum partarnar frá á mid-
nátt í gjár at rokna, og
vandi er fyri, at tann partur-
in av flotanum, sum ongan
sáttmála
hevur,
verður
lagdur.
Fiskiskipabólkarnir, sum
eru limir í Føroya Reiðara-
felag, eru átta í tali. Tveir
teirra, Felagið Línuskip og
Felagið Ídnaðarskip, sum
bert eru nøkur heilt fá skip,
hava gjørt sáttmála við Før-
oya Skipara-og Navigatør-
felag.
Teir skipabólkar, sum
skuldu taka støðu til sem-
ingsuppskotið í gjár, eru
verksmiðjutrolarar, partrol-
arar, lemmatrolarar, rækju-
skip, kraftblokkaskip og
garnaskip.
Hinumegin
borðið er so Føroya Skip-
ara-og Navigatørfelag, sum
er manningarfelagið í sátt-
málatrætuni.
Undan "hattinum"
Upprunaligi sáttmálin mill-
um Føroya Reiðarafelag og
Føroya Skipara-og Naviga-
tørfelag, fór úr gildi 1. des-
ember 2004, men hevur
verið longdur síðan.
Meðan teir átta fiski-
skipabólkarnir, sum eru
limir í Føroya Reiðarafelag,
samráddust undir "hattin-
um" hjá sínum felag, eydn-
aðist ikki at fáa í lag semju.
Fyrsta semingsuppskotið,
sum
semingsstovnurin
legði fyri partarnar fyrr í ár,
varð vrakað av báðum
pørtum – og tað varð tað
seinna uppskotið eisini.
Sama dag, sum seinna
semingsuppskotið
varð
vrakað, og øll útlit vóru til
verkfall, samdust Føroya
Reiðarafelag og Føroya
Skipara-og Navigatørfelag
kortini um, at hvør skipa-
bólkur sær – tilsamans átta
í tali - skuldi samráðast við
FSN. Hetta góðtók sem-
ingsstovnurin, og ein semja
varð orðað, sum forðaði
fyri, at vit tá fingu verkfall.
Men nú "brennur" tamp-
urin aftur, og klokkan 15 í
gjár skuldu so tey seks fel-
øgini øðrumegin og Føroya
Skipara-og Navigatørfelag
hinumegin koma við sínum
svari upp á semingsupp-
skotið.
Áðrenn Sosialurin fór til
prentingar stutt eftir mid-
dagsleitið í gjár, var ógjør-
ligt at siga, hvat úrslit fel-
øgini fóru at koma til í
sáttmálatrætuni.
Samráðingarnar mill-
um Føroya Skipara-og
Navigatørfelag øðru-
megin og limafeløgini
hjá Føroya Reiðara-
felag hinumegin hava
verið rættiliga drúgv-
ar og truplar
FISKISKIPAFLOTIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin í Føroya Reið-
arafelag, Jákup Sólstein,
segði seg fyrrapartin í gjár
ikki duga at meta um, hvat
fór at spyrjast burtur úr
semingsroyndini millum tey
seks limafeløgini í reiðara-
felagum
øðrumegin
og
Føroya Skipara-og Naviga-
tørfelag hinumegin.
Men hvat hendir so á
midnátt í kvøld, um sem-
ingsuppskotið, sum verður
lagt fyri partarnar í dag
klokkan 15, verður vrakað -
av øðrum ella báðum pørt-
um, og semingsstovnurin
gevst við sínum royndum at
finna semju?
- Ja, tað veit eg ikki; tá
hava vit so sáttmálaloysi
milum hesar skipabólkar og
FSN, og vandi er fyri, at
tann parturin av flotanum,
sum tá liggur í sáttmála-
loysi, verður lagdur, sigur
formaðurin í Føroya Reið-
arafelag.
Eingin dýrari
Jákup Sólstein ásannar, at
hesar samráðingarnar hava
verið ógvuliga drúgvar og
truplar.
- Vit hava sagt, at eingin
sáttmáli skal gerast dýrari
fyri reiðaríini – og at talan í
minsta lagi skal verða um
null-loysnir.
Hann vísir á, at teir báðir
sáttmálarnir, sum eru gjørd-
ir – sáttmálin hjá línuskip-
um og ídnaðarskipum –
snúgva seg um null-loysnir,
har skiparar og navigatørar
hava slakað eitt lítið sindur í
hýrum afturfyri eina hækk-
ing í pensjónini. Hesir sátt-
málar eru at kalla teir somu,
sum semingsstovnurin legði
upp til fyrr í ár, men sum
Føroya Reiðarafelag og Før-
oya Skipara-og Navigatør-
felag tá vrakaðu.
Jákup Sólstein væntar
ikki, at tað fer at verða so
trupult
hjá
Felagnum
Rækjuskip at fáa í lag
nýggjan sáttmála við FSN,
tí eisini her tykjast partarnir
rímiliga samdir um eina
null-loysn.
- Men, sum heild, dugi eg
ikki at meta um, hvat úrslit-
ið í dag verður, segði for-
maðurin í Føroya Reiðara-
felag fyrrapartin í gjár.
Flotin lagdur
Terji Sigurðsson, sum sam-
an við Jóannesi Djurhuus,
manna semingsstovnin, sig-
ur, at samráðingarnar mill-
um feløgini hava verið
truplar.
Hann ásannar, at verður
uppskotið, sum nú liggur á
borðinum, vrakað, hava
partarnir ongan sáttmála, og
tá er vandi fyri, at tann part-
urin av flotanum, sum ong-
an sáttmála hevur, verður
lagdur.
Nýggjur sáttmáli er
undirskrivaður millum
Felagið Línuskip og Føroya
Skipara-og Navigatørfelag,
men fyri klokkan 15 í gjár
var eingin nýggjur sáttmáli
gjørdur fyri eitt nú
partrolararnar og felagið hjá
skiparum og navigatørum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag:
- Dugi ikki at meta um úrslitið
Samdust Føroya Skipara-og Navigatørfelag og tey seks limafeløgini í Føroya Reiðarafelag ikki um
nýggjar sáttmálar seinnapartin í gjár, er væntandi, at stórur partur av fiskiskipaflotanum verður
lagdur – og at vit komandi dagarnar fara at síggja nógvar tómar fiskakassar og nógvar tómar plattar
Mynd: Vilmund Jacobsen