týsdagur 19. apríl 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 73 - 19. apríl 2005
Tað eru sera álvarsamar atfinningar, sum í seinasta FF
blaði undir heitinum Risi uttan hugburð verða settar fram
móti føroysku pressuni, serstakliga Sosialinum. Vit
verða skuldsett fyri at hava sleppt øllum okkara
princippum fyri at kunna selja meira. Vit vilja tekkjast
øllum og vit slúka alt rátt, sum kemur frá politisku flokk-
unum. Vit hava snøgt sagt offrað hugsjónina til fram fyri
forrætningina. Tað er ikki hvør sum helst, ið kemur við
hesum atfinningum, men sjálvur formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, ið er kendur fyri sítt
demokratiska sinnalag og sum ein, ið altíð hevur barst
ímóti órættinum úti sum heima. Formaðurin er eisini úr-
mælingur sum samfelagsdebatørur og hevur mangan
verið í hornatøkum við serstakliga høgravendar føroysk-
ar politikkarar.
Leygarkvøldið var fyrsta trapputingið hildið í Miðla-
húsinum og evnið fyri hesum tingið var í stóran mun tað
sama sum verður tikið upp í FF blaðnum. Vit her á blað-
num hava sjálvsagt einki val: vit mugu fyrihalda okkum
til hesar atfinningar. Taka vit trapputingið fyrst, har tveir
fjølmiðlaúrmælingar løgdu fyri, so var niðurstøðan púra
greið: pressan má og skal vera meira sjálvatfinnandi.
Sjálvsatfinning er ein sjálvsagdur partur av virkseminum
hjá eini vaknari og seriøsari pressu.
Hetta verður so ein partur av svarinum til FF blaðið. Vit
síggja onga meining í at gera viðmerkingar til ítøkiligu
dømini hjá blaðnum um vánaligan journalistikk í
Sosialinum. Vit vilja heldur generelt vísa til hetta, at vit
fegin alla tíðina ynskja at menna okkum og at gerast betri
sum blað. Vit mugu viðganga, at tað verður gjørt alt ov
lítið við at fara aftur um eitt nú tíðindaskriv frá politisku
flokkunum og frá landstýrinum. Her noyðast vit at taka
annað skinn um bak, serstakliga nú spindoktariar verða
settir í landsstýri og í vinnufyritøkum. Spindoktarar hava
lyndi til at stýra kunningini til almenningin. Sum tað so
greitt kom fram á trapputingi, so setir hetta sera stór krøv
til pressuna. Vit vera noydd til at liva upp til hesi krøv og
mugu seta tilfeingi av til hetta økið.
Men vit fara samstundis at vísa nøkrum av atfinning-
unum hjá FF aftur. Vit hava her serstakliga í odda-grein-
um sett spurnartekin við politikk landsstýrisins og
mangan funnist at vinnulívinum. Høvið hevur ofta júst
verið tey tíðindaskriv, sum koma frá serstaklioga sama
landsstýrinum. Men vit eru ivaleyst ikki farin nóg djúpt.
Her mugu vit støðugt royna at gerast betri. At vit
hinvegin vilja "tekkjast flest møguligum" fyri vinningin
er ov hart sagt. Men vit skulu hinvegin í dag virka eftir
marknaðartreytum: Vit fáa ongan stuðul av nøkrum slag,
meðan bløðini í okkara grannalondum fáa útber-
ingarstuðul og almennu føroysku loftmiðlarnir fáa
milliónir í stuðli við lurtara- og hyggjaragjøldum, sum
við lóg verður kravt frá borgarunum. Hetta merkir, at vit
hvønn dag mugu framleiða eitt blað, sum kann seljast.
Tað gevur tíverri ikki nógva orku til atfinnandi og
djúptborandi skriving. Men vit eiga sum sagt at støðugt
at royna at gerast ein betri pressa. Vit fara tí at raðfesta
hesi øki, sum nu eru fyri atfinningum hægri í framtíðini
og fara samstundis at bjóða øllum, sum hava sakligar og
grundaðar atfinningar at skriva í blaðið og harvið hjálpa
okkumk at gerast betri. At enda fara vit at takka FF
blaðnum fyri tann positiva anda, sum hóast alt eyðkennir
greinina og fyri tey vøkru orð, sum eisini eru í somu
grein.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sjálvsrannsakan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Olaf í Garði Joensen
Pt. Løgtingsmaður fyri
Tjóðveldisflokkin.
