Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 169 - 5. september 2000 Nr. 169 - 5. september 2000 JÁKUP MØRK Seinast Føroyar skoraðu í undankappingardysti, var tá Bosnia mátti taka til takkar við einum 2-2 javnleiki. Sunnudagin vóru slovenar fyri somu lagnu, tvímáls- skjúttin frá Bosnia-dystin- um, Uni Arge, taldist aftur millum føroysku málskjútt- arnar. Sjálvur greiddi Uni nakað soleiðis frá málinum til 1- 1: - Hatta var eitt av fleiri press-álopum, sum vit høvdu, sum so endaði við einum innkasti niðri við hornaflaggið. Eftir at inn- kastið varð skallað útfrá, smekkaði Jóhannis til, og so setti eg ristina á, fyri at tryggja at bólturin fór í netið. Broytti søguna At Uni var fegin um málið, er einki at ivast í, og hann Ikki eins og hinir Uni Arge var sera fegin um, at dysturin sunnu- dagin ikki gjørd- ist ein endurtøka av so mongum øðrum dystum, har landsliðið hevur verið nær við og næstan helst tað eisini hava stóran týdning, at Føroyar endiliga komu á talvuna aftur í so máta. Enn fegnari var hann tó um, at tað løtu seinni eydn- aðist Føroyum at skjóta enn eitt mál, soleiðis at stig eis- ini fekst burtur úr dystinum. - Høvdu vit ikki fingið nakað burtur úr dystinum, hevði hetta verið eins og flestu dystir okkara hava verið í seinastuni. Hatta har við at vit spældu gott, og høvdu uppiborið at fingið okkurt burtur úr og so fram- vegis. Nú fingu vit endiliga løn fyri stríðið. Dysturin broyttist Annars var Uni, eins og flest onnur, samdur í, at før- oyska liðið ikki hevði uppi- borið nakað sum helst eftir fyrra hálvleik. - Vit vóru alt ov sløvir, men í steðginum vóru vit samdir um, at nú skuldu vit taka okkum saman. Vit tosaðu um, at vit høvdu verið alt ov sløvir í fyrra hálvleiki, men vóru sam- stundis samdir um, at vit í seinna hálvleiki skuldu vera við til at skapa ein góðan dyst, og hetta eydnaðist eisini, segði Uni um hetta. At seinni hálvleikur var frægari enn fyrri, er heldur eingin loyna, og heilt gott gjørdist tað, tá Øssur so setti bóltin í slovenska netið fyri aðru ferð. Um hetta helt Uni, at málið var eitt fínt dømi um, at spælararnir høvdu reist. - Allan ger jú fullkomliga rætt, tá hann bjóðar av og trýstir seg frameftir. Tá hann so varð feldur, visti eg at Øssur kundi skora. Undir venjing hevur tað ligið væl fyri hjá honum, og skotið móti Schmeichel var sum so ein forsmakkur upp á frí- spørkini hjá honum. Annars helt Uni, at dyst- urin sunnudagin í stóran mun líktist dystinum móti Skotlandi. Tað ferðina vóru Føroyar eisini aftan fyri stóran part av dystinum, men komu so aftur í aftur móti endanum. Royna tað besta Tá tosið líkasum var komið fram til komandi dystirnar, var Uni tó eitt sindur iva- samur. Ikki tí, eins og lið- felagarnir ætlar hann sjálv- sagt at gera sítt besta, men útidystir eru aloftast torførir. - Eg rokni við, at tað verð- ur tann vanligi fótbólturin frá okkara síðu. Tað merkir eitt varligt upplegg, har vit so royna at skapa okkum nakrar kontramøguleikar. Tað er tó sera torført at meta um, tí dystir kunnu skjótt broytast, og eitt nú sóu vit í dag, hvussu spælið broytt- ist, tá vit fóru fram á vøllin. At Sveis í løtuni er aftan fyri Føroyar, og hevur stig fyri neyðini, tóktist Uni ikki leggja alt ov nógv í: - Teir eru í løtuni aftan fyri okkum, og so mugu vit royna at halda teimum har, segði hann smílandi, áðrenn vit báðir, myndamaðurin, takkaðu fyri okkum. JÁKUP MØRK - Eg veit ikki hvat eg hugs- aði, men tað var ein ótrúlig kensla. Soleiðis segði Øssur Hansen, tá vit beint eftir dystin spurdu hann, hvat hann hugsaði, tá hann sá bóltin sveima í málið til endaligau støðuna 2-2. Hann greiddi annars frá, at teir høvdu vant líknandi frísparksstøður undir venj- ingunum til dystin, og tá hevði tað ligið væl fyri hjá sær. - Eg trúi tí upp á, at tað kundi lata seg gera at skora, tá vit fingu frísparkið móti dystarenda, segði Tóku seg saman Øssur var annars samdur í, at í fyrra hálvleiki høvdu Høvdu vit tapt, hevði dysturin bert verið ein endurtøka av so mongum øðrum, helt Uni Arge um úrslitið móti