Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hans Jacob Kollslíð er ikki fyrsti føroyingur ið leitar til heimsins norðasta universitet at útbúgva seg við master of science í altjóða fiskivinnu leiðslu ÚTBÚGVING Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Tað sigst at Norges Fiskeri- høgskole, ein partur av Universitetinum í Tromsø, liggur norðari enn nakar annar lærdur háskúli í heiminum. Hetta man tó neyvan vera orsøkin til at so nógvir føroyingar og ís- lendingar saman við norð- monnum og øðrum fólkum úr øllum heiminum á hvørj- um ári innskriva seg til útbúgving har. Sum Noregs leiðandi útbúgvingarstovn- ur innan fiskivinnu er hesin landsins nýggjasti lærdi háskúli eisini væl útgjørdur til gransking og undir- vísing, og kann bjóða góðar útbúgvingar á bæði bache- lor og master stigi, umframt at kunna útbyggja master útbúgvingarnar til Ph.d. stig. Hans Jacob Kollslíð, sum fyri nøkrum árum síðani tók sína bachelor útbúgv- ing í Bangkok, settist her- fyri av nýggjum á skúla- bonk fyri at nema sær eina fiskivinnu leiðslu útbúgv- ing á master stigi. Komin skjótt í helvt við lesnaðin- um, var hann ein túr í Før- oyum á páskum og vitjaði familju sína. Hann virkaði væl nøgdur við lívið sum studentur í Tromsø. »Umhvørvið er bæði spennandi og mennandi,« viðmerkti hann. »Útbúgv- ingin kennist fakliga og persónliga lærurík, og ein partur av frágreiðingini kann vera at skúlin er væl útgjørdur við starvsstovum og starvsfólki, og hevur ikki færri enn trý rann- sóknarskip.« Umframt tey trý rann- sóknarskipini, hevur læru- stovnurin eina havbúnað- arstøð, sum Norges Fiske- rihøgskole eigur og rekur saman við sínum systir- stovni í Tromsø, Norsk Institut for Fiskeri- og Havbruksforskning. Sum skilst er havbúnaðarstøðin Kårvika ein framkomin royndarstøð við bæði inn- andura um anleggi og nattúrligum uttandura um- hvarvum fyri studiur av akvatiskum organismum herundir fiskum og skelja- djórum; eisini verður her granskað í fiskaheilsu og fyribyrging av sjúku. Saman við einum bólki av stundentum úr Russ- landi, Indonesia, Kuba, Sri Lanka og øðrum londum hevur Hans Jacob Kollslíð verið við rannsóknarskip- inum ‘Jan Mayen’ sum partur av útbúgvingini í Tromsø. Á túrinum vórðu millum annað kanningar gjørdar við Lofoten gjøg- num at taka royndir av botnfalli umframt við hjálp at brúka ‘echo integrator’ metoduna fyri at gera stovnsmetingar av pelag- iskum fiski. Mugu søkja skjótt Sum skilst er tað rættiliga vanligt at føroyingar ið vilja útbúgva seg væl innan fiskivinnuna velja Tromsø. Tromsø er við sínum 70.000 íbúgvum, av hvørj- um umleið ein tíggjunda- partur er studentar, rætti- liga nógv av einum uni- versitets býi. Tíggjundi hvør av teimum 7.000 les- andi í býnum er útlending- ar, og hetta merkir at Hans Jacob Kollslíð saman við lesandi úr øllum heraðs- hornum er partur av tí eina prosenti av fólkinum ið verður roknað sum út- lendskir studentar. »Tíðin gongur ótrúliga skjótt her,« segði hann. »Eg fari longu nú undir síðsta part av mínum øðrum semestri; í august byrjar triðja semestur, og aftan á tað kemur fjórða og sein- asta semestur, sum burturav er ætlað til høvuðs ritgerð- ina.« »Eg veit at eg eri hvørki fyrsti ella síðsti føroyingur sum gongur her,« legði hann afturat. »Men eg veit eisini at deadline fyri at søkja er tann 15. apríl, so tey ið ætla sær at søkja í ár mugu gera tað skjótt.« Bachelor programmini hjá Norges Fiskerihøgskole og Universitetinum í Tromsø umfata fiskivinnu, lívfrøði, aling, rakstrar- leiðslu í sjóvinnu, virkisbú- skap og logistikk, samfe- lagsbúskap, mál og búskap. Master programmini í fiskivinnu, herundir ‘Inter- national Fisheries Manage- ment’ umfata evnir so sum fiskivinnu umsiting, fiski- vinnu lívfrøði, fiskivinnu tøknifrøði, alivinnu, in- novatión, organisatión, leiðslu, virkisbúskap og marknaðarførslu. Nr. 73 - 19. apríl 2005 15 Tromsø skúlar altjóða fiskivinnuna Hans Jacob Kollslíð, í reyðari drakt, saman við øðrum lesandi umborð á rannsóknarskipinum ‘Jan Mayen’ Útsýni av kaiini nær við Norges Fiskerihøgskole Hans Jacob Kollslíð trívist væl í Tromsø. Tiltak við livandi tónleiki á universitets umráðnum