týsdagur 19. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 19. apríl 2005
17
Á móttøkuni hjá
Sosialinum í nýggja
Miðlahúsinum í
Vágsbotni fríggja-
dagin bar Heðin
Mortensen fram
heilsan frá Tórshavn-
ar Býráð og handaði
Miðlahúsinum tvey
trø, sum nú prýða
bakgarðin hjá
Miðlahúsinum
NÝTT MIÐLAHÚS
– Tá ið tað fyri nøkrum
mánaðum síðani frættist, at
handilin
hjá
Valdemar
Lützen her í Vágsbotni
skuldi steingja, vóru vit
nógv sum hugsaðu: Tað
kann ikki passa! Tað ber
ikki til! Tí handilin hjá
Valdemar hevur - saman
við hinum handlunum her í
Vágsbotni, verið ímyndin
av handilslívinum í Vágs-
botni alla okkara tíð. Fyri-
tøkan kundi jú halda 100
ára stovningardag um hetta
mundið, tá ið tíðindi um, at
Valdemar gavst, fóru at
ganga um býin, segði Heð-
in Mortensen, borgarstjóri í
Havn m .a. í røðu síni á
móttøkuni hjá Sosialinum í
Miðlahúsinum í Vágsbotni
fríggjadagin.
– Satt at siga trúði eg
ongantíð, at so var, óivað
høvdu tey onkrar aðrar
ætlanir við húsunum.
Men tá ið tað so seinni
kom upp, at Sosialurin
hevði ætlanir um leiga seg
inn her, bleiv eg ikki minni
kløkkur, og hugsaði: Nei,
nú er Jan blivin ørur í høvd-
inum.
Men sum tíðin er fráliðin,
og vit hava hoyrt meiri um
ætlanirnar og visiónirnar
hjá Sosialinum, ja so mugu
vit staðfesta, at henda verk-
ætlanin er væl fyrireikað.
Her er brotið upp úr
nýggjum í føroyska fjøl-
miðlaheiminum, og eg ivist
onga løtu í, at blaðleiðslan
hevur tikið rætta avgerð.
Sjálvandi skal ein redak-
tión og eitt blaðhús - ja, nú
eitur tað eitt MIÐLAHÚS
verða har, ið fólkið og
virksemi er.
Vit, ið hava okkara dag-
ligu gongd her í miðbý-
num, fegnast um, at hava
fingið ein so kreativan og
virkisfýsnan granna, og eg
ivist onga løtu í, at tit fara
at skapa eitt stórt virksemi
her í miðbýnum. Og tað
frøir okkum í býráðnum.
Her í Tórsgøtu og í Vágs-
botni er eitt virkið ment-
anar- og handilslív við at
taka seg upp. Her vil sum
frálíður koma eitt livandi,
spennandi og fjølbroytt um-
hvørvi.
Í umhvørvinum eru kom-
nar fleiri matstovur, skriv-
stovur og handlar.
Tjóðpallur Føroya er í
gøtuni - Vit hava Tilhaldið
og Margarinfabrikkina, har
tey ungu halda til. Vit hava
Sjómansheimið og umsit-
ingina hjá kommununi -
Havnar Hornorkestur hevur
eisini
venjingarhølið
í
grannalagnum. Og vit hava
nógv, nógv annað og fjøl-
broytt virksemi her.
Nærmasti
grannin
-
Reinsaríið, sum kommunan
hevur ognað sær, er í dag
ikki nakað serligt prýði,
men nú verður arbeitt við at
seta tað í stand, soleiðis, at
um ikki so langa tíð kemur
aftur til heiður og æru. Ikki
sum Reinsarí, men heldur
sum eitt hús, við nógvum
virksemi og lívi.
Í gamla posthúsinum, har
Snarskivan
er,
arbeiða
handverkarar í hesum døg-
um við fullari megi at inn-
rætta eina matstovu, sum
starvsfólkið hjá kommun-
uni skal brúka. Men ætl-
anin er eisini, at onnur
skulu kunnu brúka mat-
stovuna.
– Býráðið vil fegið mar-
kera, at vit í dag alment
hava fingið ein nýggjan
granna. Vanligt er at koma
við eini gávu, tá ið ein
verður bjóðaður í hátíðar-
hald. Men vit vita øll, at tað
ikki altíð er lætt at finna
uppá.
Tá var tað, at onkur kom
at hugsa um, at fyri nøkrum
árum síðani hugleiddi Jan í
einum
ólavsøkublaðnum
hjá Sosialinum um urta-
garðarnar í miðbýnum.
So, hví ikki eitt træ???
Symbolikkurin við hesi
gávu er eyðsýndur.
Og lat okkum vóna, at
trøini koma seg væl og
verða eitt prýði í garðinum,
til gleði og gagns fyri øll.
Talan er um tvey trø - eitt
ovidia og eitt banksia træ.
– Annað er úr so fjarskot-
num landi sum Suður-
amerika, og hitt úr einum
ikki minni fjarskotnum
landi - úr Tasmania. Og
hvør veit? Tá krúnprin-
sessen kemur til Føroya í
summar liggur leiðin fram
við her – so hvør veit?