Av tí at eg varð ov seinur at
seta fyrispurningin í løg-
tinginum 13 Apríl 2005,
loyvið eg mær at seta
spurningin alment í bløð-
unum.
Í samband við at alt fleiri
kommunur hava ætlannir
um at vetrarfriða býir/
bygdir, vita vit at yvirliggj-
andi hagið missir vetrar-
bitið. Kommunan rindar so
fyri mist vetrarbit. Men tað
sum er undranarsamt, er, at
yvirliggjandi hagi ikki fær
peningin fyri lendiið, ið
verður vetrarfriða, men í
staðin
verða
pengarnir
fluttir á konto hjá Búnaðar-
grunninum.. Hettar førir so
tað við sær, at tey sum eiga
lendið, ið verður friðað,
ikki uttan víðari ganga við
til vetrarfriðing.
Spurningur 1.
Kann hagið, sum missir
vetrarbit, søkja um at fáa
peningin aftur frá Búnaðar-
grunninum? Um ja, so und-
ir hvørjum treytum?
Spurningur 2.
Kann hagið sum eigur pen-
ing á bók, eisini søkja?
Fari til seinast, at heita á
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann í búnaðarmál-
um, um at broyta lógina um
vetrarfriðing soleiðis, at tað
kemur at vera tann hagin,
sum missir vetrarbitið, ið
fær peningin.
Heidi Petersen
løgtingskvinna
Viðgjørdu í tinginum lóg
um afturlatingartíðir hjá
handlum. Álit frá samdari
vinnunevnd var framlagt,
við uppskoti um broytingar
í mun til lógina sum lands-
stýrismaðurin hevði lagt
fyri tingið. Broytingarupp-
skotið gekk út uppá at
handlum ikki skuldi verða
loyvt at hava opið millum
kl. 10.00 og 14.00 sunnu-
dagar.
Havi stóra virðing fyri at
vit hava eina halgidagslóg
og ein sunnudag har fólk
hava høvi at steðga á, hvíla
og venda hugin frá tí verðs-
liga og til tað andaligu føð-
ina. Haldi eisini at so skal
vera framyvir.
Men harífrá og so til at
fara at lóggeva í hesum
landinum fyri hvat fólk
skulu og kunnu ella ikki,
tykist mær at vera at fara í
so langt, serliga tá vit hugsa
um, at í tí framkomna sam-
felagnum vit liva í í dag,
eru nógvir ymiskir aðrir
mátar at handla uppá, enn
við bert eini útsølu í einum
handli. Vit hava internet
handlar,
telefonhandil,
sjálvtøku handil o.s. fr.
Hesum handli fær tú ikki
steðga við lógarbroytingini
sum liggur í tinginum.
Hálv atlit
Kanska er broytingarupp-
skotið eisini bara ein váttan
um at vit bara hálvavegna
taka halgidagslógina í álv-
ara, hví loyva handli ein
part av degnum og ikki ein
annan part av degnum? Her
haldi eg uppskotið dettur
sundur, tí meinar tingi at
dagurin skal haldast heilag-
ur í mun til handil henda
dag, so er jú allur sunnu-
dagurin heilagur og ikki
bert ein partur av sunnu-
degnum.
Hetta førir so til spurn-
ingin um hvat so við øllum
øðrum virksemi sum fer
fram sunnudag?
Ítróttur? Lossing og land-
ing? Vasking? Yrkisfram-
førslur av sjónleiki og tón-
leiki? Filmsýningar? Tað er
ongin endi á virksemi sum
fer fram í samfelagnum
sunnudag,
og
umframt
hetta, er nógv virksemi
neyðugt, hugsa bert um
sjúkrahús, røkt, samferðslu,
fyri at nevna nøkur øki.
Samvitskan
Tíðirnar broytast eins og
samfelagið broytist, okkara
uppgáva er allatíðina at
duga at tillaga okkum og
okkara skipanir til nýggju
tíðirnar. At venda aftur til
eina farna tíð fer ongantíð
at eydnast við heppni. Vóni
ikki
afturhaldskreftirnar
fara at vinna á vanliga
skynseminum hjá tingfólki,
tí í seinasta enda verður tað
bert samvitskan hjá tí ein-
staka borgaranum í land-
inum, sum fer at vinna, og
henni hevur tingið ikki
lógarheimild yvir.
Afturlatingarlógin sum hálvavegna
tók atlit til halgidagslógina
Fyrispurningur til Bjarna Djurholm,
landstýrismann í landbúnaðarmálum