Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 19. apríl 2005 11 Eyðfríð L. Jacobsen Forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar (FFS) heldur fram við at niðurgera før- leikan hjá ljósmøðrum. Frá fyrstu viðmerking sum kom frá FFS -eftir at ætlaðu broytingar á føðideildini vóru fráboðaðar - er sagt at ljósmøður ikki hava neyð- ugan kunnleika at taka sær av øllum barnakonuøkin- um. Hetta hava vit afturvíst við góðum argumentum, men forkvinnan í FFS held- ur fram við sínum ákærum, uttan at koma við nøkrum nýggjum, heldur blívir hon við at endurtaka seg sjálva. Staðfestan av virkisøki hjá ljósmøðrum Forkvinnan í FFS sigur í grein í Sosialinum 7. april 2005 at um ljósmøður ynskja at taka lut í røktini á føðideildini mugu tær fyrst fáa løggilding sum sjúkra- røktarfrøðingar. Hetta er als ikki so. Ljósmøður hava lógarfest arbeiðsøki. Í lóg um ljós- møður frá 13. desember 1978 stendur í §7 at "Sund- hedsstyrelsen fastsætter regler for jordemødres virk- somhedsområde, herunder rekvirering og anvendelse af lægemidler som led i udøvelse af jordemoder- virksomhed". Í rundskrivi um ljósmøð- ur, seinast dagført í 2001, stendur í vegleiðingini um virkisøkið hjá ljósmøðrum stk. 2.1 m.a. "Jordemoder- en kan i barselsperioden fortsat varetage observa- tion, pleje og behandling af kvinden og barnet, og kan aflægge barselsbesøg hos familien. Ved barselsperi- oden forstås her de første 14 dage efter fødslen." Stk. 2.3., sum eitur komplicerede fødsler, syge- lige tilstande mv., stendur m.a. "Jordemoderen kan endvidere undersøge, ob- servere, pleje og deltage i behandling af syge svang- re, herunder svangre hvor barnets fødsel søges udsat ved særlig behandling". Og seinni í sama broti stendur "I tilfælde afsygelige til- stande hos kvinden eller barnet i barselsperioden kan jorde-moderen foretage undersøgelse, observation, pleje samt deltage i behandlingen." Tað er tí sólaklárt, at ljós- møður við síni løggilding hava fullan førleika at taka sær av øllum barnakonu- økinum. Ljósmøður skulu ikki ar- beiða sum sjúkrarøktar- frøðingar, men sum ljós- møður, eisini í røktini á barnakonuøkinum, tí hetta er lógarfest ljósmøðravirk- isøki. Jana H. Dalsgaard spyr hví tað skal nýtast orka og peningur upp á at útbúgva ein bólk at gera tað arbeiði, sum tú hevur toppkvali- fiserað fólk til. Tað er als ikki talan um at útbúgva ein fakbólk til at gera eitt arbeiði inni á føðideildini. Ljósmøður eru við sínari útbúgving toppkvalifiseraðar. Vit kunnu venda spurn- inginum. Hví upplæra óroyndar sjúkrarøktarfrøð- ingar at gerast "serfrøð- ingar" á einum lítlum parti av barnakonuøkinum, tá tú hevur ljósmøður sum frammanundan eru serfrøð- ingar á øllum barnakonu- økinum? Bert ljósmøður kunnu taka ímóti børnum Jana H. Dalsgaard sigur í grein síni at um verulig sparing skuldi verið framd so kundu sjúkrarøktarfrøð- ingar tikið ímóti børnum. Her ger Jana H. Dals- gaard seg seka í broti á §13 í Lov nr. 671 af 13. dec. 1978 om jordemødre. Í § 13 í hesi lóg stendur at: "Den, der uden at have autorisation sum jorde- moder betegner sig som jordemoder eller på anden måde, der er egnet til at vække forestilling om at den pågældende har sådan autorisation, straffes med bøde". Um nakar eftir at hava lisið greinina hjá Janu H. Dalsgaard skuldi havt fing- ið ta fatan, at sjúkrarøktar- frøðingar hava førleika og løggilding at taka ímóti børnum, so skal tað hervið verða gjørt púra greitt, at tað hava tær ikki. Lægsta barnadeyða Jana H. Dalsgaard hevur, hvørja ferð hon hevur verið frammi í fjølmiðlunum, greitt Føroya fólki frá, at barnadeyðiligheitin í Før- oyum er tann lægsta í Norð- urlondum, og hetta gevur hon dugnaligum sjúkra- røktarfrøðingum æruna fyri. Seinni hevur hon tó latið barnalæknum og føðilækn- um ein part av æruni. At hon ikki nevnir ljós- møður í hesum sambandi vísir bara hvussu lítið hon veit um