týsdagur 19. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 73 - 19. apríl 2005
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá ið kæri maður, pápi, abbi og langabbi
Kjartan Gregersen
Syðrugøta
andaðist og varð borin til hvíldar.
Tøkk til Martin Restorff Jacobsen og Martin Olsen
fyri góð orð í kirkjuni og Paula Høj fyri góð orð
í kapellinum og Lisu fyri vakran sang.
Tøkk til kirkjutænarar og tykkum, sum hjálptu
sera væl til við ervinum og tykkum,
sum góvu gávu til Kelduna.
Tøkk til øll, ið fylgdu honum til hvíldar.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Má Harrin signa tykkum øll.
Inger Katrin og Fróði v/ familju
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 15. apríl 2005
hevði Bogi Samuelsen í
Havn 30 ára starvsdag hjá
Skipafelagnum Føroyar.
Bogi
er
ættaður
úr
Sumba, og bæði foreldrini
eru haðani. Hann flutti sum
smádrongur til Havnar, tá
pápin Jóhan Samuelsen
byrjað sum lærari á Sjó-
mansskúlanum.
Bogi er útbúgvin stýri-
maður og skipsførari og
eftir at hava siglt sum yvir-
maður í nøkur ár, byrjaði
hann sum 35 ára gamal í
pakkhúsinum hjá Skipafel-
agnum Føroyar í Havn. Í
dag arbeiðir hann sum
søluráðgevi hjá felagnum.
Starvsfelagarnir ynskja
Boga hjartaliga tillukku við
degnum.
Í dag fyllir Joan Joensen í
Esbjerg 50 ár. Joan er ættað
úr Norðragøtu, men búði í
Havn í fleiri ár, áðrenn hon
og
familjan
fluttu
til
Danmarkar fyri átta árum
síðani.
Aftan á skúlan arbeiddi
Joan á Klædnavirkinum og
á Harenga í heimbygdini.
Síðani var hon eina vertíð á
Flateyri og í Ólafsvík í Ís-
landi, og heimafturkomin
fór hon at arbeiða í handli,
og tað gjørdi hon í mong ár.
Fyrst var hon í handlinum
hjá Eiler Rasmussen, foto-
grafi í Klaksvík, áðrenn
hon flutti til Havnar. Har
byrjaði hon hjá Good Look,
sum tá helt til á Landavegn-
um, og seinni var hon hjá
Jacob Lútzen á Áarvegn-
um. Tá SMS kom, fór Joan
hagar at arbeiða. Ta fyrstu
tíðina var hon á matstovuni,
men seinni var hon hjá
Hans Joensen og í barna-
handlinum Pinkuni. Tey
seinnu árini arbeiddi Joan í
byggibúðini hjá Balslev og
seinast á Shell-støðini á
Norðara Ringvegi. Joan
varð væl dámd sum hand-
ilskvinna. Altíð brosandi og
altíð til reiðar at hjálpa
viðskiftafólkunum.
Síðani tey fluttu til Dan-
markar, hevur Joan passað
sonin, sum er menningar-
tarnaður. Hon er gift við
Árna Joensen, og tey eiga
eisini eina dóttur.
Tøkk
Øllum tykkum, sum við vitjan, heilsanum
og telefonpráti, gleddu meg og gjørdi mær
85 ára føðingardagin til ein minnisríkan
dag, takki eg hjartaliga
Petur Vilhelm,Vágur
Joan Joensen 50
Bogi Samuelsen, Tórshavn:
30 ára starvsdag hjá
Skipafelagnum Føroyar
Jacoba Benjaminsen sjeyti
Hósdagin, 21. apríl, fyllir Jacoba Benjaminsen á Nesi
sjeyti ár.
Dagurin verður hildin leygardagin, 23. apríl, hjá
soninum, Harry Benjaminsen á Toftum.
i