týsdagur 19. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 73 - 19. apríl 2005
Hósdagin 31. mars
var móttøka á
Fjarskiftiseftirlitinum
á Skálatrøð í Havn, í
sambandi við at Don
Petersen, samskipari
á stovninum, legði frá
sær vegna aldur
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Í sambandi við at Don
Petersen, samskipari á Fjar-
skiftiseftirlitinum, legði frá
sær vegna aldur, var mót-
tøka á stovninum hósdagin
31. mars. Leiðarin á Fjar-
skiftiseftrilitinum, Jógvan
Thomsen, helt røðu og
takkaði vegna stovninum
Don fyri tíðina og gott
samstarv.
Don
Petersen
er
úr
Trungisvági. Hann varð
settur
stovnsleiðari
tá
Radioeftirlitið bleiv sett á
stovn síðst í 80-unum.
Áðrenn tað var tað Tele-
inspektionen í Danmark,
sum røkti hesa uppgávuna á
radio- og samskiftisøkinum
í Føroyum.
Fyrstu tíðina var Radio-
eftirlitið ein stovnur undir
Telefonverki Føroya Løg-
tings, men seinnu árini
hevur
stovnurin
virkað
undir
Vinnumálaráðnum
undir navninum Fjarskiftis-
eftirlitið.
Don Petersen hevur ar-
beitt sum samskipari á
radioøkinum hjá Fjarskift-
iseftirlitinum.
Tá hann byrjaði vóru 150
viðskiftir (loyvir) í øllum
landinum. Í dag eru loyvini
umleið 15.000. Tað vil siga
hundrað ferðir so nógv.
Hetta sigur nakað um
broytingina og menningina
innan fjarskiftisøkið í Før-
oyum.
Arbeiðið umfatar eisini,
at teir eru próvdómarar í
sambandi við radiopróv-
tøkur á Føroya Sjómans-
skúla, Klaksvíkar Sjómans-
skúla og í kvøldskúla-
skipanini.
Don tók prógv sum fjar-
ritari í navigatiónsskúlan-
um á Fanø í 1960, har ein
av lærarunum var Poul
Johannes Johansen, fyrr-
verandi stjóri á Føroya Sjó-
mansskúla.
Síðan sigldi Don við
skipum frá Kuweit, og hann
búði eisini har frá 1965-68.
Hann búði í Kuweit undir
6-dagakrígnum
millum
Ísrael og Arabaralondini í
1967.
Don merkti eisini ein
farra av ræðuliga Vietnam-
krígnum.
Hann var eisini staddur í
býnum Valparaiso í Chile,
tá
stjórnarbygningurin
bleiv bleiv álopin og demo-
kratiskt valdi forsetin Sal-
vador Alléende var dripin
av monnum hjá Augusto
Pinochet.
Don arbeiddi eini 6 - 7 ár
á Lyngby Radio, tey síðstu
sum vaktchefur víð allari
samskiftisábyrgd í neyð- og
bjargingararbeiðnum í stór-
um parti av Norðureuropu.
Foreldrini hjá Don vóru
Dion Emil Petersen, van-
liga nevndur Emil í Punta-
byrgi, av Tvøroyri, og Anna
Sofía, f. Poulsen, úr Byrgis-
havnini í Øravíkarlíð.
Don er giftur Herfríð
Erningsdóttir, f. Magnus-
sen, av Tvøroyri. Tey eiga
dóttrina Elin Petersen, sum
eigur og rekur egnu kosme-
tologi-fyritøkuna »Clinique
La Lina« í Keypmanna-
havn.
Tey áttu eisini dóttrina
Anniku
Petersen,
sum
doyði í 1994.
Don eigur eisini dóttrina
Maritu Petersen, fyrrver-
andi kunningarstjóra hjá
Mærsk Air, nú meðeigara
av fyritøkuni Wing Part-
ners.
Don situr ikki hendur í
favn.
Hann hevur júst skrivað
fyrstu føroysku frálærubók-
ina í SRC/ROC (GMDSS-
VHF-prógvtøkur fyri før-
oyskar sjómenn). Hetta er
fyrsta frálærubók av sínum
slagi á føroyskum máli.
Hann fer í næstum at
halda skeið í Hvalbiar
Skúla júst í hesum.
Eisini hevur Don saman
við Formula.fo, fyri Fjar-
skiftiseftirlitið,
tilevnað
nýggja elektroniska próv-
tøkuskipan, hvar próv-
spurningarnir allir eru á
føroyskum.
Don Petersen lagt frá sær sum samskipari
Don Petersen, samskipari á Fjarskiftiseftirlitinum, hevur nú lagt frá sær vegna aldur
Tveir sílaveiðumenn, Don Petersen og Niclas Danielsen frá Landsverki
Jógvan Thomsen, leiðari á Fjarskiftiseftirlitinum, og Don Petersen
Hanna Joensen, frá Føroya Kærustovni, Heri Joensen og Elsuba Holm, frá Kappingarráðnum
Tórbjørn Poulsen, fyrrv. landstýrismaður og telegrafstjóri, Sólbjørn Jacobsen, fyrrv. stjóri á T.F.L.,
Magnus Danielsen, professari, og Hjørdis Gaard frá Vinnumálaráðnum