Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Mammografi screening eigur at standa øllum tilkom- num kvinnum í boði. Drúgvar altjóða royndir hava væl og virðiliga prógvað, at hesar kanningar eru við til at minka um talið av deyðstilburð- um av bróstkrabba, sigur íslendski røntgenlæknin, Baldur Sigfússon MAMMOGRAFI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Um vikuskifti hevði Føroya Felag móti Krabbameini vitjan av íslendska røntgen- læknanum Baldur Sigfús- son, sum síðani 1987 burt- urav hevur arbeitt við mammografi screeningum. - Størsta avbjóðingin hjá føroyingum í hesum sam- bandi verður ikki kostnað- urin, men heldur at skaffa røttu fakfólkini. Tað krevur nevniliga sera drúgvar fak- ligar royndir, áðrenn farast kann undir mammografi screeningar, sigur hann. Hinvegin er hann sann- førdur um, at fyrimunirnir við screeningum væl og virðiliga viga upp móti vansunum. Tí mælir hann eisini til at skapa tær fyri- treytir, sum skulu til, fyri at seta hesar kanningar í verk í Føroyum. Minka um deyðs- tilburðir Sambært Balduri Sigfússon er størsti vinningurin við mammografi screeningum, at tær týðiliga minka um talið av deyðstilburðum av bróstkrabba. Í meðal vísa altjóða kanningar, at hetta talið er 35% lægri í økjum, har screnningar verða gjørdar. Ein annar fyrimunur er betraði møguleikin fyri eini bróstvarveitandi skurðvið- gerð. Ein íslendsk kanning vísir, at í 60% av bróstvarð- veitandi skurðviðgerðunum varð knykilin uppdagaður við screening. Í teimum førum, har knykilin varð uppdagaður uppá aðrar mátar, bar bert til at fremja bróstvarveitandi skurðvið- gerð í 30% av tilburðunum, tí krabbameini hevði breitt seg ov nógv. Sigfússon vísir á, at 50% av øllum knyklum í bróstin- um lata seg ikki avdúka uppá aðrar mátar enn við screening ella við sjón- eykukanning, Tí kunnu sjálvs- ella læknakanningar ongantíð setast í staðin fyri screeningar. Finna tað vita skulu Baldur Sigfússon er sum heild sera væl nøgdur við úrslitini á mammografi sentrinum í Reykjavík, har hann starvast. - Vit finna tað vit skulu, eisini í teimum førum, har talan er um undanstig til krabbamein. Til dømis finna vit 36% av øllum knyklum, sum eru minni enn 10 mm, og tað er eitt sera gott úrslit. Hóast tað finnast undantøk, er megin- reglan, at jú minni ein knykil er, jú minni skaði- ligur verður hann mettur at vera, sigur Baldur Sigfús- son. Hinvegin viðgongur hann, at luttøkan í kanning- unum kundi verið størri. Serliga tykist tað sum, at kvinnur í Reykjavíkarøki- num ikki møta so væl upp til næstu regluligu kanning tvey ár seinni. Ein ov stórur partur av kvinnunum velur at lata trý ár ganga, áðrenn tær koma aftur, og hetta skapar trupulleikar fyri samlaðu eftirmetingina, sum fevnir yvir eitt tveyára áramál. Harumframt økist vandin sjálvsagt fyri, at ein knykil tekur seg upp, sum ikki verður uppdagaður so tíðiliga, sum ynskiligt er. Ein annar vansi er, at 3% av kvinnunum verða bidnar um at koma aftur, tí fyrsta kanningin vísti okkurt ill- grunasamt. Í allarflestu førum vísir tað seg nevni- liga, at tað, illgruni var um, onki hevði uppá seg kortini. - Fyri kvinnuna hevur hetta tíverri nógva óneyð- uga stúran við sær og fyri okkum nógv eyka arbeiði. So sjálvt um tað er ein trygd í hesum, og tað sjálv- sagt er betri at kanna eina ferð ov nógv enn ov lítið, vildi eg ynskt, at talið á kvinnum, sum verða bidnar um at koma aftur, var væl lægri - 1% í mesta lagi, sigur Baldur Sigfússon. Atfinningar Afturvendandi donsku at- finningarnar av mammo- grafi-screeningum taka læknar ikki í álvara longur, sigur Baldur Sigfússon. Sambært honum byggja hesar atfinningar í stóran mun á misskiljingar ella sera ivasamar kanningar, meðan tær síggja burtur frá stórum og væl undirbygd- um kanningum, sum ofta vísa tað øvuta. - Sjálvt um tað altíð er sunt at vera skeptiskur, kanst tú fakliga ikki taka slíkt í álvara. Okkurt bendir á, at hesir granskarar eru okkurt slag av krossfarar- um, sum ikki hava annað endamál enn at kritisera og niðurgera arbeiði við mammografi