virkisøkið hjá ljós- møðrum, og hvat arbeiði ljósmøður gera í tí dagliga. Í viðgongutíðini gera ljós- møður eitt stórt fyribyrgj- andi arbeiði. Ljósmøður leggja stóran dent á vegleiða og ráðgeva um sunnan og rættan livi- hátt, bæði í viðgongu og eftir føðingina. M.a. bjóðar ljósmøðraskipanin roykiav- venjing til barnakonur. Ljósmøður finna barnakon- ur sum útvikla graviditets- sukursjúku, soleiðis at hes- ar koma í rætta viðgerð. Ljósmøður finna konur sum eru í vanda fyri at føða ov tíðliga og fáa saman við læknunum steðgað føðing- ini. Ljósmøður finna børn sum ikki trívast í móðirlívi. Eisini verða serlig atlit tikin til barnakonur sum hava serligan tørv, tað verði seg likamligt, sálarligt ella sosialt. Hetta ger at nógvar kvinnur klára at fullføra viðgonguna og fáa frísk børn. Eisini er tað ljósmóðurin sum er hjá barnakonuni undir allari føðingini og harvið tryggjar at føðingin gongur so væl sum gjørligt fyri bæði móðir og barn. Tí eiga ljósmøður sanni- liga eisini at fáa sín lut av æruni av lága barnadeyðan- um í Føroyum. Viðrakning eftir keisaraskurð Tað er rætt at ljósmøður hava yvirtikið observatión- ina av barnakonunum í við- rakning eftir keisaraskurð. Hetta varð gjørt til frama fyri barnakonununa og familju hennara, tí hon á henda hátt kann hava nýfødda barnið hjá sær alla tíðina. Hendan observatión er sjálvandi góðkend og ordinerað av ábyrgdandi narkosulækna. Royndirnar higartil vísa so avgjørt at hetta er ein góð skipan fyri allar partar. Aftur her er tað púra burturvið at siga, at hetta ikki er nøktandi røkt. Faklig útbúgving og praktisk erfaring Ógvuliga ógreitt er hvat forkvinnan í FFS heldur um fakliga útbúgving og tilhoyrandi lóggilding. Tá talan er um sjúkrarøktar- frøðingar hevur útbúgving og lóggilding eftir øllum at døma stóran týdning, með- an tá talan er um ljósmøður hevur hetta knappliga lítlan og ongan týdning. Tá er harafturímóti tann prakt- iska "ekspertisan" tað ein- asta ið hevur nakað at siga. Áheitan til Føroya Løgting Um so er at Føroya Løgting ætlar at ganga áheitanini frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á møti um at steðga ætlaðu broytingum á føðideildini, fer Ljósmøðrafelag Føroya at heita á tykkum um at seta tykkum væl og virðiliga inn í tey viðurskifti sum gera seg galdandi hesari broyt- ing viðvíkjandi, áðrenn tit taka støðu í hesum máli. Tað er púra burturvið at siga at trygdin hjá pinku- børnum og barnakonum er í vanda tí at sjúkrarøktar- frøðingar á føðideildini nú skulu samstarva við ein vælkvalifiseraðan fakbólk. Ljósmøður eru serútbúnar til júst hetta økið og hava fulla løggilding at starvast á øllum barnakonuøkinum. At Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stríðist fyri at bjarga limum sínum nøkur størv er væl skiljandi, men at hetta verður gjørt við so ódám- ligari framferð er at harm- ast um. At ræða barnakonur og familjur teirra við púra ógrundaðum ákærum móti ljósmøðrunum eigur ikki at koma fyri og má sigast at vera sera ósømiligur at- burður hjá Felagnum Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøð- ingar. Trygdin hjá barnakonum og pinkubørnum er ikki í vanda VIÐMERKINGAR Flóvin Eidesgaard Keypmannahavn, eisini politiskur eygleiðari Í mest lisnu grein (sam- bært heimasíðuni) í Sosialinum hósdagin, har Finnbogi Ísakson sigur seg fylgja við í politikki burturi og heima, viðger hann formansvalið hjá Socialdemokraterne. Finnbogi kemur við fleiri pástandum, sum eg noyðist gera viðmerking til. Fyri tað fyrsta er hann ónøgdur við mátan, formansvalið er framt uppá. Og fyri tað annað er hann eisini ónøgd- ur við úrslitið, at tann á Christiansborg spildur- nýggja Helle Thorning- Schmidt vann á tí roynda Frank Jensen. Fyrsta brotið, sum er púra burturvið, er hetta: “Donsku sosialdemokrat- arnir vóru so ósamdir, at fyri fyrstu ferð í søgu floksins vóru teir ikki førir fyri at velja formann á