Kanska søkkur hon innum
at hyggja eftir trænum úr
heimlandinum?
Trøini eru frá Skógrøkt
Landsins, og eru komin til
Føroya fyri 13 árum síðani,
sum heilt smáar plantur.
Tey eru sera sjáldsom, og
mett verður, at her í Vágs-
botni er gott at gróðurseta
tey, tí ovari í býnum, har tey
hava staðið, hevur verið
heldur kalt.
Ynski mítt skal verða at
hetta nýbrotið hjá Sosialin-
um fer at eydnast væl, og
fari eg at bera fram øll góð
ynski
fyri
Miðlahúsið,
segði Heðin Mortensen,
borgarstjóri.
Vælkomin í Miðbýin, Sosialurin
Fríggjadagin upprann
so dagurin, har
Sosialurin alment
kundi lata dyrnar upp
í nýinnrættaðu miðla-
húsinum í Vágsbotni
í Havn, har hópin av
fólki nýtti høvi at
støkka inn á gólvið.
Seinastu 23 árini
hevur Sosialurin havt
til húsa á Argjum
NÝTT MIÐLAHÚS
Eirikur Lindenskov
Tað var seint síðsta summ-
ar, at vit á blaðnum fingu
áhuga fyri handilshúsunum
hjá P/F Valdemar Lützen í
Vágsbotni, sum vórðu lýst
til leigu, eftir at Valdemar
hevði handlað har í meiri
enn hálva øld.
Í november varð farið í
gongd við umvælingar- og
umbyggingararbeiðið _ og
næstsíðsta vikuskiftið var
klárt hjá Sosialinum at flyta
inn í nýggju hølini.
Fyri 23 árum síðani flutti
Sosialurin annars úr Havn-
ini og út á Argjar. Tá hevði
blaðið húsast undir trong-
um umstøðum, fyrst á
Heygsbreyt í Havn, har
Einars Offsett er og seinna-
partin av sjeytiárunum í
einum sethúsum í Sjúrðar-
gøtu 9. Hetta tíðarskeiðið
varð Sosialurin prentaður á
prentsmiðju Dimmalætt-
ingar, og blaðið kom út
tvær ferðir um vikuna. Tá
hølisviðurskiftini í Sjúrðar-
gøtu gjørdust heldur fræg-
ari enn á Heygsbreyt, vóru
eisini fleiri blaðfólk sett í
fast starv, og blaðið mentist
frá at verða eitt floksblað
meira til eitt tíðindablað.
Ynski var um at fáa blaðið
út oftari, men tá Dimma-
lætting ikki segði seg hava
orku til at prenta blaðið
tríggjar ferðir um vikuna,
fóru menn at hugsa um at
keypa egna prentsmiðju.
Og til tess mátti blaðið hava
størri høli.
Endin varð, at húsini hjá
Jákupi á Lag úti á Argjum
vóru keypt. Húsini høvdu
staðið í gerð í nógv ár, men
vórðu tá innilokað, so
Sosialurin kundi innrætta
tey eftir tørvi. Kjallarin var
so grivin longur niður, so
pláss var fyri prentsmiðj-
uni, meðan ovasta hæddin
varð innrættað til Sosialin.
Miðhæddin varð leigað út.
Har hevði Smæran ein mat-
vøruhandil og Kári Olsen
ein part til Bókavirkið.
Nú vóru umstøðurnar
sera góðar, og blaðið kom
beinanvegin frá byrjan út
tríggjar ferðir um vikuna.
Fyrsta blaðið kom av prent-
smiðjuni á Argjum tíðliga í
mars í 1982.
Men nógv er hent síðani
1982 - og blaðframleiðslan
kann í dag als ikki saman-
berst við tað, hon var í
1982. Tá varð alt tilfarið
skrivað á skrivimaskinu og
síðani lagt til setingar.
Setifólkini settu so tekstin
umaftur, koyrdu sats út,
sum síðani varð kliptur og
klistaraður upp á síðurnar,
sum síðani vóru avfoto-
graferaðar.
Í dag er tilgongdin so
nógv øðrvísi, og krumtapp-
urin í framleiðsluni er teld-
an. Sosialurin og Dimma-
lætting hava í dag felags
prentsmiðju, nevnd Prent-
miðstøðin, sum leigar seg
inn í prenthøllina hjá
Dimmalætting. Prentsmiðj-
an hjá Sosialinum úti á
Argjum er tikin niður, og
bestu maskinurnar settar
upp í høllini hjá Prentmið-
støðini. Í dag fer alt arbeið-
ið fram á teldu, øll mynda-
viðgerð er á teldu, og blað-
ið verður umvegis telduna
sent úr Vágsbotni niðan á
Prentmiðstøðina,
sum
prentar blaðið og ber tað út
til flestu haldararnar eisini.
Sosialurin komin aftur til Havnar
Heðin Mortensen,
borgarstjóri, bjóðaði
Sosialinuum væl-
komnum í miðbýin
Jan Müller bjóðar gestunum vælkomnum
á móttøkuni í nýggju miðlahúsinum í
Vágsbotni fríggjadagin