Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 19. apríl 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at elskaða kona, mamma, vermamma og omma Birgit Vilhelm, Hoyvík fødd Øre, ættað úr Fuglafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 16. apríl, 56 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Jens Kári Hanus, Anja og Rúni Tummas Tey, íð vilja minnast Birgit við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata Hjartafelagnum eina peningagávu. Kunngjørt verður fyri vinum og kenningum at Hans Erik Andersen, Korsør maður Sólrun Jensen, á Sandi andaðist 16. apríl á Slagelse Sjúkrahúsi, 61 ára gamal. Familjunnar vegna Sólrun Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at góða kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Svanhild Mohr Joensen, andaðist á Lágargarði fríggjadagin 15. apríl 83 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin 19. apríl kl. 14.00. Familjunnar vegna Poul Arne, Mourits og Páll Árni Tey, íð vilja minnast Svanhild kunnu lata Lágargarð eina gávu. Tað var keðiligt at hoyra hesi boðini, at tú mín elskaði abbi also ikki er ímillum okkum meira. Men lívið, tað sleppa vit tíbetur ikki at bestemma yvir. Alt virkar nú so tómt fyri okkum, sum sita eftir hjá Oslu-ommu. Eg eri elsta abbabarn av 5 abbabørnum. Altíð var tað abbi, sum gjørdi alt so spennandi, hann elskaði at beistast, leggja kabal, og at spæla kort. Ongantíð var tað, at tú fekst eitt nei, og altíð var tað Olsen. Tað var ongantíð at tú fekk eitt nei frá Ajabba, ája, tá eg var yngri, segði eg Ajabbi, og tað vóru nógv, sum kallaðu hann tað. Og tá eg manglaði bil, ja so var tú tann fyrsti at traðka til, og spurdi altíð nær skal eg koma aftur eftir tær. Abbi var av eini bóndaætt, og tað var ordiliga ofta, at vit vóru við at hjálpa honum. Og tá hann so skuldi avlíva seyðir, segði abbi altíð, at vit skuldu vera úti. Abbi var altíð so hjálpsamur, og tað kann eg bara siga 100% ja til. Tá eg var har úti og vitjaði, var tað ongantíð at man føldi seg illa. Ná, men eg endi her við at siga "hvíl í friði" við minni um okkara góða abba, nú siti eg bara býtt, spyrjandi hví? Og omma, nú hevur abbi tað gott, góða. Friður veri við minninum um okkara elskaða Ajabba. Eg gleði meg at møta tær aftur uppi hjá Jesusi. Eg elski teg abbi, líka nógv elski eg Oslu-ommu. Harrin Gud sigur: Óttast ikki, eri við tær, ver ikki mótfallin, eg eri tín Guð, Eg styrki og hjálpi tær og haldi tær uppi, við míni rættvísu hond. Heilsan Anja í Lambanum Mánadagin 18. apríl fylti Munda Langgaard, Leirvík 60 ár. Munda er úr Oyndarfirði, dóttir Hans Jákup Abra- hamsen úr Oyndarfirði og Janu Abrahamsen f. Elde- vig úr Elduvík. Tey áttu 11 børn, harav 9 enn eru á lívi. Munda hevur altíð verið røsk og borið orð fyri at verið heldur rokalig. Sum ung fór hon til Klaksvíkar at arbeiða sum húshjálp. Seinni arbeiddi hon í Keypsamtøkuni, og gekk samstundis á Klaks- víkar Handilsskúla. Eftir loknað skúlagongd í 1964 fór Munda at sigla við Tjaldrinum í tvey ár, har hon arbeiddi í kioskini. Umborð á Tjaldrinum møtti hon leirvíkinginum Remi Langgaard, sum eisini sigldi við har. 9Munda og Remi giftust í 1967. Fyrstu árini búðu tey í Klaksvík, men í 1969 fluttu tey til Leirvíkar, og har hava tey búð síðani. Tey eiga 5 børn: Hans Jákup, Robert, Jaspur, Reimund og Gudny, og tey eiga eisini 11 ommu- og abbabørn, sum tey eru sera glað fyri, og sum tey elska at forkela. Í 1979 lat »Skóbúðin hjá Mundu« upp í kjallaranum hjá teimum, og har hevur Munda starvast sjálv øll hesi góð 25 árini. Umframt handilin, hevur Munda eis- ini verið ógvuliga virkin í ymiskum nevndararbeiði: Tá børnini vóru smá, sat hon fleiri ár í nevndini hjá skótunum í Leirvík. Hon hevur sitið í barnaverndini í Leirvík í 25 ár, harav sum formaður tey seinastu 20 árini. Hon er í umboðsráðn- um hjá Norðoya Spari- kassa, í umboðsráðnum hjá Fuglafjarðar sjúkrakassa og í bygdahúsnevndini í Leir- vík. Munda er burturstødd á føðingardegnum. Her eru nøkur minningarorð um mín allarbesta abba, Asaf Olsen f. 13. juni 1927 – d. 9. apríl 2005 Dagurin 19. apríl. Dánjal. Ein av teimum fýra stóru profetun- um í Gamla testamenti. Bíbilska navnið merkir Guð er dómari mín. Munda Langgaard 60 ár