vanligan hátt, tvs at tingmanningin og floks- leiðslan gjørdu spurning- in av. Í staðin sendu teir bóltin víðari til limirnar í øllum valfeløgunum í Danmark. Fyri at káva útyvir sín egna veikleika kalla teir hetta so sera, sera demokratiskt, hóast veruleikin er, at tað var ómegd, sum førdi til henda valhátt." Hetta er nakað forferdiligt møsn. Poul Nyrup Rasmus- sen feldi Svend Auken á landsfundi, men eftir tað varð flokslógin broytt longu fyri næstan tíggju árum síðani soleiðis, at formaðurin vanliga verður valdur við uratkvøðu mill- um allar limirnar. Tað var soleiðis eitt ynski um at velja formann við urat- kvøðu, og sum einki hevði við hetta formansavalið og hesi valevnini at gera. Mogens Lykketoft varð valdur til formann eftir somu reglum sum Helle Thorning-Schmidt, men tá var einki annað seriøst val- evni, og tí fekk Lykketoft næstan allar atkvøðurnar á landsfundinum, og fyri at sleppa undan óneyðugum kostnaðarmiklum urat- kvøðum, m.a. tá formaður- in skal afturveljast, varð ásett, at um einans eitt for- mansvalevni var ella um ein fekk 75% av atkvøðun- um á landsfundinum, varð uratkvøðan av ongum. (Flokslógin hjá Social- demokraterne, § 12, stk. 10. Hygg t.d. á heimasíð- una.) Síðani sigur Finnbogi, at 8000 nýggir limir av 51000 eru komnir uppí flokkin, og at teir bara eru komnir fyri at stuðla Helle, og helst ikki er socialdemokratar, og tí- skil ikki hoyra heima í flokkinum. Til hetta er at siga, at limatalið er nærri 52000 (51815 høvdu valrætt) og veksur framvegis nú for- maðurin er valdur, og at talið av nýggjum limum er nærri 4000. Harumframt byrjaðu nýggir limir at melda seg inn í stórum tali longu tá fólkatingsvalið varð útskrivað, politiski áhugin er jú størst tá val er, og tá var heldur eingin sum visti, at nýggjur formaður skuldi veljast, og ein tíð gekk eisini áðrenn tað gjørdist alment kent, at for- maðurin skuldi veljast við uratkvøðu. Kann man vænta, at vanligir danskarar kenna flokslógina hjá Socialdemokraterne, tá politiski eygleiðarin (burt- uri og heima) Finnbogi Ísakson ikki ger? Tað býttasta hjá Finn- boga er tó niðurstøðan: "Soleiðis kann man gera tað lort - av berum klandri og yvirdemokratisering." Tað er væl skiljandi, at Finnbogi Ísakson hevur samkenslu við tí roynda Frank Jensen, sum varð skúgvaður til viks av tí yngru Helle Thorning- Schmidt, hann kann kanska seta seg inn í støðuna, men at siga at Socialdemokrat- erne hava gjørt tað lort er púra burturvið. Enn er ov tíðliga at gera niðurstøðu um, hvussu Helle Thorning-Schmidt fer at roynast, men eg eri so ein sum væntar, at Helle Thorning-Scmidt fer at gerast ein góður formaður fyri Socialdemokraterne. Í fleiri ár havi eg væntað, at góðir møguleikar vóru fyri at tað fór hon at gerast. Hevði kanska ikki væntað tað longu nú. Eg havi persónliga, tá eg í 1999 arbeiddi á einum projekti hjá Cowi Consult fyri SiD (Specialarbejder- forbundet i Danmark) við- víkjandi eftirlønarviður- skiftum tosað við nógvar klassiskar kjarnuveljarar hjá Socialdemokraterne. Hetta var fáar mánaðir eftir at Helle Thorning-Schmidt varð vald í ES-tingið og fyrstu ferð varð frammi sum politikari. Serliga minnist eg, tá eg var úti í kolonihavekvarterunum í Sydhavn (í Louis Pios Gade, sjálvandi), hvussu fólk, sum kendu Helle, og tað gjørdu tey flestu, róstu henni fyri bæði politikk og persónligheit, hóast hetta ikki var evni eg skuldi tosa við tey um. Tað var so mar- kant, at eg legði mær tað í geyma. Eg havi tí eisini fylgt eitt sindur við, hvussu hevur gingist hjá henni. Og sum eitt úrslit fekk hon til fólkatingsvalið í februar í minsta lagi eina persónliga atkvøðu, sum var brævat- kvøða úr Tórshavn. Hetta er tann persónurin, sum nú í tveir mánaðir hev- ur ført formansvalstríð runt Danmark og hevur hitt 15- 20.000 limir hjá flokkinum. Socialdemokraterne hava valt, tí teimum dámar tað teir sóu og hoyrdu. Nú vrøvlar Finnbogi!