screeningum. Hóast vit fakliga kunnu vísa atfinningunum aftur, eru tær uttan iva við til at minka um talið av kvinn- um, ið luttaka í kanning- unum. Og tað er sera óheppið, sigur Baldur Sigfússon. Nr. 73 - 19. apríl 2005 9 Mánadagin byrjaði for- sølan á www.billetnet.dk av atgongumerkjum til konsertina við teimum trimum Eivør, Guðrun Sólju og Lenu í Keyp- mannahavn. Tað er kvinnublaðið Kvinna, sum skipar fyri forkunnungu konsertini, har tær tríggjar song- kvinnurnar fyrstu ferð eru á palli saman. Kon- sertin hevur fingið heit- ið 3 Havfruer, og síðani mars mánað hava lesarar í Føroyum havt møgu- leika at keypa atgongu- merki á heimasíðuni hjá blaðnum. Í sambandi við forsøl- una á www.billetnet.dk hevur Kvinna gjørt ein bannara, sum sæst ovast á síðuni. Við at klikkja á bannaran, kemur nýggja heimasíðan www.3havfruer.dk fram, sum Kvinna hevur gjørt til konsertina. Á nýggju heimasíðuni fæst alt at vita um sjálva konsert- ina, umframt at til ber at hoyra brot úr tónleikin- um, sum verður á skránni. Bæði orkestrið og tón- leikaskráin á konsertini eru sett saman til júst hetta høvið. Tað er Ed- vard Nyholm Debes, sum er kapellmeistari í orkestrinum, sum er sett saman av føroyskum og donskum tónleikarum og kórgentum. Um vikuskifti vórðu á leið 500 konsert-plakatir hongdar upp ymsa staðni í Keypmanna- havn, og í gjár vórðu ikki færri enn 17.000 teldupostar sendir haldarum av tíðindatæn- astuni hjá www.billetnet.dk við tíðindum um kon- sertina. Konsertin 3 Havfruer verður í Falkoner Centr- inum í Keypmannahavn 4. juni. ave Forsøla til 3 Havfrýr byrjað Íslendskur serfrøðingur: Mælir til mammografi screeningar Fuglafjørður: Eitt lítið blunk. Og eitt tap uppá minst 50.000 kr. Tað eru korini, sum Havsbrún í Fuglafirði arbeiðir undir hvønn einasta dag. Fer streym- urin bert lítla løtu, so gongur hetta av álvara út yvir framleiðsluna. Hetta fekk virkið at merkja sunnukvøldið, tá ein stórur partur av land- inum lá lamin orsakað av streymsliti. Hóast flestu húskini bert mistu streymin í ein hálvan tíma, so tók tað Havsbrún 3,5 tíma at fáa virksemið í gongd aftur. – Hesi streymslitini og teir høgu elprísirnir eru ein álvarsom hóttan fyri okkara kappingarføri. – Øll hesi streymslit- ini kosta okkum milli- óna-upphæddir hvørt einasta ár, sigur Bergur Poulsen, stjóri. Øll hesi streymslitini koma illa við hjá virkin- um, og serliga hetta seinasta, nú virkið er miðskeiðis í hásesongini í framleiðsluni av fiska- mjøli og fóðuri. Framleiðslan á virkin- um er tøkniliga krevj- andi, og í hesum finnast í túsundatali av størri og smærri el-lutum, sum hvør krevur sína funk- tión. Eitt evarska lítið blink steðgar fullkomuliga øllum teimum 14.000 hestunum sum standa og arbeiða við fullari ferð. – Og fylgjan av hesum er, at øll framleiðslan liggur still í fleiri tímar. – Fyri okkum er líka- mikið um blinkið er 1/2 sekund ella tveir minutt- ir. Skaðin er líka stórur fyri tað, sigur Bergur Poulsen. Maskinurnar standa vanliga fullar av fiski, og skulu tømast fyri til- fari, áðrenn arbeiðið við at innstilla prosessina kann byrja av nýggjum. Vandin fyri at motor- arnir brekka saman og maskinur brotna, er tí ovurhonds stórar. Hvørt blinkið kostar vanliga frá 50.000 og upp í fleiri hundraðtúsund krónur. – Og tí er skilligt, at nógvu elslitini kosta Havsbrún millióna-upp- hæddir hvørt einasta ár, sigur stjórin á Havsbrún. Hann vísir eisini til kapppingarførið við teir útlendsku framleiðarar- nar, har eingin teirra tosar um blink ella streymslit. sb. Streymslit fyri milliónir Staðfestir knyklar Hóast tað ikki beinleiðis hevur nakað við screeningar at gera, nýttu vit kortini høvið at spyrja Baldur Sigfússon um,hvussu skjótt ein staðfestur knykil eiga at verða kannaður nærri. Sigfússon sigur, at ein slíkur knykil skal kannast alt fyri eitt,helst sama dag,um tað ber til, og í øllum førum innan 4-5 dagar. - Fyrimunirnir við mammografi screeningum uppviga væl og virðiliga vansarnar, sigur íslendski læknin, Baldur Sigfússon, sum hevur næstan 20 ára royndir á økinum