slovenum Mynd: Álvur Haraldsen slovenar dekan ov gott rása- rúm úti í borðunum. - Bæði Allan og eg høvdu stórar trupulleikar av teim- um, men í seinna hálvleiki tóku vit okkum saman, segði málskjúttin. Víðari segði hann, at hetta sum so einki við taktikkin at gera. - Allan broytti ikki stór- vegis upp á nakað í hálv- leikinum, men vit vistu allir, at vit mátta taka okkum saman. Orka væl Eitt sermerki við hesum dysti, sæð í mun til aðrar, sum landsliðið hevur spælt, var, at hesuferð vóru tað okkara menn, sum skoraðu móti endanum. Spurdur um hetta eisini var tekin um, at føroysku leikararnir nú vóru betri fyri, helt Øssur, at tað var tað nokk. Tá vit klára at renna slo- vensku leikararnar niður, so man venjingarstøðan vera á eini heilt góðari leið, segði glaði málskjúttin at enda. Øssur Hansen segði seg trúgva upp á møguleikan, tá dómarin stutt fyri leiklok bríkslaði fyri frísparki Mynd: Álvur Haraldsen Eg trúi upp á tað Hetjan á føroyska liðnum hevði vant líknandi frísparksstøður sum hana, sum málið kom eftir Allan sólaði sær Tað var ein sera fegin Allan Simonsen, sum eftir dystarlok hitti føroysku og slovensku pressuna: – Eg var illa heitin av fyrra umfarinum. Okkara spælarar høvdu stórar trupulleikar. Vit spældu ikki væl, men tað skal undirstrikast, at vit í 1. hálv- leiki spældu ímóti sovornum snillingum, sum vit sjáldan hava sæð á Svangaskarði. Teir vóru fantastiska góðir við bóltinum. Teir samanspældu væl, og teir fluttu seg so mikið nógv, at krøvini til okkara spælara gjørdust ógvuliga stór. Allan Simonsen vísti eis- ini á, at í 1. hálvleiki skiftu mótstøðumenninir spæli- skipan alla tíðina. Í útgangs- støðu vóru teir sera fram- rættaðir í 3–4–3 skipan, men so skiftu teir aftur og aftur, og tað hevði við sær, at føroysku spælararnir alla tíðina av nýggjum skuldu taka bestikk av støðuni og tillaga seg. Meiri búff Allan Simonsen hevði sína frágreiðing til, at myndin broyttist fullkomuliga í 2. hálvleiki: – Í steðginum segði eg við spælararnar, at 1–0 til teirra kundu vit ikki brúka til nakað sum helst. Tann tíðin er farin, tá vit skulu vera nøgdir við tepurt tap ímóti teimum stóru. Um vit taptu við einum ella tveim- um málum var líka mikið. Tað, sum ráddi um, var at javna. Spælið varð nógv øðrvísi í 2. hálvleiki? – Vit fingu betri tak á tí. Eg visti, at slovenunum lík- aði illa, tá norðmenn spældi ímóti teimum við at brúka kroppin nógv. Hetta vápnið høvdu vit als ikki brúkt í 1. hálvleiki. Dómarin gjørdi tað torført hjá okkum, men eg segði við spælararnar, at teir skuldu geva teimum meiri búff. Tað vil siga, at vit skuldu brúka kroppin meiri. Tað eydnaðist í 2. hálvleiki at fara í nærdystir við mótstøðumenninar. Tað var týðuligt, at hetta líkaði teimum heilt illa. Tað var skjótt, at teir fóru at hyggja upp á dómaran og út á beinkin, meðan teir veipaðu við ørmunum. Tá visti eg, at vit vóru á rættari leið. At teir so øktu til 2–0 staðfesti bara, hvussu vandamiklir teir eru, sjálvt um teir eru nógv kroystir. Okkara spæl- arar megnaðu at skora tvær ferðir, og eg kann ikki rósa teimum nóg mikið fyri tað. Teir høvdu tað so rudduliga uppiborið. Men tað hava vit so ofta áður hildið, tá mót- støðumenninir eru farnir úr Føroyum við øllum stigun- um. Broytingin Allan Simonsen ásannaði, at hansara menn høvdu havt tað torført í síðunum í 1. hálvleiki: – Vit høvdu broytt mið- vølllin soleiðis, at Sámal Joensen var mitt á og tók sær av Milan Pavlin, meðan John Petersen lá longri úti í Venjarin hjá før- oyska liðnum rósti sínum monnum fyri sannførandi avrik í 2. hálvleiki, tá teir brúktu bæði kropp og høvd Báðir teljast teir millum mætastu leikararnar í fótbóltssøguni hjá heimlandi sínum, men ivaleyst er munur á, hvat viðhaldsfólkini meta um avrikini hjá venjarunum báðum Mynd: SJ høgru, har hann skuldi hjálpa Allani Mørkøre. Ser- liga í 1. hálvleiki høvdu vit trupulleikar av hesum. All- an hevði í Mladen Rudonja ein sera skjótan og hug- flogsríkan mótstøðumann, og tá John hevði ilt við at finna seg til sættis í nýggja leiklutinum, gjørdist