týsdagur 19. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í Malmø verður tann
eftirhondini siðríka
Sigemann-kappingin
í hesum døgum telv-
að. Veteranurin Jan
Timman er á deildum
fyrsta plássi saman
við eitt nú unga
amerikanska talent-
inum Hikaru Naka-
mura.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tað serliga við Sigemann
er, at fyrstu fimm umførini
verða telvd í Malmø og
seinastu
fýra
umførini
verða telvd í Keypmanna-
havn. Hetta hevur verið
mannagongdin síðani 2003
og hevur tað riggað væl.
Sigemann varð fyrstu
ferð telvað í 1993 og mill-
um navnframir vinnarar
kunnu nevnast Ivan Soko-
lov (1995), Viktor Korch-
noi (1996), Boris Gelfand
(1999), Judit Polgar (2000),
Nigel Short (2002) og
Vassily Ivanchuk (2003).
Í fjør vunnu Curt Hansen
og Peter Heine Nielsen,
báðir úr Danmark. Norska
undurbarnið Magnus Carl-
sen bleiv nr. 3. Í ár eru
hvørki Nielsen ella Carlsen
við, men onnur spennandi
nøvn hava fingið pláss
teirra. Eitt nú 17 ára gamli
Hikaru Nakamura (2657),
sum hevur havt eina óvan-
liga framgongd seinasta ári.
Við sínum høga ratingtalið
er hann í ferð við at blanda
seg í absoluttu elituna.
Eisini 19 ára gamli danin
Davor palo (2525) hevur
fingið møguleikan í ár, men
hansara hálva stig í fyrstu
trimum
umførunum
í
Malmø boðar ikki frá góð-
um úrsliti.
Timman og teir ungu
Hollendarin og fyrrverandi
HM-avbjóðarin Jan Timm-
an (2607) hevur góðan vind
í Malmø. Veteranurin, sum
m.a. niðurspældi Palo í
fyrsta umfari, hevur telvað
væl og tykist at hava
stabiliserað seg omanfyri
2600-markinum. 53 ára
gamli Timman var annars
leingi niðanfyri 2600.
Eftir triðja umfar hava
tríggir telvarar lagt seg á
odda í Sigeman: Timman,
Nakamura og Ioardache-
scu. sum eisini er úr yngra
ættarliðnum.
Curt Hansen átti at havt
vunnið á Nakamura í fyrsta
umfari, men hóast tað bert
bleiv til javnleikur, hevur
Curt telvað væl og er beint
í hølunum á trioini. Dan-
marksmeistarin í ár, Sune
Berg Hansen, kom á stiga-
talvuna sunnudagin í triðja
umfari, tá hann vann á Emil
Hermansson.
Støðan eftir 3. umfar
GM Timman
(2607)
2,5
GM Nakamura
(2657)
2,5
GM Iordachescu (2609)
2,5
GM C. Hansen
(2633)
2,0
GM Sasikiran
(2642)
2,0
GM H. Persson (2533)
1,0
GM S. Hansen
(2553)
1,0
GM Hector
(2513)
1,0
IM Palo
(2525)
0,5
IM Hermansson (2432)
0,0
Fischer er í Íslandi
Eftir at hava búleikast í
fjareystri seinastu mongu
árini, er kontroversielli
fyrrverandi heimsmeistarin
Bobby Fischer vorðin ís-
lendskur ríkisborgari. Le-
gendan hevur í seinastuni
verið í ymiskum trupul-
leikum, men íslendskir
vinir hansara hava veitt
honum eina hjálpandi hond
við at geva honum ís-
lendskan ríkisborgararætt.
Fyri
góðum
mánaða
síðani kom Fischer til
landið, har hann í 1972
gjørdist heimsmeistari. Av
tíðindum og myndum at
døma, hevur Fischer fingið
fyrstafloks vælkomu og
viðferð í grannalandi okk-
ara. Fischer kallar Ísland
sítt nýggja heim og ætlar
sær at verða verandi. Hann
fer neyvan at telva av álvara
aftur.
Nr. 73 - 19. apríl 2005
21
Unglingameistara
kapping
Svimjisambandið hevur
nú boðað frá, at unglinga-
meistarakappingin í ár
verður hildin í Klaksvík í
døgunum, 22., 23. og 24.
apríl.
Sagt verður, at talan í ár
verður talan um einar 70
svimjarar, sum við hesum
fara at leggja seinastu
hond á inniverandi kapp-
ingarár. Tó so, so hava
fleiri av svimjarunum eis-
ini svomið seg til luttøku í
FM-kappingini, sum verð-
ur fyrst í mai mánaði.
