Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 73 - 19. apríl 2005 MARKNAÐARRÁK Tøl fyri handilsjavnan í USA í februar vístu metstórt hall á 61 mia. dollarar. Seinasta mánaðin er hallið økt 2,5 mia. dollarar. Van- liga hevði hetta fingið dolla- ran av vikna, men dollarin er hinvegin styrknaður útvið 1,5% síðan kunngerðina. Høgi oljuprísurin økir hand- ilsjavnahallið. Eisini øktur innflutingur úr Kina, or- sakað av at Kina hevur slept einari útflutningskvotu, ávirkar. Oljuprísurin og broyttu viðurskiftini í Kina kunnu tó økja handilsjavna- hallið enn meira. Hetta kann ávirka bæði gjaldoyru og rentur í næstum. Lánsbrævarenturnar lækkaðar enn meira Lánsbrævarenturnar ávirk- aðust ikki av handilsjavna- tølunum í farnu viku. Hin- vegin fingu sera vánalig tøl fyri smásøluna í USA í mars størri ávirkan. Millum annað hetta hevur viðført, at rentan á danska 10-ára lánsbrævinum nú er á sama metlága stigi, sum hon var tann 10. februar. Onnur or- søk til rentulækkingina er, at amerikonsk partabrøv hava staðið seg illa seinastu dagarnar, og liggja nú á ársins lægsta stigi. Oljan ikki stimbrað partabrøv enn Í apríl er oljuprísurin lækk- aður góðum 10% frá met- høgum stigi. Hetta hevur tó ikki stimbrað parabrøv. Ein orsøk er, at oljuprísurin kortini er sera høgur enn. Onnur orsøk er, at hóast einans 10% av størstu virkjunum í USA enn hava kunngjørt roknskap fyri 1. ársfjórðing, hava hesir ver- ið heldur lakari enn sein- asta ársfjórðing. Millum feløgini, ið hava staðið seg illa er IBM. Av tí at lítið er fráliðið við roknskapar- kunngerðunum, kann hend- an myndin broytast. Hesa vikuna Prísvøkstur, serliga í USA, er í andglettinum í løtuni. Tí verða høvuðshendingar- nar týsdagin og mikudagin, tá ávíkavist framleiðslu- og brúkaraprísir úr USA verða kunngjørdir. Ein orsøk til lækkandi lánsbrævarentur- nar er, at amerikanski tjóðbankin neyvan fer at seta dik á rentuhækking- arnar. Gerast prísvakstrar- tølini hægri enn væntað, kann marknaðurin broyta hugsan hesum viðvíkjandi, soleiðis at renturnar hækka aftur. Hetta kann leggja trýst á partabrøvini. Spenn- andi vika er fyri framman. Metstórt handilsjavnahall Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 5,77 0,1% Lánsbrøv í DKK 107,77 0,0% JPY 5,35 0,5% Evru Lánsbrøv 172,59 0,1% GBP 10,92 0,5% Norrøn Partabrøv 88,24 -1,9% NOK 0,91 -0,4% Altjóða Vøkstur 60,95 -0,8% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. 3,5% 4,0% 4,5% 2004 2005 700 800 900 2004 2005 Vika 16, 2005 www.kaupthing.fo Ellisakfør í SMS Føroya Ellisakfør hevur hesa vikuna framsýning á Torginum í SMS. Fram- sýningin byrjaði mána- dagin 18. apríl og verður til og við leygardagin 23. apríl. Á framsýningini eru snotulig ellisakfør, bæði bilar og motorsúkklur. Eis- ini er ein myndafram- sýning. Komandi mánadag 25. apríl verður árliga flagg- dagskoyringin, har ellis- akførini verða sýnd fram undir flaggdagshaldinum. Rógvi Johansen heldur flagg- dagsrøðuna í Árhus Mánakvøldið 25. apríl kl. 19.00 skipar Føroyinga- felagið í Árhus fyri flagg- dagshaldi í hølum felags- ins á Vestergade 48 D. Á skránni verður fel- agssangur og røða. Í ár verður tað vágbingurin Rógvi Johansen, sum heldur flaggdagsrøðuna. Tey flestu kenna nokk Rógva frá súkkling. Bæði í heimligu og donsku kappingini hevur hann gjørt seg galdandi. Hann hevur vunnið føroyska meistaraheitið í súkkling á 30 km einkulstart sjey ferðir á rað og hevur m.a. enn metið á tí teiginum. Rógvi býr í Hasselager og til dagliga starvast hann sum leiðari á Moes- gaard Foto/Medielab Aar- hus Universitet. Aftaná felagssangin og røðuna er kaffi og heima- bakaðar køkur á skránni. Meira fæst at vita um Før- oyingafelagið í Árhus á: www.aarstova.dk. Kriminaldeildin í Havn hevur framvegis ikki fingið nøkur ítøkilig spor at ganga eftir í málinum um danan, sum fíggjanáttina varð útsettur fyri ráni mitt á Havnargøtum RÁN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at onkur hevur vent sær til kriminaldeildina við upp- lýsingum, men at teir tó ikki hava fingið nakað ítøkiligt at ganga eftir enn. – Tað er enn ov tíðliga at siga nakað. Tað kann væl vera, at okkurt kemur nú komandi dagarnar, tí tað er ikki altíð at fólk hoyra tíðindini um vikuskiftið. Vit vita av royndum, at tá vit sóknast eftir upplýsing- um frá fólki, so nýtast teir ikki koma beinanvegin, slær Bergleif Brimvik fast. Hann sigur, at løgreglan framvegis fegin vil hoyra frá fólki, ið veit okkurt um málið ella sum halda seg hava varnast eitthvørt um miðnáttarleitið hóskvøldið, tá ein dani, sum bert var í Føroyum í nakrar dagar, varð útsettur fyri rán. Hann sat hóskvøldið á café natúr, inntil tað stongdi. Síðani fór hann til gongu niðan eftir Bringsn- argøtu. Har varð hann sligin ella sparkaåur niður aftanífrá, og bæði fartelda og pengapungur vórðu stol- in frá honum. Maðurin sá ikki um tað bert var ein ella um tað vóru fleiri ráns- menn, men hann hoyrdi í øllum førum, at tað bleiv tosað føroyskt. Danin gav eina lýsing av einum manni, sum var ljóshærdur og kanska fyrst í 30'unum. Hann var í ljósa- brúnari bundnari troyggju og bláum cowboybuksum. Sum sagt, so vil krim- inaldeildin ógvuliga fegin frætta frá fólki, ið halda seg vita eitthvørt um málið. Einki at frætta um ránið