tað meiri opið. Í 2. hálvleiki settu vit okkum so mikið á teir, at hesin trupulleikin var nógv minni. Hvønn týdning leggur tú í, at eitt stig fekst burturúr fyrstu royndini í hesi undan- kappingini? – Ómetaliga stóran týdn- ing. Eitt er, at tað verður hugaligari í næsta mánað at fara niður til Sveis og Jugo- slavia, og at tað verður spennandi at fáa øll hini rik, segði ein fegin lands- liðsvenjari. Nógv er broytt, síðani fyrsta landsdystin hjá tær í 1994, tá Grikkaland vann 5–1 á Svangaskarði? – Avgjørt. Gongdin hevur verið nátúrlig. Spælararnir hava nógv meiri altjóða royndir nú. Tað verður vant meiri í føroysku feløgunum nú, enn tað varð gjørt fyri seks árum síðani, og tað hevur stóran týdning fyri landsliðið, at nógvir spæl- arar eru í útlendskum fe- løgum. Mistøkini eru færri, og eftir eitt sovorðið avrik og úrslit eiga vánirnar fyri framtíðini at gerast uppaftur bjartari. jh londini higar komandi ár. Men fyri føroyskan lands- liðsfótbólt hevur tað upp- aftur meiri at siga, at spæl- ararnir við sovornum úrslit- um styrkja um sjálvsálitið. Eg havi leingi sagt, at stigini hava nærkast í hvørjum. Tað havi eg gjørt, tí spælið hev- ur verið til tað. Trupulleikin hevur verið mentalur. Spæl- ararnir hava havt eina inn- bygda brremsu, sum hevur gjørt, at teir hava ikki torað at rokna við, at tað skuldi eydnast, og sovorðið hevur árin á avrikið og úrslitið. At teir megna at fáa stig og serliga at teir megna tað, eftir at teir so stutt undan leikloki hava verið aftanfyri við tveimum málum, rokni eg við fer at hava stóran týdning fyri framtíuðar av- Tað er eitt slítandi starv at vera landsliðsvenjari. Srecko Katanec var ógvuliga vónbrotin, tá hann seint seinnapartin sunnu- dagin hitti slovensku og før- oysku pressuna. Sum ein annar reiðari hevði hann síðstu løtuna sæð sína skútu kollsigla, og hann mundi Burtur úr vón og viti Vónbrotni slovenski venjarin skilti ikki, at hansara spælarar í 2. hálvleiki fullkomuliga mistu málið úr eygsjón og góvu føroyingum eitt stig vita, at heima í Slovenia fóru avbukingarnar í press- uni at vera nógvar: – Fleiri av spælarunum hjá okkum eru skaddir, so teir kann eg ikki brúka. Um eg skuldi sett liðið av nýggj- um, so hevði eg valt akkurát teir somu spælararnar, sum byrjaðu í dag. Avrikið í 1. hálvleiki vísti eisini, at vit høvdu fullkomuliga tak á tí. Vit fingu eitt mál, og eg haldi, at vit áttu at havt skor- að eitt ella tvey mál afturat. Høvdu vit havt gjørt tað, so hevði alt verið avgjørt. Tí- verri gekk tað ikki soleiðis. Hvat gav tú tínum monn- um boð um í steðginum? – Eg segði við teir, at teir skuldu halda fram, soleiðis sum teir høvdu spælt. Men nú má eg staðfesta, at tað gjørdu teir yvirhøvur ikki. Eg segði ikki við mínar menn, at teir skuldu leggja seg aftur á vøllin og geva iniativið til føroyingarnar, men tað var akkurát tað, sum okkara spælarar gjørdu. Eg skal rósa føroy- ingunum fyri teirra ídni og nærlagni, men mínar gjørdu tað lætt fyri teir í 2. hálv- leiki. Tað var eingin ætlan og idé í tí, okkara menn fyritóku sær. Teir sparkaðu í staðin fyri at spæla, og úrslitið var, at vit síðstu tveir minuttirnar mistu tvey stig. Tað var ússaligt. Hvusu verður nú við framtíðini? – Tað nyttar einki hjá mær at vera pessimistiskur ella optimistiskur. Eg má vera realistiskur. Tað eru níggju dystir og 27 stig at spæla um. Vit hava framvegis møguleikan at avgera alt sjálvir, og tað ætla vit okk- um. Undan dystinum í dag hevði eg aftur og aftur undirstrikað fyri mínum spælarum, at tað fór at verða trupult. Tað gjørdist akkurát so trupult, sum eg hevði roknað við. Eg rokni við, at øll hini liðini fara at hava tað trupult, tá tey koma til Føroya. Tað er einasti uggi hjá okkum, eftir at vit hava søplað tvey stig burtur her í dag, segði slovenski venj- arin, Srecko Katanec, áðr- enn hann ynskti Allani Sim- onsen góða eydnu í kom- andi dystunum. At hann gjørdi tað, er væl skiljandi. Tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri møguleikarnar hjá Slovenia, at Føroyar taka stig frá hinum tjóðunum. jh