Mong munnu hesaferð
vera eitt sindur eyka spent
til kappingina, tí flestu
UM svimjararnir hava í ár
møguleikan at luttaka til
Donsku Árgangsmeistara-
kappingina ið verður í juni
í Danmark. Til hetta skulu
svimjaranrir tó svimja
undir eina ávísa kravtíð,
og á tann hátt verður UM í
ár brúkt sum eitt slag av
barometri fyri, hvussu
okkara svimjiungdómur
stendur seg í mun tey í
Danmark. Hetta er fyrstu
ferð at føroysku svimjar-
arnir hava høvi til at lut-
taka á jøvnum føti við
donsku svimjararnar til
eitt árgangsmeistara-skap
-jm
Taptu finaluna
Tað eydnaðist ikki hjá
Rúna Weihe og liðfeløg-
um hansara í BK Tromsø
at vinna norska flogbólts-
meistaraheitið annað árið
á rað.
Tromsø vann annars
fyrsta av teimum trimum
finaludystunum
móti
Nyborg úr Bergen, men
teir megnaðu tó ikki at
halda fast.
Seinasti finaludysturin
varð leiktur um vikuskift-
ið, og hendan dystin vann
Nyborg í einum spennandi
fimm-settara.
Við Útvarpið segði Rúni
Weihe, at tað sjálvandi
kendist keðiligt at tapa
seinasta finaludystin, men
sæð yvir alt árið heldur
hann tó, at silvurmerkini
vóru í lagi.
-jm
Talvið hesa vikuna
IM Hermansson (2432) – GM Iordachescu (2609)
13th Sigeman & Co Copenhagen/Malmø (2),
16.04.2005
1.e4 e5 2.Rif3 Rif6 3.Rixe5 Russisk byrjan 3...d6
4.Rif3 Rixe4 5.d4 d5 6.Bd3 Ric6 7.0—0 Be7 8.c4
Rib4 9.Be2 Be6 10.Ric3 0—0 11.Rie5 c5 12.Rixe4
dxe4 13.d5 Fc7 14.Rig4 f4 var ein betur roynd. Nú
fær svartur betur støðu 14...Bxg4 15.Bxg4 Rid3
16.Bd2 Bf6 17.Rb1 Bd4! 18.Be3 f5 19.Be2 Bxe3
20.fxe3 Rie5 21.Fd2 Rf6 Álopið er sett í gongd
22.Rbd1 Fd6 23.a3 Raf8 24.b4 b6 25.bxc5 bxc5
26.Fa5 g5! 27.g3 h5 28.Rb1 h4 29.gxh4 f4! Svartur
telvar við høgari risiko. Kann væl vera at alskyns
talvteldur ikki halda svartan telva rætt, men í
praktiskari telving er tað sera torført hjá hvítum at
allatíð skula finna røttu leikirnar 30.hxg5
Støðumynd eftir 30.hxg5
30...f3 31.gxf6 Rig4 Hóttur Ff2++ 32.Rf2 Rixf2
33.Fxa7? Fe1 hevði møguliga bjargað talvinum,
men nú vinnur svartur lættliga 33...Rih3+ 34.Kh1
Fxf6 35.Bf1 Rif2+ 36.Kg1 Rig4 37.Fc7 f2+
38.Kh1 Rixe3 39.Fg3+ Fg7 Fxg7 40.Kxg7
Hermansson kann einki gera aftaná frúgvabýtið og
gavst tí 0—1
FM í boccia
2005
Um vikuskiftið skipaði
ÍSB fyri FM-kapping í
boccia, og gekk hetta
fyri seg í Ítróttarhøllini
á Hálsi.
Maud Wang Hansen,
nevndarlimur í Javna,
setti kappingina, og so
fóru teir nærum 100
luttakararnir at kapp-
ast. Hetta er samstund-
is
higartil
størsta
boccia-kappingin, sum
hevur verið í Føroyum.
Spælt varð í fimm
bólkum, og framganga
úrslitini niðanfyri.
Barnabólkurin:
1 Dánjal Jákup
Djurhuus
2 Jann Dávur Dam
3 Tummas Ejdesgaard
Systkin:
1 Christoffur Dam
2 John M. Haraldsen
3 Joanna J. Poulsen
Bólkurin fyri
menningartarnað:
1 Símun Petur
Zachariasen
2 Hentzia Hansen
3 Jan Lindberg
Rørslutarnað vaksin:
1 Marius Johansen
2 Martin Johannesen
3 Jóhanna Sørensen
Pensionistar:
1 Karl Simonsen
2 Marianna Simonsen
3 Samly Reinert
Gomul stjørna og
ung talent
Hikaru Nakamura er við í oddastríðnum í Malmø
Tað eydnaðist ikki hjá Rúna Weihe at endurvinna norska
meistaraheitið