Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 73 - 19. apríl 2005 Fáa 10 krónur um tíman Ein sending hjá svenska útvarpinum hevur av- dúkað, at arbeiðsmenn úr Slovakia, sum arbeiða á Volvo-verksmiðjuni í Gøteborg, fáa bara 10 krónur í løn umm tíman. Kanningin avdúkaði eis- ini, at slovakarnir ar- beiða ímillum tíggju og tólv tímar um dagin allar sjey dagarnar í vikuni. Talsmaðurin hjá Volvo, Christer Gustafs- son, sigur við tíðinda- stovuna TT, at tann lága lønin er eitt úrslit av ES- reglunum um ein frían arbeiðsmarknað, og at svenska fyritøkan fylgir galdandi reglum. Hann avsannar kortini, at nakar fær 10 krónur um tíman, tí lønin er hóast alt hægri enn so, sigur hann. Olle Ludvigsen, fak- felagsformaður, sigur, at svenska fakfelagið kann als ikki góðtaka ta lágu lønina hjá teimum slo- vakisku arbeiðsmonn- unum. Hann vísir á, at slovakarnir fáa ikki meiri enn góðar 2.000 krónur um mánaðin, meðan teirra svensku starvsfelagar fáa einar 18.000 krónur meiri. Sambært sendingini í svenska útvarpinum ar- beiðs slovakarnir fýra vikur út í eitt, áðrenn teir fara heim at vitja nakrar dagar. So gongur leiðin aftur til Gøteborg. Stríð um gamla ferju Danska stjórnin hevur nú vent sær til myndug- leikarnar í India fyri at fáa teir at forða fyri, at ein gomul donsk ferja verður upphøgd á teirri vesturindisku strondini. Trupulleikin við mál- inum er, at nógv asbest og onnur eitrandi evni eru í ferjuni "Kong Frederik IX". Skipið hevur ligið við bryggju í Korsør í fleiri ár, men herfyri varð tað selt til India til upphøggingar. Greenpeace og onnur hava mótmælt, at skipið verður upphøgt í India, tí har er at kalla einhki eftirlit við eitrandi evn- um, og tí hevur danska stjórnin nú biðið indisku myndugleikarnar forða fyri, at tað 51 ára gamla skipið verður høgt upp. Danski umhvørvis- málaráðharrin, Connie Hedegaard, sigur seg vóna, at málið um donsku ferjuna kann skunda undir eitt orða- skifti í ST og altjóða sjó- ferðslufelagsskapinum IMO um, hvørjar reglur skulu galda, tá gomul skip verða seld øðrum londum til upphøgging- ar. Risaalda rakti ferðamanaskip Fýra fólk fingu skaða, og sjógvur kom í 62 kømur, tá ein risastórt brot rakti tað stóra norska ferðamannaskip- ið "Norwegian Dawn" um vikuskiftið. Skipið var á veg úr Bahamas til New York við 2.600 ferðafólkum, tá tað kom í illveður. Brotið, sum rakti skipað, var so stórt, at sjógvur kom inn í fleiri kømur heilt uppi á 10. hædd. Einki er kortini frætt um, at nakar fekk skaða. Norska felagið Nor- wegian Cruise Line eig- ur "Norwegian Dawn", ið er í fastari sigling fram við amerikonsku eysturstrondini og í Karibiska Havinum. Hús á fjallatindi til leigu Japanska veðurstovan bjóðar nú fólki at leiga eini hús, sum standa uppi á tí 3.776 metrar høga fjallinum Fuji. Fuji er tað hægsta fjallið í Japan, og í mong ár hevur veðurstovan havt eina veðurstøð uppi á fjallinum. Men síðani september í fjør hava húsini staðið tóm, tí nú hevur veðurstovan fing- ið sær nútímans útgerð, sum hevur samband við fylgisveinar. Tí hevur veðurstovan ikki brúk fyri húsunum á Fuji longur. Enn hevur eingin boð- ið sær til at leiga ta gomlu veðurstovuna. Fuji er gamalt gosfjall, men tað er kortini ikki orsøkin til, at eingin hevur víst áhuga fyri húsunum, tí har hevur einki gos verið síðani 1707. Orsøkin er heldur prísurin. Sambært blað- num Mainichi Daily News kostar tað einar fimm milliónir krónur at halda ta gomlu veður- stovuna við líka - um árið. UTTAN ÚR HEIMI Norsku myndugleik- arnir fara kanska at seta tiltøk í verk ímóti vørur úr ES aftur fyri revsitiltøkini, sum ES hevur sett ímóti norskum laksi LAKSASTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Norska stjórnin setir nú hart ímóti hørðum í laksa- stríðnum við ES. Á aðalfundinum hjá norska fiski- og alivinnufe- lagnum um vikuskiftið segði Kjell Magne Bonde- vik, forsætisráðharri, at stjórnin hevur kunnað heimshandilsfelagsskapin WTO um, at Noreg fer møguliga at seta tiltøk í verk ímóti vørum úr ES- londunum fyri at fáa betri javnvág í samhandilin. Hann vildi kortini ikki siga, hvørjar ella hvussu nógvar ES-vørur talan kann verða um. Bondevik segði, at ES- tiltøkini ímóti norska laks- inum eru brot á reglurnar hjá WTO. – Eg vil ikki brúka eitt orð sum handilskríggj, men eg vóni ikki, at vit koma í eina tílíka støðu, segði norski forsætisráðharrin. Kinesiska stjórnin vil ikki biðja japanar um umbering fyri, at kinesisk mótmælis- fólk hava gjørt seg inn á japanskar ognir í Kina ÓSEMJA Árni Joensen fartekst@mail.dk Japanski uttanríkisráðharr- in, Nobutaka Machimura, kom aftur sum av torvheið- um, eftir at hann um viku- skiftið var í Beijing og bað kinesisku stjórnina um umbering fyri, at kinesisk mótmælisfólk hava lopið á japanskar umboðsstovur og handlar í fleiri kinesiskum býum í seinastuni. – Okkara stjórn hevur einki gjørt, sum gevur japanum nakra orsøk til at biðja hana um umbering, var svarið frá kinesiska uttanríkisráðharranum, Li Zhaoxing. Tey kinesisku mótmælis- fólkini eru í øðini, tí ein nýggj søgubók, sum verður brúkt í teimum japansku skúlunum, fer alt ov lætt um sannleikan, tá Japan hersetti Kina stutt undan seinna heimsbardaga. Tað er alment kent, at japanski herurin fór sera harðliga fram, og at bara í tí eina álopinum gjørdu japanar av við meiri enn 100.000 kinesisk sivilfólk. Eygleiðarar siga, at tann nýggja søgubókin er bara ein partur av stríðnum ímillum tey bæði londini. Japan og Kina eru ósamd um rættindini til nakrar smáar oyggjar, tey eru ósamd um eina havleið, har olja kan vera í undirgrund- ini, og so eru tey eisini ósamd um Taiwan. Haraft- urat kemur, at aftan á stóran búskaparvøkstur í fleiri ár hevur Kina yvirtikið pláss- ið sum tað leiðandi landið í Fjareystri - eitt pláss, sum Japan hevur havt í mong ár. Noreg fer at svara aftur Japan fær onga umbering Fundurin ímillum uttanríkisráðharrarnar úr Japan og Kina gav einki úrslit Mynd: Reuters Kjell Magne Bondevik: - Noreg fer at svara ES- tiltøkunum ímóti norska laksinum